mánadagur 9. desember 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. desember 2019 · Nr. 142
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Liverpool, Ongland
Liverpool hevur ikki vunnið
Premier League, sum bleiv
sett á stovn í 1992. Seinasta
meistaraheitið liggur afturi í
1990. Tá hevði ongin væntað, at
Liverpool fór at verða meistara
leyst í skjótt 30 ár. Liverpool
liggur í løtuni átta stig fremst
í Premier League, har størsti
avbjóðarin er Leicester City,
sum í 2016 tók øll á bóli og vann
enska meistaraheitið.
Eftir tvey ár við Manchester
City sum meistara, so hevur
Pep Guardiola mist takið á
ensku landskappingini higartil
í hesum kappingarárinum. So
seint sum leygarkvøldið tapti
Manchester City móti einum
søguliga
vánaligum
Man
chester United. Tó skal sigast
at seinastu tveir dystirnar í
Premier League hevur Man
chester
United
vunnið
á
Tottenham við José Mourinho
og Manchester City við Pep
Guardiola. Kanska Ols Gunnar
Solskjær hevur fatur á rætta
endanum?
Tað hevur Jurgen Klopp.
Týski venjarin hjá Liverpool
lyft felagið upp á altjóða tindin,
men nú er spurningurin um
hann eisini klárar at loysa upp
fyri størstu høvðupínuni hjá
øllum fjepparum hjá Liverpool
– at vinna Premier League.
Nakað síðani seinast
Tað eru eftirhondini sjey ár
síðani ÍtróttarSosialurin sein
ast hevði fólk í Onglandi at
fylgja Premier League. Undir
ritaði búði í Liverpool frá 2009
til 2012 og skrivaði javnan heim
um gongdina í enskum fótbólti,
sum tá taldi millum annað
Gunnar Nielsen í Manchester
City og Jóan Símun Edmunds
son í Newcastle.
Manchester City var á veg
fram við nógvu pengunum hjá
Sheikh Mansour, sum keypti
felagið í 2008. Millum fyrstu
keypini var Gunnar Nielsen úr
Blackburn.
Liverpool bleiv í 2007 keypt
av amerikumonnunum George
Gillett og Tom Hicks, og við
Rafa Benitez og Steven Gerrard
á odda, var Liverpool um reppið
at vinna Premier League í 2009.
Síðani komu nøkur hørð
ár, har felagið mundi farið á
heysin. George Gillett og Tom
Hicks vildu ikki selja fyri ein
sømuligan prís og blivu hataðir
í Liverpool.
Í 2011, eftir at málið var
endað í rættinum, keypti Fen
way Sports Group felagið. John
W. Henry hevur síðani tann
dagin gjørt næstan alt rætt í
mun til fólkið og søguna í felag
num.
Tað er ikki bara í felagnum,
at tað er stór framgongd. Hóast
Liverpool aftur í 2014 var um at
vinna meistaraheitið, so mundu
tey flestu halda at tað serliga
orsaka av óvanliga góða spæl
inum hjá Luis Suarez, at felag
ið hevði ein møguleika. Hann
bleiv seldur eftir kappingarárið
og Liverpool mistið takið. Í 2015
verður Jurgen Klopp settur.
Broytingin í býnum
Tað er stór framgongd at hóma
í Liverpool. Í árunum frá 2009
til 2012 bleiv arbeitt við at
gera høvðusinnkomuvegin til
Liverpool. Hann er í dag liðug
ur. Eisini var ein stór bilbrúgv,
sum kastaði nógvar skuggar
yvir miðbyin. Hon er í dag tikin
niður og sólarljósið sleppur aft
ur at skína.
Í Paddington-økinum, har
høvðuinnkomuvegurin møtir
miðbýnum, er eisini stórar
broytingar at hóma. Upp á
bara bar sjey ár eru minst fýra
stórir nýggir byggningar, sum
millum annað er knýttir at
útbúgvingarøkinum,
gjørdir.
Økið var niður pínt við gomlum
bygningum og einum skúla, har
vit í Føroyum helst ikki høvdu
sent okkara børn.
