Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Andar tú asbeststøv í teg í bert tvær til fýra vikur, kann hetta vera nógmikið til, at tú verður ólekiliga sjúk­ur av krabbameini. Talið av dønum, sum hvørt ár fáa staðfest krabba­meini av hesi orsøk, er heili 400. Eftir fólkatalinum svarar hetta til, at umleið fýra føroyingar gerast álvars­liga sjúkir av avbest­støvi um árið. Ein vísundalig kann­ ing, sum varð al­manna­ kunn­gjørd fyri fáum árum síðan, staðfestir nevni­liga, at fólk, sum arbeiða við asbesti og fáa asbeststøv í seg, kun­nu gerast fongd við óleki­lig­ um lungna­hinnu­krabba. Tað er gomul vitan, at asbest er vandamikið, og tí hevur hetta tilfar eisini verið ólógligt í fleiri ár. Leiðandi yvirlæknin á sjúkrahúsinum í Slagelse í Danmark, Rolf Petersen, sum eisini hevur skrivað vísundaliga grein um evnið, er ovfarin av, at asbest kann gerast deyði­ ligt eftir so stuttari ávirk­ an á likamið. Sambært nevndu kann­ing skal ógvuliga lítið til, áðrenn vandin fyri lungnahinnukrabba veksur. Krabbi í lungna­ hinnuni er sjáldsom sjúku, men hon er sera álvarsom. Asbestið er gloymt Av teimum umleið 400 tilburðunum av krabba­ meini í Danmark um árið, sum standast av as­ besti, er talan um einar 100 tilburðir av lungna­ hinnu­krabba. Yvirlæknin heldur, at tað hevði verið skilagott við einari greining og neyvari kunning um vandan við asbesti, tí as­ best er líka sum farið í gloymskuna hjá fólki. Johnni Hansen, sum gransk­ar í arbeiðs­um­ hvørvi og krabbameini fyri Kræftens Be­kæmp­ else, sigur, at nógvir ung­ ir hand­verk­ar­ar eru ikki greiðir yvir, at gamlir bygn­ingar kunnu vera bjálv­aðir við asbesti. - Ungu hand­verk­ar­ ar­nir vita ikki, hvussu vanda­mikið tað er, tí teir vóru børn ella óføddir, tá trupulleikin var nógv frammi í sjeyti-og átta­ tiáru­num, sigur gransk­ arin. Gransking á Aalborg Universitetssjúkrahúsi hevur víst, at eisini fólk í familjuni og sambúgvar hjá asbest-raktum sjúk­ ling­um kunnu gerast álvars­liga sjúk. Ógvuliga eitrandi Í Danmark, har tað tað verður goldið fyri eitt nú at brúka vatn, hevur verið spurt, um regnvatn av taki úr asbesti kann brúkast sum drekkivatn. Men, her verður mælt til, at slíkt takvatn ikki verð­ ur drukkið. Víst verður á, at tá tak­ pláturnar eru vorðnar gamlar og byrja at molast sundur ella brotna, kunnu spønir í slíkum føri enda í regnvatninum, og tí verður mælt til, at regn­vatn av asbesttaki ikki verður endurnýtt sum drekkivatn. Í danskari vegleiðing verður sagt, at eternitt­ plát­ur, sum eru fram­ leidd­ar fyri 1984, altíð hava asbest í sær. Hinvegin kann eternitt, sum er framleitt í ár­un­ um 1984-1988, hava asbest í sær. Men, eternitt, framleitt eftir 1988, er ikki fongt við asbesti. Drekkivatn í asbestrørum Tey, sum gingu í haga­ num - eisini í føroysku náttúr­uni - plagdu at síggja beru eternittrørini stinga undan moldini, og tað var og er partvís fram­ vegis úr hesum rørum, at vit fáa okkara drekkivatn kring um í Føroyum. Tað eru longu fleiri ár síðan, at danska Um­ hvørvis­stýrið umhugsaði at gera eina kanning sum ætlandi skuldi staðfesta, um gomlu vatnrørini í Danmark eru ein heilsu­ vandi. Gomlu rørini eru nevniliga úr eternitti við asbesti í, tí hesi eru so gomul. Kanningin skuldi vísa, um asbestfiprur møgu­liga loysna innan úr hesum rørum, sum síðan um drekkivatnið enda í menniskjum. Tað var í sínari tíð Dansk Eternitfabrik í Aal­borg sum framleiddi hesi rør, og bara í Aal­ borg vóru 200 kilo­metrar av tilsamans 600 kilo­ metrum av vatn­rør­um úr hesum tilfari. Men, tað er ikki bara í Aalborg, at hesi rør eru og verða brúkt. Tey eru nevniliga brúkt um alt Danmark og í fleiri øðrum londum – og eisini kring um í Føroyum rennur okkara drekkivatn fram­ vegis gjøgnum gomul eternitt­rør. Við tað, at danir bora gjøgnum kálk fyri at fáa vatnið upp, er ikki óhugs­andi, at fiprur úr asbesti í vatninum verða ”kapslaðar” við kálki inni í rørunum og tí kanska gerast minni skaðiligar í drekki­vatninum av hesi orsøk. Greitt er, at tað eru ikki smápengar, sum tað hevði kostað at tikið øll eternittrør upp og lagt onnur ístaðin. Nøgdirnar eru smáar Í 1920-unum og 1930- unum vórðu rør úr stoypi­jarni brúkt til vatn­leiðingar, og eter­ nitt­rørini komu serliga í fimmti-og sekstiárunum.  Spurningurin hevur verið, um vandin við at drekka vatn, sum rennur gjøgnum eternittrør, stendur mát við kost­ nað­in av at skifta gomlu rørini út. Í dag vita øll, at as­best kann vera lívs­vanda­ mikið, um tað sleppur inn í likamið um andarásina, men spurningurin er, hvør støðan er, um as­ best­fiprur eru í drekki­ vatni­num. Norskar kanningar hava víst, at mikro­skop­ iskar restir av asbest­fipr­ um eru í drekkivatni, sum rennur í nevndu rørum. Men, talan er eftir øllum at døma um so smáar nøgdir, at ivasamt er, um tær yvirhøvur kunnu hava nakran týdning fyri heilsuna. Keldur: Jyllands-posten.dk/ Ing.dk (Ingeniøren) FÓLK VITA IKKI NÓG MIKIÐ UM VANDAN VIÐ ASBESTI - Nógvir ungir handverkarar eru ikki greiðir yvir, hvussu vandamikið asbestið er, tí teir vóru børn ella óføddir, tá trupulleikin var nógv frammi í sjeyti-og áttatiárunum, sigur Johnni Hansen, sum granskar í arbeiðsumhvørvi og krabbameini fyri Kræftens Bekæmpelse Læknavísundin veit, at asbeststøv er sera vandamikið og kann elva til krabbamein. Men, veit nakar við vissu - um - ella hvussu vandamikið tað er at drekka vatn úr krananum, sum rennur í asbestrørum?