Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. desember 2019 · Nr. 142 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Vikan ið fór HM í kvinnu­hond­ bólti byrjar í Japan, har Danmark og Noreg júst sum væntað spæla seg víðari til millumspælið. Danska tennis­ drotn­ingin, Caroline Wozniacki, boðar frá at hon gevst við at spæla tennis um tveir mánaðir. Ein innskiftur Jóan Símun Edmundsson tryggjar Arminia Bielefeld 2-2-javnleik og harvið oddasessin í 2. Bundesliga. Taekwondosamband Føroya fær altjóða viðurkenning og verður 11. føroyska sersambandið, sum fær altjóða limaskap. Kvinnurnar hjá StÍF vinna púra óvæntað 26-25 á H71 í SMS- deildini í hondbólti. KÍ ger tvey ára sáttmála við nigerianska áleyparan, Abubakar Ibrahim Aliyu, sum kemur úr norska HamKam. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Høgni Egilstoft Nielsen Føddur: 22 Yrki: Talv Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Sebastian Pingel 2. Trý 3. Malmö 4. Flogbólti 5. Sporting Lissabon 6. Golf 7. Sveis 8. Hjalmar Klein Olsen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvør danskur fótbóltsspælari kom til Føroya at spæla við B36, skifti til HB og nú aftur B36? 2 Hvussu nógv ár á rað hevur H71 vunnið FM í hondbólti hjá monnum? 3 Í hvørjum svenskum býi er Zlatan Ibrahimovic uppvaksin í? 4 Hvørjum ítrótti útmerkaði Rúni Weihe seg í? 5 Hvørjum portugisiskum felagi spældi Cristiano Ronaldo við áðrenn hann skifti til Manchester United? 6 Frá hvørjum ítrótti kenna vit hugtakið 'birdie'? 7 Úr hvørjum landi er tennisspælarin Roger Federer? 8 Hvussu eitur VÍF-venjarin á myndini? Hey Høgni! Til lukku við FM-heitinum í kviktalvi síðsta vikuskifti. Hevði tú væntað hetta? - Takk fyri tað. Helgi hevur verið einaráðandi í fleiri ár, tí hevði eingin væntað tað. Kláraði eg gjøgnum kappingina uttan at missa nøkur býtt stig, so visti eg, at møguleikin var har. Hvat er munurin á kviktalvi og snartalvi? - Einasti munurin er tíðin. Í kviktalvi hevur ein 10 minuttir, tá byrjað verður, umframt fær 5 sekund eftir hvønn leik. Í snartalvi byrjar ein við 3 minuttum, og tá fær ein 2 sekund eftir hvønn leik. Hvat er mest umráðandi í kviktalvi? - Tað er at finna ta røttu javnvágina, hvussu skjótt ein skal flyta. At koma í tíðarneyð er ongantíð dreymastøðan hjá einum telvara, tó so má eitt sindur av tíð brúkast, um telvingin skal vera á einum nóg høgum støði. Tú koppaði Helga Dam Ziska - hvussu var tað talvið? - Báðir royndu ikki at koma í tíðarneyð, og tí varð lagt varliga út. Sum talvið leið, so legði Helgi meira og meira trýst á, sum gjørdi, at eg byrjaði at brúka nógva tíð. Tá talvið var væl áliðið, hevði Helgi fingið eina vinnandi støðu. Men tá báðir vóru komnir í tíðarneyð, gjørdi hann ein somikið stóran feil, at talvið ikki kundi bjargast. Hvat er næst á skránni fyri títt viðkomandi? - Eg fari hósdagin við trimum øðrum føroyingum til Sitges at telva. Tað er ein opin (øll kunnu vera við) kapping, har fleiri sterkir telvarar eru við. Møguleikin til at ogna sær ein