mánadagur 9. desember 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. desember 2019 · Nr. 142
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Fríggjadagin kom fram, at Øygarden FK hevur
boðið Mikkjali Thomassen, venjara hjá KÍ,
starvið sum venjari. Øygarden FK er eitt nýtt
felagslið, sum komandi kappingarár skal spæla
í næstbestu deildini í Norra. Talan er um eitt
felag, sum er ein samanseting av Nordre Fjell,
Sund SK, Skogsvåg IL, Telavåg IL, Skjergard
IL og Nest-Sotra. Nýggja felagsliðið tekur yvir
plássið hjá Nest-Sotra í næstbestu deildini.
Tað er ikki oftari enn so, at ein føroyskur venjari
verður settur í samband við eitt útlendskt í
felag. Bárður Bendix Mikkelsen hevur gjørt
nógv um seg í donskum flogbólti, meðan
eitt nú Ingi Olsen hevur gjørt um seg sum
landsliðsvenjari hjá Grønlandi í hondbólti.
Í fótbóltinum eiga vit nakar venjarar, sum hava
verið hjá yngri liðum í eitt nú Danmark, meðan
Kurt Mørkøre og Kári Reynheim hava verið í
lægri deildunum í Norra. Jens Martin Knudsen
var eitt skifti spælandi venjari í bestu deildini
í Íslandi. Tað var í felagnum Leiftur, sum stutt
seinni bleiv avtikið.
Fyri nøkrum árum síðani bleiv eitt venjarafelag
sett á stovn fyri føroyskar fótbóltsvenjarar.
Eitt av høvðusmálunum er at tryggja rættindini
hjá einum fótbóltsvenjara. Í løtuni eru at kalla
ongi minsta krøv til ein sáttmála millum einum
venjara og eitt felag.
Tað er heldur ikki óvanligt, at ein venjari verður
koyrdur. Tí er treytirnar harðar fyri ein venjara
í føroyskum fótbólti. Tað eru fáir føroyskir
venjarar, sum kunnu liva av lønini teir fáa fyri
sítt venjarastarv, sum aftur er eitt viðbrekið
strav, ið kann rúka í somu løtu nevndin í
felagnum metir at tað er tað rætta.
Ein kann gita seg til, at treytirnar og
ótryggleikin er ein orsøk til so fáir
venjarar í Føroyum satsa fult og heilt upp á
venjarastarvið. Av tí sama, so menna vit heldur
ikki yrkisvenjarar, sum vekja áhuga uttanlands.
Skuldi tað hent, at Mikkjal Thomassen tekur
av starvinum í Øygarden, so er tað eitt nýtt
fyribrygdi vit hava í Føroyum. Føroyskir
fótbóltsvenjarar sum útisetar. Bara áhugin
frá Øygarden er eisini ein áminning um, at
yrkisdreymurin sum venjari ber eisini til í
Føroyum.
ÍtróttarSosialurin gjørdi fyri áleið trimum árum
síðani eina greinarøð um spælarameinning í
føroyskum fótbólti. Her bleiv millum annað víst
á, at føroysk felag eru ov skiftandi við at hava
ungdómsvenjarastørv. Av tí saman menna vit
ikki eina venjaramentan, har venjarar kunnu
kenna seg meiri tryggar við at satsa upp á eitt
yrki sum venjari. Ikki bara høvðusvenjari, men
eisini sum ungdómsvenjari.
Við betri venjarum fáa vit eisini betri spælarar,
og harvið eitt betri grundarlag fyri einum betri
landsliði!
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Tveir av føroysku fótbóltsúti
setunum hava verið í dysti um
vikuskiftið.
Jóan
Símun
Ed
mundsson skoraði til 2-2 í yvirtíðini
móti Karlsruher SC og Hallur
Hansson bleiv skaddur í fyrra
hálvleiki í dysti móti Hobro.
Arminia Bielefeld er framvegis
á odda í 2. Bundesliguni, sum er
næstbesta deildin í Týsklandi.
Jóan Símun Edmundsson kom inn
móti dystarenda at bjarga Arminia
Bielefeld, sum var aftanfyri 1-0 á
heimavølli.
