Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 Matstovan hevur opið jólaaftan Í ár hava ferðafólk og føroyingar møguleika at eta á matstovu á jólum Í matstovuni hvonn í Vágs­ botni hava tey í ár gjørt av at hava opið jólaaftan og jóladag. Hvonn er stostatt einasta mat­ stova í Føroyum, sum er opin á jólum. Eisini er Hotel Tórs­ havn, sum heldur til í sama bygn­ingi, opið fyri jóla­gestum øll jólini. – Í fjør merktu vit, at tað var stórur eftirspurningur – ser­ liga millum ferðafólk – at sleppa út at eta á matstovu jóla­aft­an og jóladag. Tí hava vit í ár avgjørt at opna mat­ stov­una hesar dagar, hóast tað er siðvenja hjá okkum at steingja, sigur Jenny í Heið­un­ um, stjóri á hvonn og Hotel Tórs­havn. Tað eru tó ikki bara ferða­ fólk ið vilja sleppa út at eta úti á jólum. Áhugin hevur eisini verið stórur millum føroy­ing­ ar. – Føroyingar hava eisini sett seg í samband við okkum og eru sera fegin um, at mat­stov­ an er opin. Tað eru fólk, sum sita einsamøll ella tveyeini í húsi, sum halda tað vera frálíkt at kunna sleppa út at eta, fáa mat­in borðreiddan og njóta friðin. Vit borðreiða við trim­ um rættum jólaaftan - laksi til for­rætt, jóladunnu til høvuðs­ rætt og mandlurís omaná, sig­ ur Jenny í Heiðunum. – Eisini hava vit eina jóla­ stovu, har gestir okkara hava møgu­leika at savnast áðrenn og aftan á máltíðirnar, sigur hon. Hvonn er opið jólaaftan og jóla­dag kl. 12.00-14.00 og kl. 18.00-20.00.