Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Frants Jensen – Vit klára ikki at brenna undan, og tí eru vit noydd at finna aðrar loysnir. Í hesum umfari pakka vit umleið 1000 tons av ruski í ballir, og senda tær til Dan­markar at brenna, sigur John Erik Hansen, leiðari á Kommunalu Brenni­støðini. 260 tons eru sent avstað, og nú skal restin pakk­ast og sendast. Vænt­andi vera umleið 1000-1200 ballir pakkaðar í hesum umfarinum. Rusk hópaðist upp í steðgi Tað var herfyri, tá ið regluligt viðlíkahaldi skuldu gerast, at Kom­ mun­ala Brenni­støðin rendi seg í trupulleikar. Ovnurin varð sløktur 14. november, men hann brendi ikki aftur við fullari orku fyrr enn 29. november. Ovnurin er gamal, og viðlíkahald skal gerast tvær ferðir um árið. Hesaferð var tað ymiskt, ið skuldi gerast við múrverkið. Góðar tvær vikur gingu sostatt, til ovnurin aftur koyrdi við fullari ferð. – Siloin hjá okkum var mest sum full, og vit høvdu ikki nógv goymslu­pláss eftir. Vit kláraðu tí ikki at taka ímóti meira ruski, sigur John Erik Hansen. Fult hjá IRF – IRF hevur ofta hjálpt okk­um fyrr, tá ið okkara ovnur ikki hevur verið í gongd. Men teir hava eisini nógv rusk liggjandi, og tað er avmarkað, hvat teir kláraðu at taka ímóti. IRF tók tó húsarhaldsburturkastið frá Havnar kommunu, teir dagarnar, tað ikki varð brent á Kommunalu Brenni­støðini, sigur John Erik Hansen. IRF hevur framvegis oman­fyri 2000 ballur liggj­andi, sum teir skulu brenna. Hetta er frá tí, at teir fingu nýggjan ketil í 2018, og at brennistøðin hjá teimum tí lá still í næstan fimm mánaðir. – Nøgdirnar av ruski vaksa eisini hjá okkum. Ballur­nar, ið vit hava liggj­andi, verða brendar so við og við, men eg vænti, at tað verður ikki fyrr enn komandi summ­ ar, at vit eru liðug at bren­na allar ballurnar, sig­ur stjórin hjá IRF, Poul Andrias Joensen. Pakka rusk at senda Fólk frá eini danskari fyri­tøku eru í Føroyum og pakka ballurnar hjá Kommunalu Brenni­støð­ ini, ið fara til Danmarkar at brenna. Talan er serliga um ballur við timbri. Mánadagin kom ein so­kallaður knúsari við Norrønu til Føroya, og hann ger tað munandi lættari og skjótari at pakka ballurnar. Hann brýtur timbrið í smærri petti, so at tað er lættari at balla. Frá knúsaranum fer alt í pakkimaskinuna, sum ger stóru ballurnar, og haðani verður tað rullað inn í plast og síðani koyrt inn í stórar bingjur, sum flyta alt tilfarið til Dan­markar. – Tað er eitt felag í Dan­mark, ið tekur sær av hesum, og teir býta so út, hvat skal á hvørja brenni­ støð. Brenni­støðir­nar í Dan­mark vilja fegnar fáa nógv tilfar at brenna, tí at tær skulu veita nógvan fjarhita, nú tað er vetrar­ tíð, sigur John Erik Han­ sen. 10,3 milliónir krónur í eykajáttan Tað kostar nógv at fáa fáa ruskið av landinum. 28. november sam­ tykti Tórshavnar býráð ein eykajáttan, har Kom­ munala Brenni­støðin fær 10,3 milliónir krónur afturat. 2,3 milliónir krón­ ur av hesum skulu nýtast at flyta 1.000 tons av burtur­kasti beinanvegin. – Sum nú er klára vit ikki at brenna meira við verandi ovni. Higartil í ár hevur ovnurin brent 94,4% av tíðini. Nakrir mánaðir hava vit brent 100% av tíðini. Tí er tørvur at fáa ein størri ovn, sigur John Erik Hansen. Keypa útgerð til at balla Kommunala Brenni­ støðin og IRF eru í práti um at fáa eina felags brenni­støð fyri alt landið. – Tað er ein politiskur spurningur, um vit skulu hava eina ella fleiri brenni­støðir. Tað blandi eg meg ikki uppí. Men við fólkavøkstri, nógvum virksemi í vinnuni og meira ruski, mugu vit fáa ein størri ovn, sigur leið­ arin á Brennistøðini. Tað tekur tó tíð at fáa ein nýggjan ovn, og Tórs­ havnar kommuna hevur tí ætlanir um at útflyta rusk eisini komandi ár, tá ið ovnurin má steðga vegna viðlíkahald. Kom­ mun­an ætlar tó ikki at leiga útgerð inn fleiri ferð­ir um árið, men ístað­ in at keypa útgerð, so at til ber at balla og senda av landinum, tá ið tørvur er á tí. Av teimum 10,3 millión­ um krónunum í eyka­ játtanini eru nevni­liga 7 milliónir krónur settar av til keyp av útgerð til at útflyta rusk. 1 millión er eisini játtað til at gera eina støðulýsing og kanna møguleikar á burtur­kastøkinum í fram­tíðini. frants@sosialurin.fo Útflyta rusk til Danmarkar at brenna Tað kemur so nógv rusk inn, at Kommunala Brennistøðin á Hjalla í Havn má senda rusk av landinum at brenna. Umleið 1000 tons av ruski verður sent til Danmarkar John Erik Hansen, leiðari á Kommunalu Brennistøðini Mynd: Álvur Haraldsen Rusk verður pakkað í ballur á Kommunalu Brennistøðini Mynd: Álvur Haraldsen