mánadagur 9. desember 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. desember 2019 · Nr. 142
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
venjarin og greiðir frá, at hetta
er ein kapping, sum hevur
verið hildin í fleiri ár, og hevur
fingið góð skoðsmál.
- At tað verður væl fyriskipað
vigar nógv, staðfestir venjar
in, sum eisini fegnast um, at
fyriskipararnir rinda megin
partin av útreiðslunum hjá
føroyska U17-landsliðnum.
Skulu spæla ímóti
vaksnamannaliðið
Í bólkaspælinum skulu Føroyar
spæla
ímóti
Niðurlondum,
Hvítarusslandi og so einum
vaksnamannaliðið,
sum
umboðar Saarland-landslutin,
har kappingin verður spæld.
Í hinum bólkinum eru Týsk
land, Ísland, Italia og Sveis. Tey
tvey ovastu í hvørjum bólki
spæla hálvfinalur, meðan hini
spæla um plássini frá fimm til
átta.
Vónirnar til kappingina eru
fyrst og fremst at halda fram
við menningini.
- Vit brúka púrasta kapping
ina sum fyrireiking til EM-kapp
ingina, sum vit skulu spæla í
summar, sigur venjarin, sum ikki
hevur sæð so nógv til hini liðini.
- Vit sóu Niðurlond spæla
í summar, vit spældu sjálvir
ímóti Hvítarusslandi, og vit
vita einki um Saarland. Men
tað hava vit ikki fokus á heldur,
sigur venjarin.
- Men vit koma helst at spæla
ímóti Hvítarusslandi aftur í
EM-kappingini í summar, so
teir koma vit at kenna sera væl
eftir hetta, legga Mark Marcher
afturat.
Skulu menna skjótálopið
Til ta tíð er vónin, at føroysku
dreingirnir hava fingið enn
fleiri vápn.
- Vit fara serliga at leggja
dent á, at menna skjótálopið
hjá okkum í hesari kappingini.
Tað vantaði eitt sindur í, tá ið
vit spældu í Svøríki, og tað vilja
vit gjarna hava betri við kom
andi summar.
Síðani kappingina í summar
hava vit bert havt tríggjar venj
ingar, sigur Mark Marcher og
leggur afturat, at úttøkan er
grundað á tað, sum venjararnir
hava sæð í dystum.
Uttan venjingar er tað eitt
sindur trupult hjá okkum at
síggja
nágreiniliga
hvørjir
smálutir eru betraðir, men tað
fáa vit at síggja í Týsklandi.
Fimm leikarar spæla
uttanlands
Tað var merkisvert at so at siga
allir leikarar spældu í Danmark,
tá ið landsliðið vann Euro
pean Open. Teir vóru á donsk
um hondbóltsskúlum, og teir
allarflestu komu heim í summar.
Á liðnum hesaferð eru fimm
leikarar, sum spæla uttanfyri
Føroyar.
- Teir sum eru eftir í
Danmark
spæla
framvegis
ungdómshondbólt, men tað er
eisini á sera høgum støði, sigur
venjarin avgjørdur á málinum.
Fleiri av teimum sum eru
komnir aftur hava roynt seg í
fremstu føroysku mansdeildini
hetta kappingarárið.
- Tað sær sera gott út. Tað
er rættiliga tíðliga, at nógvir at
teimum eru byrjaðir at spæla í
Okkaradeildini, og tað er sera
jaligt at teir fáa avbjóðingar á
høgum støði.
Tað snýr seg um
komandi summar
Spurdur um liðið kennir trýst á
sær at endurtaka bragdið frá í
summar er Mark Marcher eisi
ni púra avgjørdur.
- Vit kenna einki trýst.
Serliga ikki til hesa kappingina,
tí tá snýr tað seg bert um at
fyrireika okkum til í summar,
staðfestir venjarin.
- Men tað er heilt vist, at í
summar hava vit ætlanir um at
spæla við um fremstu plássini.
Tað hava vit eisini víst, at vit
megna, leggur venjarin afturat.
Fleiri av teimum 17 ára
gomlu bera ábyrgd í vaksna
mannahondbólti
hetta
kappingarárið.
