týsdagur 10. desember 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Sum væntað verður seinur dagur,
áðrenn Kringvarpið sleppur at for
telja okkum, hvat løgmaður, uttan
ríkisráðharri og fíggjarmálaráðharri
okkara hava tosað við kinesiska
sendimannin í Keypmannahavn um.
Eyðvitað kemur tað illa við, at ein
landsstýrismaður og ein aðalstjóri
fortala seg. Men tað merkir ikki tað
sam sum, at Kringvarpið hevur for
brotið seg fyri tað, um ein mikrofon
uppi á landsstýrismanninum var
tendrað.
Líkamikið. Kringvarpið hevur
upplýsingarnar og kundi valt at
brúkt tær heldur enn at fáa eitt fúta
bann í høvdið.
Sambært innliti frá Løgmans
skrivstovuni, sum Sosialurin hevur
fingið, so snúði fundurin seg um
»handilsviðurskiftini millum Før
oyar og Kina«.
Føroyingar hava ynski um at fáa
fríhandilsavtalu við Kina, sum aftur
hevur áhuga í, at Føroya Tele keypir
5G tøkni frá felagnum hjá kinesiska
statinum, Huawei.
So skal ikki so nógv fantasi til at
rokna út, at »heimildin« hjá send
iharranum, sum eisini er umrødd
í innlitinum, snúði seg um at lova
føroyingum bestu treytir – og at all
ar hurðar stana opnar, UM so verð
ur, at landsstýrið ikki leggur seg út
í, um Føroya Tele keypir útgerð frá
Huawei ella onkrum vesturlendsk
um veitara, sum USA lýkar betur.
Tað sum verri er, og sum er ein trup
ulleiki hjá landsstýrinum er hótt
anin, sum eisini hevur verið á lofti:
At um landsstýrið fer at forða Før
oya Tele at keypa Huawei, so er als
ikki vist, at kinesarar yvirhøvur fara
at keypa nakað sum helst frá føroy
ingum.
Vit vita øll, at Kina er eitt to
talitert einaræði. Tað er heimsins
størsta einaræði. Vit vita, at mann
arættindi ikki verða vird, og at land
ið als ikki livir upp til tað, sum vit
krevja av einum fólkaræði.
Men hjá okkara landsstýri, sum
hjá so mongum øðrum stjórnum, so
hava vit ikki ráð til prinsippini um
fólkaræði og vird mannarættindi,
tá so nógv stendur upp á spæl, sum
tær 643 milliónirnar, vit seldu til
Kina fyri í fjør – og alt tað vit kunnu
sleppa at selja, um vit fingu eina frí
handilsavtalu. Hetta er politikkur
fyri vaksin fólk, og so skal eingin
sjálvhátíðarligur
journalistur
í
Kringvarpinum koma og siga nakað,
sum »órógvar viðurskifti Føroya við
onnur lond«, tykist hugsanin vera
millum politikarar.
Tað riggar ikki rættiliga bara at
siga, at vit hava ikki ráð at brokka
okkum yvir fyri Kina um, at landið
ikki virðir mannarættindini. Tí skal
slíkt fara fram handan stongdar
dyr og sløktar mikrofonir, so eingin
annar veit, hvusu tað gongur fyri
seg. Men hví skal landsstýrið verja
umboð fyri eitt einaræði, sum kemur
her at hótta okkara útflutning?
Fjølmiðlar skulu ikki blanda
seg í ting teir ikki hava skil fyri...
IKKI RÁÐ TIL MANNARÆTTINDI
Bjarni
Jøkladal
til minnis
NØVN SÍÐA 12
Úr
mælingur
ella
bandittur?
ARCHIBALD BLACK
KJAK SÍÐA 41
Tíðindaskriv
Nú fæst uppslagið “Hvat eitur
alt á mær?” til keyps í bóka
búðunum kring landið og á
Tjóðsavninum.
Uppslagið lýsir heitini á
mannakroppinum, og er tað
fyrst og fremst ætlað børn
um og ungum, so tey lættari
kunnu læra at kenna hesi
heiti. Uppslagið hevur A3-
stødd og hevur tískil hóskandi
stødd til t.d. at heingja upp í
barnakømrum. Uppslagið er
lagt við bleðli, so tað tolir at
verða handfarið.
