týsdagur 10. desember 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Sjúrður Hildarson Hoydal
198 næmingar í Føroyum
eru í hesi vikuni meld
aðir til at hava ein tíma
í forritan í skúlanum.
Tiltakið
nevnist
”Rita
ein tíma” og er føroyska
útgávan av heimsumfat
andi tiltakinum, ”Hour
of Code”, sum fer fram
í fleiri enn 180 londum
hesa vikuna.
Hetta er fjórðu ferð
at tiltakið verður roynt í
Føroyum.
Hini árini hevur tað
verið á enskum, har
føroysku næmingarnir
hava roynt tað sama
sum enskmæltir næm
ingar í øðrum londum.
Hesaferð er eitt av læru
tólunum
umsett
til
føroyskt, sum nú er eitt
av 45 málum, ið veljast
kann ímillum.
Læritólini eru sett upp
sum lítil spøl, har næm
ingurin skal loysa upp
gávur við at forrita.
Læruspælið, sum nú er
umsett til føroyskt eitur á
enskum ”Blockly Games” -
Blokkaspøl á føroyskum.
Læra at forrita
við blokkum
Átta blokkaspøl eru, og
hvørt hevur tíggju upp
gávur at loysa. Spølini
geva innleiðslu til hugtøk
og amboð innan forritan,
áðrenn farið verður undir
at forrita eitt nú film og
tónleik.
Stýrisboð í forritanini
eru ímyndaði í grafiskum
blokkum,
sum
skulu
setast saman, samstundis
sum næmingurin sær
veruligu stýriboðini.
Meiningin er heilt ein
falt, at børnini skulu læra
at forrita.
- Tað læra tey við at
ganga ígjøgnum stigini.
Tá tú ert komin til sein
asta stig dugir tú at skriva
stýriboðini
uttan
at
brúka blokkarnar, sigur
Ólavur Ellefsen, nevndar
limur í KT-felagnum, sum
skipar fyri tiltakinum í
Føroyum.
-
Tað
sigur
seg
sjálvt, at tú verður ikki
serfrøðingur eftir ein
um tíma, men vónin er at
tú vilt læra meira og so
fer at halda fram aftaná
tiltakið, sigur KT-mað
urin.
Vilja kveikja áhugan
fyri forritan
- Hetta er fyrst og fremst
fyri at kveikja áhugan
fyri forritan. Hugskotið
er, at tú í minsta lagið fær
eitt innlit í hvat forritan
er, og um tú heldur tað
vera
spennandi.
Um
tú ikki heldur at tað er
spennandi, so kanst tú
lata tað liggja, men vit
ynskja helst, at tú fært
áhugan, brosar Ólavur
Ellefsen. Hann greiðir frá,
at tá er eisini møguleiki
at royna hini lærutólini,
sum
altjóða
tiltakið,
Hour of Code, bjóðar.
Øll lærutólini og spølini
eru ókeypis og kunnu
spælast nær tað skal vera,
sigur
Ólavur
Ellefsen,
sum fór undir at læra seg
at forrita tá ið hann var
eini 14 ár. Hann hevur
starvast í KT-vinnuni í
mong ár og forritar fram
vegis sjálvur. Tá ið Sosial
urin hittir Ólav Ellef
sen í einum steðgi frá
arbeiðnum, hevur hann
eisini júst forrita við
somu stýrisboðum, sum
næmingarnir fara at fáa
innleiðslu í hesa vikuna.
Hent at duga
Hetta er fjórðu ferð, at
tiltakið verður roynt í
Føroyum, og KT-felagið
hevur fingið sera jaligar
afturmeldingar frá lut
takandi næmingunum.
Summir
næmingar
siga seg vilja verða for
ritarar, og Ólavur Ellefsen
er eisini fegin um útlitini
til at fáa nýggj KT-fólk í
Føroyum.
- Men tað er eisini ein
hugsan, at næmingarnir
yvirhøvur
fáa
nógv
burturúr at skilja forrit
an, sigur hann.
- Tað er eitt øgiliga hent
amboð at duga, tá ið tú
arbeiðir við dátum. - Alt
vísindaligt arbeiði, sum
arbeiðir við tølum, hevur
gott av at viðkomandi
dugir at forrita, sigur
Ólavur Ellefsen og greiðir
frá, at tú lærir at finna tær
goymdu upplýsingarnar
inni í dátunum.
Tað snýr seg um at
loysa avbjóðingar
KT-maðurin kundi eisini
hugsa sær, at forritan var
í lestrarætlanini í fólka
skúlunum.
- Tað hevði eitt nú
hóskað væl inn í stødd
frøði, hugleiðir Ólavur
Ellefsen. - Tú hoyrir ofta
spurningin, ”hvat skalt tú
brúka støddfrøðina til?” -
Hetta kanst tú brúka tað
til. Í blokkaspælinum fáa
næmingarnir eitt nú eina
uppgávu, sum er at flyta
ein persón ígjøgnum eina
villiniborg. Tann upp
LÆRA AT
LÆRA AT
FORRITA
FORRITA
Í SKÚLANUM
Í SKÚLANUM
Hesa vikuna sleppa einir 200
næmingar í føroysku fólkaskúlunum
at royna seg sum forritarar.
KT-felagið skipar fyri tiltakinum,
”Rita ein tíma”, sum skal kveikja
áhugan fyri at skilji tøknina, sum
vit nýta hvønn einasta dag. - Tú
skalt stýra telduni, heldur enn hon
skal stýra tær, sigur KT-felagið
Næmingar skulu rokna ein persón ígjøgnum eina leið, sum verður til eina villiniborg, so hvørt sum avbjóðingarnar verða størri