Hjá H71 tykist Pauli Mit
tún at vera fastur partur
av álopinum, og hann hev
ur eisini skotið 36 mál í
Okkaradeildini
higartil.
Liðfelagin,
Elias
Ellefsen
á Skipagøtu, var valdur til
týdningarmesta leikara í
European Open-kappingini
í summar, men hevur stríðst
við skaðar hetta fyrsta árið
í
vaksnamannahondbólti.
Spælskiparin hevur eitt nú
ikki spælt tveir teir sein
astu dystirnar fyri H71, men
venjararnir vænta at hann
verður til reiðar at spæla
í Týsklandi millum jól og
nýggjár. Elias Ellefsen á
Skipagøtu hevur skotið 23
mál í Okkaradeildini. Bakk
urin hjá StÍF, Bjarni í Sel
vindi, hevur eisini skotið 23
mál í Okkaradeildini, og er
millum annað fyrsti brots
kastsskjútti hjá StÍF.
Beint omanfyri á topp
skjúttalistanum í Okkara
deildini liggur Kristoffur
Bjørgvin, sum hevur vunnið
sær púra fast pláss á vinstra
vongi hjá Kyndli. Liðfelagin,
Ovi Lützen, tykist eisini at
fáa meira og meira ábyrgd
á bakkunum hjá hjá Kyndli.
Hann hevur skotið fýra mál
í ár.
Tað hevur Baldur Gillason
eisini fyri H71, meðan Bogi
Hansen hevur skotið fimm
fyri sama felag.
Fleiri av hinum leikarun
um á U17-landsliðnum hava
eisini fingið dystir í Okkara
deildini,
men
hava
ikki
skotið mál enn.
Gera nógv um seg
í Okkaradeildini
Hesir manna U17-landsliðið
í Sparkassen Cup-kappingini
millum jól og nýggjár:
Pauli Jacobsen
Málverji
Skanderborg
Brandur Silvurstein
Málverji
Skjern
Baldur Gillason
Vinstri vongur
H71
Kristoffur Bjørgvin
Vinstri vongur
Kyndil
Pauli Mittún
Vinstri bakkur
H71
Bjarni í Selvindi
Vinstri bakkur
STÍF
Ovi Lutzen
Vinstri bakkur
Kyndil
Elias E. á Skipagøtu
Spælskipari
H71
Rói E. á Skipagøtu
Spælskipari
ISI
Silas Vang
Høgri bakkur
H71
Sveinur Olafsson
Høgri bakkur
H71
Bogi Hansen
Høgri vongur
H71
Hákun West av Teigum Høgri vongur
Skanderborg
Ragnar Karlsson
Strikuspælari
H71
Viktor Nørlyng Gaini
Strikuspælari
GOG
Sakir T. Frýdal
Strikuspælari
H71
Sparkassen Cup:
Bólkur 1:
Føroyar
Niðurlond
Hvítarussland
Saarland
Bólkur 2:
Týskland
Ísland
Sveis
Italia
Gongur tað væl tá, fer tað
eisini at merkja atgongd til
endaspølini.
- Tað er eingin loyna, at um
tú vinnur kappingina, so spælir
tú teg bæði til HM og EM, so vit
hava heilt vist okkurt at spæla
fyri tá, staðfestir venjarin.
Tvær broytingar
Mark Marcher og Julian Johan
sen hava gjørt tvær broytingar
í hópinum í mun til seinast.
Janus Dam Djurhuus og Bryan
Slyne verða ikki við hesaferð.
Teir verða avloystir av Silasi
Vang og Bjarna í Selvindi.
Bjarni
í
Selvindi
hevur
fingið nógva tíð á StÍF-liðnum,
sum hevur tikið øll á bóli í
Okkaradeildini í ár, og tað hevur
givið honum landsliðsboð
- Hann fekk nakrar dystir
longu í fjør, men hevur veru
liga víst seg sterkt fram í ár, og
hann skal sjálvandi hava møgu
leikan, sigur Mark Lausen-
Marcher um unga strandingin,
sum hevur skotið 23 mál í
Okkaradeildini í ár.
Pauli Mittún hevur skotið 36 mál í Okkaradeildini í ár
Kristoffur Bjørgvin spælir fast á vinstra vongi
hjá Kyndli. Hann hevur skotið 24 mál