Eisini vaksin, ið ikki kenna
øll heitini, kunnu fáa stórt
gagn av uppslagnum, ikki
minst tey, ið hava tørv á heit
unum í teirra starvi.
Á uppslagnum eru genta og
drongur, og ávísir kropspart
ar eru teknaðir neyvari, t.e.
hond, fótur, høvur, eyga, oyra,
munnur og tenn.
Miðað hevur verið eftir at
gera uppslagið so námsfrøð
iligt sum møguligt, so tað er
lætt hjá børnum at skilja og
læra.
Hetta uppslag hevur støði í
einum størri uppslagi, 50 x 70
cm, ið varð gjørt í sambandi
við eina verkætlan frá 2017,
ið fevndi um, at allir barna
garðar, frítíðarskúlar, skúl
ar og frískúlar í Tórshavnar
kommunu fingu slíkt uppslag.
Heitini
til
upprunaliga
uppslagið vórðu ásett í sam
ráð við Málstovuna og Nám.
Harumframt varð leitað til
heimildarfólk úti um landið.
Eisini veitti Jóhan Hendrik W.
Poulsen ráð, tá ið ivamál tóku
seg upp. – Nøkur heiti eru
sett afturat til hetta minna
uppslagið. Umframt at spyrja
heimildarfólk hevur Anfinnur
Johansen, málfrøðingur, verið
tikin við upp á ráð.
Uppslagið byggir sostatt á
haldgott støði og er góðkent
undirvísingartilfar hjá skúl
um, frítíðarskúlum og barna
gørðum.Stigtakari er Marjun
A. Simonsen, málfrøðingur, ið
hevur virkið Orðafragd. Tekn
að tær sera góðu og neyvu
myndirnar
hevur
roynda
listakvinnan, Astrid Andre
asen. Stuðlað útgávuni hevur
Mentamálaráðið.Uppslagið
er í A3-stødd. Føroyaprent
hevur sett upp og prentað. –
Uppslagið er ein góð jólagáva.
Ein fyrimunur er eisini, at
uppslagið ikki vigar nógv og
tí er lætt at senda við posti.
Kostnaðurin er kr. 100
Nú kunnu øll læra heitini
á mannakroppinum
Aftur í ár verður
skipað fyri jóla
konsertini »Bach
í kertuljósi« í
kirkjuni í Kirkju
bø 12. desember
klokkan 19:30
Í desember á hvørjum ári er
tiltak í St. Martin In the Fi
elds kirkjuni í London, sum
er konsert, nevnd Bach in
Candle Light, og á sama hátt
verður gjørt í Kirkjubø, nú
triðja árið á rað. Konsertin fer
fram á tann hátt, at fólk sita í
tøgn í ein tíma og njóta Bach.
Tá konsertin er liðug, syngja
øll saman »Gelðilig Jól«.
Tað
verður
Meinhard
Bjartalíð, prestur, sum er ein
av fremstu Bach-serfrøðing
um í Føroyum, sum bæði byrj
ar og endar kvøldið í kirkjuni.
Og í kirkjuni verður ljósið
ikki tendrað, har vera bara
kertuljós tendrað.
Tað er Jón Festirsgtein,
sum skipar fyri. Sjálvur spæl
ir hann bratsj, maestro. Sopr
anur verur Cinthia Parada,
operasangarinna úr Kili, sum
býr á Strondum. Sámal Pet
ersen, violin. Ragnar Andre
asen, violin. Tóri R Jacobsen,
Cello.
Dávur
Birgirsson,
Guitar.
Aftan á konsertina verður
sum vant ein hugnaløta í
Stokkastovuni. Stuðlað til
takinum hava Føroya Stifts
stjórn, Tórshavnar Býráð og
Føroya Bjór. Alt tiltakið er
ókeypis, og rúm er fyri umleið
120 fólkum í kirkjuni.
Bach í kertu í Kirkjubø
Marjun og Astrid avmyndaðar við uppslagnum í Müllers pakk
húsi. Uppslagið hevur A3-stødd og sýnir gentu og drong, og
harumframt eru ávísir kropspartar teknaðir neyvari
(mynd: Lív Arge Simonsen)