Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 34 Sosialurin JÓL Í FØROYUM ella okkurt at geva læraranum. Børn elska at taka onnur á bóli og leggja til rættis, men onkuntíð skulu tey vaksnu minna tey á tað. 2) Eggja teimum Nú tá børnini hugsa um at gera listar yvir, hvat tey ynskja at geva hinum, so ber eisini til at hjálpa teimum at hugsa kreativt og flyta seg eitt sindur burtur frá vanahugsanum. Jú, tað er ein góð byrjan, at tey vita, hvat tey ynskja at keypa beiggja sínum og kanska eisini brúka nakað av egnum peningi til gáv­ una, men tað er enn betri at flyta seg eitt sindur frá at seta kross við av­ greiddu gávuna á langa listanum og til kreat­ivar gávur. Tað er eingin endi á hug­skotum til fittar hondgjørdar gáv­ ur á millum annað Pinterest, og fáa tey eitt sindur av hjálp ella vegleiðing, so kunnu tey enntá gera okkurt, sum mót­ takarin tímur at brúka. Børnum dáma ofta eisini at baka, so tað er upplagt at seta ein seinnapart av til at baka smá­ køkur, sum tey síðani kunnu geva ein­ um granna ella onkrum øðrum, sum tað hevði komið væl við hjá. Tíma tey ikki at klippa, líma og baka, so er eitt annað uppskot at gera heima­ gjørdar tilgóðarseðlar til familjulimir, sum tey síðani kunnu býta um við eina tæn­astu, so sum at sleppa at velja familju­ filmin næstu ferð, sleppa at lána klæð­ ini, sum tey altíð spyrja um, hús­ligt ar­ beiða og mangt annað, við­mæl­ir Psycho­logy Today. 3) Skapa siðvenjur, ið ikki hava við gávur at gera Velja jólatræ, ganga ein langan túr og hyggja hvussu húsini eru prýdd við ljós­um, baka eitt piparkøkuhús, ella syngja Gingle Bells við so nógvum løgn­um húsarhaldsljóðførum, sum tey megna at finna – Tað, sum børnini ofta halda vera tað stuttligasta í døgunum fyri jól hevur ofta einki við gávurnar at gera. Foreldrini gloyma tað ofta sjálvi, at tað fjálga og serstaka kring jólini skapa vit sjálvi. Ynskir ein tí minni mat­eri­alistisk jól, so ber til at stuðla upp undir sigandi sambond við familj­ una við at skapa siðvenjur, ið einki hava við ting og gávur at gera, men ístað­in leggja dent á felagsskap, ljós og hita. 4) Umhugsa at eksperimentera við gávum Tað munnu vera fleiri foreldur, sum næst­an fáa ilt í búkin hálvan januar, tí flotta dýra gávan, sum tey føldu at tey máttu keypa børnunum nú liggur gloymd ella enntá brotin í einum horni ella eini skuffu í kamarinum. Tá tað snýr seg um meining, minnir og hvussu leingi njótilsi varðar, so viga materiellar gávur ikki halvt so nógv sum upp­liv­ ing­ar gera. Tað gevur fleiri høvi til at læra okkurt og at uppbyggja sam­ bandið tykkara millum, um tey fáa at­ gongu­merki til eina serliga sýning, leggja ætlanir til ein dagstúr onkra staðni, har tey hava viljað vitjað, ella bara sleppa at fáa ein dag úr kal­end­ar­ in­um hjá tær, har tey sjálvi seta dags­ skránna. Ein eykaágóði av hesum er, sig­ur Psychology Today, at tíðin tá tey gleða seg til upplivingina, tosa um hana, og minnast aftur á hana seinni víðk­ar um sálarliga týdningin av henni fyri tey. 5) Umhugsa eina árliga familju-verkætlan, har tit gera tænastur ella geva gávur Líkamikið um tit eru ein familja, ið gev­ ur alt árið, so er tað eitt fínt hugskot at seta í verk eina serliga verkætlan um høg­tíðina. Lætt er at gera eina siðvenju, ið er grundað á at hjálpa teimum, ið hava ein tørv til ein natúrligan og sjálv­ virkn­an part av høgtíðini. Og fáa børn­ ini høvi til at geva sítt íkast og vera kreat­iv, so kunnu tey uppdaga ein ovurhuga at hjálpa øðrum, sum kann varða alt lívið. Lat tey føra vegin við teirra egnu áhugamálum. Tey vilja møgu­liga koyra mat út til onkra fam­ ilju, sum situr trongt í tí, geva pening til væl­ger­andi endamál ella hjálpa djór­ um, sum mangla. Jú persóligari upp­liv­ ing­in er hjá børnunum, jú størri eru sann­lík­indini fyri, at tey varðveita sið­ venj­una, og hon verður ein varðandi part­ur av háttinum, ið tey hugsa um jólini á. 6) Dyrka takksemi Ikki er neyðugt at fylla eygu og sinni hjá børnunum við myndum av líðandi børnum kring heimin, ella at áhaldandi geva teimum ringa samvitsku yvir, at tey enn einaferð klaga um tað, sum komið er á døgurðaborðið, tá tað eru so mong børn kring heimin, ið einki fáa. Tó so er skilagott, at veita børnunum per­spektiv, so tey síggja, hvussu nógv tey veruliga fáa. Tak stig til samrøður um, hvussu høgtíðin verður hildin kring heimin og veruleikan av, at tað altso eru fleiri børn, sum ikki há­tíð­ar­ halda jólini, tí tey hava ring kor. Takk­ semi fyri lutir og upplivingar kann flættast upp í samtalurnar. Tað hjálpir børn­unum at gerast varug við stórar og lítlar løtur, sum hava týdning fyri tey og eggja teimum til at hugsa um, at tað er serstakt at kenna seg elskaðan og tryggan og at duga at virðismeta tað. Takksemi fyri tey lítlu tingini fær børn­ini at kenna seg glaðari og hjálpir teim­um at hugsa um meir enn at fáa sjálvi.