Nú er skúlin og megin
parturin av gomlu bygningun
um vekk og eitt nýtt Liverpool
tekur skap. Eitt Liverpool, sum
líkist nógv meiri tí, sum vit
kenna úr Norðurlondum. Tað
verður tikið atlit til skap, um
hvørvi og arkitektur.
Fram við vatninum liggur
Albert Dock, sum í dag eitur
Royal Albert Dock. Havnin
var ein tann mest framkomna,
tá hon stóð liðugt bygt í 1846.
Hon eigur lívið í mangari
familjuni í Liverpool. Í dag er
tað ferðavinnan, sum heldur
lív í kendu havnini, har millum
annað The Beatles savnið ligg
ur.
Sjálvur miðbýurin er ein
broyttur nógv. Tað líkist einum
stórbýi, men hevur tann fyri
munin, at tú kanst ganga úr
einum enda til hin. Tú kanst
lættliga brúka ein heila dag
ella tveir við bara at ganga runt
í miðbýnum, sum telur alt frá
teimum flottastu handlunum
til biddarar á gøtuni. Onglandi
er í tvíningum, tá tað kemur til
klassa, og leivdirnar frá gamla
Liverpool sleppur tú tó ikki
heilt undan. Miðalklassin og
tey ríka blíva ríkari, meðan tey,
sum standa eftir, eiga onki. Tað
sleppur tú heldur ikki undan í
Liverpool.
Tað fíggjarliga
Meðan
býurin
er
í
stórari framgongd við
ferðavinnuni og talið av
íbúgvum veksur, so er
fótbóltsfelagið á somu
leið.
Liverpool
hevur
undir
FSG
og
Jurgen
Klopp verið gjøgnum eina
kollvelting á vøllinum.
Ætlanin um at byggja ein
nýggja leikvøll er sleptar, men
heldur er mann farin í holt við
at umbyggja Anfield. Søgan
skal standa við og tað passar
eisini við leivøllin hjá baseball-
felagnum hjá FSG, Fenway
Park. Ein søguligur leikvøllur,
sum verður umbygdur við
atliti til søguna.
Liverpool er í dag ein
pengamaskina, sum megnar at
spæla við móti teimum stóru.
Ein tiltikin søga er, at Liver
pool-handilin á Anfield hevði
stongt dagin eftir, at Liver
pool vann Champions League
í Turkalandi í 2005. Tað vóru
fleiri hundrað túsund viðhalds
fólk á gøtunum, men Liverpool
megnaði ikki at fáa eina krónu
í kassan, frá øllum hesum, ið
bara vildu hava eina troyggju
ella okkurt, nú Liverpool hevði
vunnið Champions League.
Í dag eru tríggir handlar.
Tveir í býnum og ein nýggjur
í
tveimum
hæddum,
sum
stendur beint við The kop. Eisi
ni er Main Stand umbygd. Tað
er tann parturin av
leikvøllinum, sum spælarar
og venjarar sita á. Her er blivið
pláss fyri níggju túsund fleiri
áskoðarum, og væl fleiri av
VIP-setrum. Næsta stig verður
at útbyggja Anfield Road end,
sum er tann parturin í er yvirav
The Kop.
Liverpool hevur keypt væl
inn, men sermerkt fyri tølini
er, at Liverpool eisini hevur
selt fyri nógvar pengar. Millum
annað tá Philippe Coutinho fór
til FC Barcelona fyri yvir eina
milliard. Inn fyri hann komu
Virgil van Dijk og Alisson Beck
er. Virgil van Dijk er júst kosin
til heimsins næstbesta spælara,
meðan Alisson Becker vann
heiðurin sum heimsins besti
málverji.
Liverpool er í løtuni á hædd
Partar av býnum í Liverpool eru ikki at
kenna aftur, men størsta broytingin er á
vøllinum, har liðið nú aftur kann metast
við søguna, tá Liverpool ráddi í bæði
Onglandi og Evropa. ÍtróttarSosialurin
hevur verið rundferð í Liverpool
Premier League:
NÓGV ER BROYTT
NÓGV ER BROYTT
Í LIVERPOOL
Í LIVERPOOL