týsdagur 10. desember 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
32
Sosialurin
JÓL Í FØROYUM
Hugnaligt er at vera saman og at geva og fáa á jólum.
Men vit verða eisini lættliga undirdíkt við lýsingum og
yvirtikin av ovurnýtslu - og tað verða børnini eisini.
Tað kann tó verða lættari enn áður hildið at
minka um materielismuna, ið børnini eru umgird
av frá øllum hugsandi heraðshornum, skrivar
Psychology Today, sum eisini kemur við seks
boðum um, hvussu vit gera tað á lættasta hátt
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
A
llahalganadagur er ikki meir
enn farin framvið, tá vit fáa
fyrstu jólalýsingarnar í post
kassan, á sosialu miðlunum, í handils
gluggum og alla møguliga aðra staðni.
Nýtir tú bert skíggjan eina lítla løtu, er
heilt víst, at tú sært eina jólareklamu á
ein ella annan hátt. Og onkursvegna læra
vit, at gleðin og hitin á jólum liggur
undir gávupappírinum.
Vilt tú býta nakað av grammleikan
um hjá børnunum út við onnur ting, ið
eru í tráð við veruligu jólavirðini, so er
tað ikki so torført hjá okkum vaksnu at
hjálpa teimum – og kanska eisini okk
um sjálvum – at skifta foskus, skrivar
Psychology Today.
1) Ger ein annarleiðis lista
Hjá nógvum børnum verða listar
knýttir at jólatíðini. Til dømis verða
ynskilistar gjørdir til jólamannin ella
til foreldrini, og endamálið við listun
um er… at gjørt verður vart við, hvat
tey ynskja ella krevja skal liggja undir
trænum, tá vit skriva 24. desember!
Brúka tey langa tíð upp á at hugsa um
og hugsavna seg um at skriva listarnar,
so vaksur hugasambandið millum jól
ini og tað at fáa. Tað at fáa gávur verð
ur høvuðstemaði á jólum.
Eitt uppskot er at hjálpa børnunum
at gera listar og skriva niður, hvat tey
ynskja at geva øðrum. Tað kann vera
alt frá heimagjørdum kreativum lut
um, til hvussu tey fáa onnur at smílast
Minka um
materialismuna
kring børnini
á jólum
Framhald á síðu 34