Føroyski
landsliðsspælarin
hevur ikki spælt eins nógv sein
astu tíðina, sum hann gjørdi við
kappingarbyrjan, men seinastu
dystirnir hevur hann verið nakað á
vøllinum. Hesa ferð gekk illa uttan
føroyska íslettið á vøllinum, men
tað kom ferð á álopsspælið, tá hann
kom á vøllin í 79. minutti.
Fyrst javnaði Fabian Klos upp
á brotsspark og síðani fekk Jóan
Símun Edmundsson gult kort. Eftir
92 minuttir skoraðu gestirnir úr
Karlsruher til 2-1, áðrenn føroyski
landsliðsspælarin
traðkaði
til.
Talan er um eitt framúr flott
mál.
Frá
brotsteigarmarkinum
meddaði hann bóltin í handara
málhorn, har bólturin brast í net
takið. Javnleikurin er ikki tað
besta úrslitið, men tað betrar um
støðuna hjá Arminia Bielefeld, tí
kappingarneytarnir út Hamburg
SV taptu 1-0 á heimavølli móti FC
Heidenheim 1846.
Júst FC Heidenheim hevur
blandað seg upp í uppflytingar
stríðið saman við Arminia Biele
feld, Hamburg SV og VfB Stuttgart.
Arminia Bielefeld hevur 33 stig á
fyrsta plássi og Hamburg SV hevur
29 stig á øðrum plássi. Síðani koma
VfB Stuttgart og FC Heidenheim
við 26 stigum. Stuttgart spælir í
kvøld móti 1. FC Nürnberg.
Hallur skaddur
Hallur Hansson mátti av vøllinum
við skaða í fyrra hálvleiki í
dystinum millum AC Horsens og
Hobro. Føroyski miðvallarin fór
í ein tvídyst og brast saman við
ein spælara á mótstøðuliðnum.
Hjálparvenjarin segði við TV3+, at
Hallur fekk eitt trælær og mátti
lata seg skifta út.
Hallur Hansson er júst komin
fyri seg, eftir at hann breyt hond
ina í landsdystinum móti Malta á
Tórsvølli. Higartil sær ikki út til, at
skaðin er álvarsamur.
Dysturin millum Hobro og AC
Horsens endaði við javnleiki 0-0.
Mikkjal nýggjur millum
útisetarnar?
Fríggjadagin
stóð
at
lesa
í
Bergensavisen, at Øygarden, sum
frá komandi kappingarári spælir
í næstbestu dieldini í Norra, vil
hava venjaran hjá KÍ, Mikkjal K.
Thomassen, sum venjara. Tað
váttaði høvðuspersónurin sjálvur
í Fótbóltspanelinum, sum er send
ing á FM1.
- Tað er rætt, at teir hava boðið
mær starvið. Tað er eitt ambitiøst
felag, sum ætlar sær at flyta upp.
Tað er eitt felag, sum eisini roynir
at skapa eitt sterkt fundament
við stuðlum og kommununi, sum
telur 40 túsund fólk, sigur Mikkjal
Thomassen, sum tó hevur sáttmála
við KÍ í eitt ár afturat.
- Tað er altíð stuttligt at fáa eitt
herðaklapp og fyrispuringar frá
øðrum feløgum, men eg havi eitt
ár eftir í Klaksvík. Tá nærkast tað
tíðspunktið, tá tú skal skiljast. Eg
havi verið í sambandi við nevndina
í KÍ og teir eru væl vitandi um
støðuna. Vit hyggja nú eftir, um
hetta er tíðspunktið at siga, at vit
náddu tí, sum vit ætlaðu. Ella um
projektið í Klaksvík ber í nøkur ár
afturat, sigur Mikkjal Thomassen.
Øygarden er eitt nýtt felagslið.
Talan er um eitt felag, sum er
ein samanseting av Nordre Fjell,
Sund SK, Skogsvåg IL, Telavåg IL,
Skjergard IL og Nest-Sotra. Øy
garden liggur heilt stutt sunnan
fyri Bergen.
trondur@sosialurin.fo
JÓAN SÍMUN
BJARGAÐI BIELEFELD
Føroyski
venjarin
Jóan Símun skorði í yvirtíðini, tá Arminia Bielefeld økti um
leiðsluna í oddinum í 2. Bundesliguni. Hallur Hansson fór av
vøllinum skaddur, tá AC Horsens spældi málleysan javnleik
Útisetar: