týsdagur 10. desember 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
20
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Føroyar eru nú
nógv tættari
umheiminum
Flogrutan, sum byrjaði hin 1. juli millum Føroyar
og París, ger tað bæði lættari hjá føroyingum, sum
vilja út í heim – men eisini hjá ferðafólkum úr øllum
heiminum, sum kundu hugsað sær at vitjað Føroyar
Vilmund Jacobsen
T
að er eingin ivi um, at okkara
tjóðarflogfelag - Atlantic Air
ways - hevur knýtt Føroyar tætt
ari umheiminum, og tað er ikki minst
nýggi møguleikin við beinleiðis ferðum
millum Vága Floghavn og Charles de
Gaulle lufthavnina og mentanarmetro
polin, París, sum slóðar fyri hesum.
Charles de Gaulle flogvøllurin er hin
næststørsti í Evropa og øll tey mongu,
sum longu nú hava roynt henda nýggja
ferðamøguleika við Atlantic Airways,
vita, at franski høvuðsstaðurin svevur
ongantíð. Her eru nevniliga nærmast
óendaligir møguleikar og tilboð, bæði
til stór og smá.
Við tað, at Charles de Gaulle flog
vøllurin er meira enn tvífalt so stórur
sum flogvøllurin í Kastrup, letur
nýggja og beinleiðis flogrutan hjá At
lantic Airways upp fyri eini ørgrynnu
av nýggjum møguleikum.
- Flogrutan, sum byrjaði hin 1. juli,
ger tað bæði lættari hjá føroyingum,
sum vilja út í heim – men eisini hjá
ferðafólkum úr øllum heiminum, sum
kundu hugsað sær at vitjað Føroyar.
Árni Olsen, sølu-og marknaðarleiðari
hjá Atlantic Airways, vísir á, at Charles
de Gaulle flogvøllurin, sum er ein av
heimsins størstu miðdeplum fyri flog
ferðslu, eisini er ein týðandi partur av
umfatandi rutunetinum hjá AirFrance,
sum Atlantic Airways hevur sam
starvsavtalu við.
- Í summar hava vit flogið tríggjar
ferðir til París um vikuna, mánadag,
mikudag og fríggjadag, men tá vit
komu út um heystfrítíðina, tóku vit
mikudagin burtur úr.
Sølu-og marknaðarleiðarin vísir á, at
allan vetur ber til hjá føroyingum at
halda vikuskiftisfrí í París, nú flogið
verður bæði fríggjadag og mánadag –
og so eisini mikudag, tá summarhálvan
byrjar aftur.
- Fyri fransmenn eru Føroyar for
vitnisligar og eksotiskar, og góða
gastronomi’in í Føroyum lyftir heilt av
gjørt undir áhugan fyri Føroyum sum
ferðamáli. Vit hava longu nú flogið
nógv fólk heim til Føroyar úr París, og
eg ivist onga løtu í, at áhugin fyri Før
oyum sum ferðamannalandi fer at
veksa munandi á hesi rutuni, sigur
Árni Olsen hjá Atlantic Airways.
FLEIRI TÚRAR TIL GRAND
KANARIA
- Føroyingar eru glaðir fyri sól, eisini um veturin, og
her er Gran Kanaria ein frálíkur møguleiki, sigur Árni
Olsen, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways
Vilmund Jacobsen
S
ølu-og marknaðarleiðarin hjá
Atlantic Airways, Árni Olsen,
sigur, at í vetur verður flogið
beinleiðis úr Føroyum og til Gran
Kanaria frá 17. desember og fram til 7.
apríl.
- Tá flúgvingin millum Føroyar og
Gran Kanaria heldur uppat fyri vet
urin, verður byrjað at flúgva hvønn
týsdag til Barcelona, og hagar verður
flogið til eftir heystfrítíðina næsta
ár.
Hetta merkir, sigur sølu-og markn
aðarleiðarin,
at
føroyingar
hava
møguleikan at ferðast úr Føroyum
og til summar og sól næstan alt árið.
- Føroyingar eru glaðir fyri sól,
eisini um veturin, og her er Gran
Kanaria ein frálíkur møguleiki, legg
ur sigur Árni Olsen aftrat.
FANTASTISKIR
MØGULEIKAR
N
ú Atlantic Airways eisini
flýgur til Edinburg alt árið -
og allan vetur bæði hósdag
og mánadag - hava føroyingar ein
fantastiskan møguleika at halda
vikuskiftisfrí í tveimum stórbýum,
eisini á vetrardegi.
- Eg haldi, at føroyingar eru ógvu
liga fegnir um hesar møguleikar – at
flúgva beinleiðis úr Føroyum og
heimaftur, tí hetta eru nýggir møgu
leikar, sum vit ikki í sama mun hava
havt áður, sigur Árni Olsen, sølu-og
marknaðarleiðari hjá Atlantic Air
ways.
vilmund@sosialurin.fo