IM-norm er góður, og tað fari eg sjálvandi eftir. "Strategiur og loyalitetur. Eg eri ikki perfektur, men eg royni. Enn ein avgerandi løta fyri bretska boksing." - Anthony Joshua eftir at hann vann HM-beltið frá Andy Ruiz Jr. "Vit málaðu býin reyðan. Í kvøld fara vit at hugna okkum. Tað verða nøkur gløs av reyðvíni fyri mítt viðkomandi." - Ole Gunnar Solskjær, United-venjari, eftir 2-1-sigurin á City ÍtróttarSosialurin hevur í sein­astuni verið á ferð í Ong­landi, har evnið hevur verið Premier League. Ein partur av ferðini hevur verið á Anfield, sum er heima­ vøllurin hjá Liverpool. Dagin fyri grannauppgerðina móti Ever­ton var saman við 19 før­ oying­um, sum vóru kom­nir til dystin við ferð hjá Liverpool Før­oyum. Vit bólkafrádrátti, so kost­ aði tað 141 krónur. Tað ljóðar eitt sindur nógv í føroyskum krónum, men passar væl við prís­leguna, sum feløgini í Premier League hava. Fyrst­ur at møta okkum er ein blíður eldri maður, sum er íðin Liverpool fjeppari. Hann bjóðar vælkomin til heim­ staðin hjá seksfaldu Cham­ p­ions League vinnarunum, sum hann orðar seg. Hann tos­ar kanska í so skjótt og øll skilja ikki alt, sum hann sigur. Tú fær síðani eitt tól, har frágreiðingar fylgja við so hvørt tú gongur runt á nýggja Main Stand, sum bleiv bygt í 2017. Tað eru fleiri áhugaverdar for­teljingar, men bólkurin aftan­fyri innheintar okkum skjótt, um eg ætli mær at hoyra meiri enn tað abso­ lut mest neyðuga. Tað fylga nógvar áhugaverdar síðu­for­ telj­ingar, sum tú ikki ordiliga fær tíð til at lurta eftir. Harm­ ligt. Atgongdin frá frálík. Tú sleppur inn í hjarta á Anfield. Skiftirúm, pressurúm, nemt við “This is Anfield” skeltið og út á leikvøllin – tó ikki gras­ið, men tað er eisini fair nokk. Eittr stuttlig íkast er, at hjá útiliðnum hanga 11 troyggjur hjá spælarum, ið Jamie Carragher hevur út­ valt, sum teir ellivu bestu, ið hann hevur spælt ímóti. Har í millum Roy Keane og Cristiano Ronaldo, sum eru í Manchester United troyggj­ um. Eftir túrin á Main Stand verður farið á savnið, sum er á sjálvum The Kop. Søgan gongur heilt aftur til 1892. Við 18 meistaraheitum, seks Champions League heitum og eini rúgvu av stjørnum frá Kenny Daglish til Steven Gerrard, so er ríkiligt av tilfari til øll. Tá tú kemur út aftur, so er skjótt yvir í Liverpool-handil­ in, sum er dagførdur sein­ astuni árini til nakað, sum kann kosta einum Liverpool- fjepp­ara nakrar krónur. FAR UM: Tú ert Liverpool- fjeppari og skal til dyst alíka­ væl. Tað gevur eina góða kenslu av felagnum IKKI FARA UM: Tú ikki ordi­ liga orkar fyri Liverpool, men er í nærheitini, tí á Anfield reypar man um sínar sigrar! HVUSSU VAR: Gekk nakað skjótt við gongutúrinum á Main Stand og tú fær ikki stund­ir til alt, men annars gott HVAT SIGUR TÚ: Sum Liverpool-fjeppari, so er ongin ivi um, at tú skal fara túr á Anfield, um tú fert til dyst FAKTA: Tað kostaði 141 krón­ ur, men tað var við bólka­av­ sláttri. Tað ber eisini til at eta á matstovuni “The Boot Room” sum er á Anfield. Ummælið: Rundtúrur á Anfield