Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 TÍÐINDI gávan verður loyst við støddfrøðisligum algorit­ mum, sum næmingurin lær­ir betri og betri jú fleiri uppgávur hann loys­ir. - Hetta snýr seg yvir­ høvur um at loysa av­ bjóð­ing­ar. Tú skalt fáa ein mann hiðani og hann skal enda har, og tú hevur bara níggju stig at taka. Tú kanst ikki bara flyta hann eitt fet í senn. Tú ert noyddur at forrita tað og finna eina aðra og betri loysn, greiðir Ólavur Ellefsen frá. Skulu taka valdið á tøknini Um børnini ætla sær í KT- vinnuna, tá ið tey verða vaksin ella ikki, er for­ ritan og teldufrøði eisini sera hent í okkara døgum. Ólav­ur Ellefsen greiðir frá, at næmingarnir yvir­ høvur duga sera væl við eitt nú sosialu miðlun­ um, men eru ikki altíð var­ugur við hvat liggur aftan­fyri. Vit hava eitt slagorðið sum er, at tú skalt stýra telduni, heldur enn at hon stýrir tær – at taka valdið á tøknini, sigur Ólavur Ellefsen. Sosialurin roynir blokka­spælið Høvundurin hjá Sosiali­ num hevur ikki heilt stóra telduførleikan, men roynir seg kort­ini í før­oyska blokka­spæli­ num, eftir eina skjóta inn­leiðslu frá Ólavi Ellef­ sen. Fyrsta uppgávan er at forrita djór. Eg skal tøppa inn eyðkenni og millum annað siga hvussu nógv bein ein býfluga hevur og at hon er eyðkend við stingara og hunangi. Tað tykist lætt, og eg svari eisini øll 16 svarini røtt. Síðani skal eg royna meg í eini villiniborg. Eg kann geva persóninum hjá mær boð um at fara fram, til vinstru ella høgru, og so kann eg biða hann endurtaka. Fyrstu fýra uppgávurnar rig­ga væl, og eg eri ikki sørt errin, tá ið spælið ynskir mær til lukku, og vísir mær hvat eg havi for­ritað í javascript við færri og færri linjum. Skal hugsa logiskt Men so komi eg í trupul­ leikar. Leiðin tykist løtt. Eg skal bara føra per­són­in níggju fet, og hann skal bara snara til vinstru einaferð. Trupul­ leikin er, at eg kann bara geva honum fimm boð. Hevði eg dugað betri at hugsa við logikki, men tað fellur mær trupult. Eg avgeri at venda aftur seinni, og royni eina aðra uppgávu; Fugl­ in. Nú snýr tað seg um at fáa ein fugl at finna ein maðk og fara aftur í reiðrið við honum. Nú er tað ikki bara at snara til vinstru ella høgru. Eg skal forrita hvussu nógv stig fuglurin skal snara áðrenn hann flýgur. Og so koma møguleikarnir. Nú skal eg rita, at um fuglurin ikki hevur maðkin, skal hann snara sær eini 315 stig, fanga maðkin og síðani snara sær hvat eg meti er eini 60 stig heim til reiðrið. Mínar metingar eru ikki púra neyvar, men spælið sigur at tað er nóg neyvt, og ungarnir fáa maðkin í reiðrið. Takka verið mínum forritið. At tekna við støddfrøði Hetta gongur sum eftir ánni, hugsi eg, og fari at kanna fleiri spøl. Eg fari at tekna, og forriti eina gula stjørnu, og enn einaferð eri eg væl nøgd­ur. Eg dugi nóg illa at tekna eina stjørnu á papp­ír, men nú dugi eg at for­rita ein penn at gera tað fyri meg, og eg havi eisini lært at gult eitur #ffff00 á teldumálið. Eg vil skunda mær at royna øll spølini upp á ein tíma og fari at royna meg við at gera ein tekni­ film. Eg skal tekna ein mann við at brúka stødd­ frøði. Eg skal siga hvar á eini krossskipan at høvd, kroppur og armar skulu verða og hvussu stóran radius tey hava. Tað eru mong ár síðani eg lærdi við krossskipanum í skúlanum, og mær dámdi tað ongantíð naka ser­ligt. Eg skilti ikki enda­málið, men nú kem­ur tað mær aftur um brekku. Høvdu tey sagt mær, at eg kundi gera tekni­filmar við teimum, hevði eg helst fylgt betri við. At gera tónleik Tá maðurin er teknaður er næsta stig at fáa hann at flyta seg. Fyrst arm­ arnar, so beinini og so framvegis. Tíðin gongur, og eg vil náa at royna at gera tónleik. Einaferð royndi onkur at læra meg at spæla Dovni Jákup á klaverið, men eg havi gloymt hvussu. Nú skal eg forritað tað í java­script. Blokkaspælið sigur mær, at fyrstu fýra tónarnir eru C4-D4- E4-C4. Nú skal eg bara greiða forritinum hjá mær frá tí. Tað ber til. Blokk­arnir hjálpa mær at tøppa júst hesar nótar inn, og so ljóða vælkendu tónarnir úr telduni, til stóra frøði fyri meg, sum einki ljóðføri dugi. Næsta stigið er sum vera man, at fáa tónarnar at endur­taka seg. Seinasta stigið er at forrita júst tann tónleikin tú hevur hug til, og næmingar um allan heim kunnu spæla sítt lag fyri hvørjum øðrum. Eg vil royna meira Eg eri framvegis á øðrum stigi, tá ið ein tími farin. Eg kundi hugsað mær at hild­ið fram, men eg eri so mik­ið vaksin, at eg havi aðrar ábyrgdir nú, og eg havi helst ikki bindindi til blíva við. Men eg havi onkursvegna fingið ein dreym um at læra meg at forrita. Eg arbeiði við teldum hvønn einasta dag, men havi ongantíð havt hóming av hvussu forritini rigga. Tað veit eg ikki enn – men eg havi fingið hug at læra tað og eg fari ikki í song í kvøld fyrr enn eg havi loyst hasa villiniborgina. sjurdur@sosialurin.fo Høvundurin hjá Sosialinum er errin um at hava forritað fyrstu fýra tónarnar av Dovna Jákup