Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 Raksturin av virksemi við matsølu í Vága Floghavn verður við hesum alment boðin út. Eisini fevnir útboðið um sølu av kioskvørum í teimum eindum sum eru avsettar til endamálið. Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja 1. apríl 2020. Sáttmálaskeiðið gongur út eftir fimm árum, at rokna frá einum mánaði áðrenn matsølan letur upp. Møguleiki verður fyri at leingja sáttmálaskeiðið við einum ári afturat, um semja er um hetta partanna millum. Útboðið fevnir um Útboðið fevnir um rættin til rakstur av matsølu frá tveimum matstøðum í farstøðini hjá Vága Floghavn, annað á landside og hitt á airside. Tey, ið bjóða uppá rakstur av matsølu í Vága Floghavn, skulu sum partur av sáttmálanum leiga tey økir/hølir, sum P/F Vága Floghavn veitir til endamálið, og øll matsøla og tað, sum er fevnt av sáttmálanum skal fara fram frá teimum ávístu økjum/hølum. Vága Floghavn hevur ávís køli- og goymsluhølir til endamálið, og veitir eisini ein part av útgerðini. Matsølubúðirnar í Vága Floghavn skulu hava opið fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá kl. 07:00 til 21:00, og annars í sambandi við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum. Hvør kann bjóða Einstaklingar, feløg, samtøk ella aðrir juridiskir persónar kunnu lata inn tilboð. Um fleiri partar bjóða í felag (samtak) skal klárt verða tilskilað hvønn av samtakspørtunum P/F Vága Floghavn kann føra møguligar samráðingar við. Freist at lata inn tilboð Boð, ið skulu vera galdandi í 90 dagar eftir, at freistin fyri at lata inn tilboð er úti, skulu vera P/F Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. desember 2019 kl. 12.00. P/F Vága Floghavn Skrivstovan Flogvøllurin FO-380 Sørvágur Att.: Regin I. Jakobsen Boð skulu latast inn í fýra skrivligum eintøkum, umframt einum eintaki á geyma, ella sent sum pdf. Upplating av tilboðum Tilboð, sum eru innkomin rættstundis, verða latin upp beint eftir at tilboðsfreistin er úti. Høvi verður ikki hjá einstøku tilboðsgevarunum at vera til staðar. Øll innlatin og upplatin tilboð verða viðgjørd í trúnaði. Metingin av innkomnum tilboðum verður framd í tveimum umførum; útveljingarumfarið, har mett verður um førleikar tilboðsgevarans, og tillutingarumfarið, har ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mettir at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemið. Nærri fæst at vita Spurningar um útboðið og um útboðstilfarið kunnu vendast til Regin I. Jakobsen, stjóra í P/F Vága Floghavn, á teldupostadressu rij@fae.fo ella á telefon +298 784400. ÚTBJÓÐING RAKSTUR AV MATSTOVUM Í VÁGA FLOGHAVN