týsdagur 10. desember 2019síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. desember 2019 · Nr. 143
KJAK
Úrmælingur ella bandittur?
Archibald Black
At siga seg undan sínum pol
itiska hafti og skriva óhefta
frágreiðing um Nólsoyar Páll
sýnist
flestu
føroyingum
ógjørligt, soleiðis er eisini við
hesari bók hjá Rolf Guttesen.
Sagt verður eisini, at hvør
setningur er dokumenteraður
og kann eftirkannast.
Upprunin til bókina, sam
bært útvarpssamrøðu við Rolf
Guttesen, er, at hann í ørindum
á Norðoyri hittir mann, og eg
endurgevi: “Eg minnist enn
mergjaðu orðini um Nólsoyar
Páll. Tú skalt vita, at her norð
uri er hann ongin stórur mað
ur”. Tá ið ein kallar slíka út
søgn mergjaða, er tað væl tí, at
man fær sínar fordómar vátt
aðar.
At skriva útsøgnir í bók
sum, ”- at Myrkjanoyri og Uppi
stova- “ á Norðoyri var kasti
bløka millum Nólsoyar Páll og
høgu harrarnar í Havn”, er
ósakligt og reinur heilaspuni
uttan keldutilfar.
Í samrøðu við Sosialin sigur
Rolf Guttesen, og eg endurgevi:
“Um orsøkina, at oyrarmaðurin
einki helt um Nólsoyar-Páll. –
Nólsoyar Páll varð giftur við
yngstu
bóndadóttrini,
men
kortini fekk hann ein átta
markagarð úti á Oyri. Tann elsta
dóttirin, sum vanliga plagdi at
fáa mest tillutað, fekk bara ein
fýramarkagarð. Eg spurdi, hví
tað endaði soleiðis. Tá fekk eg
svarið, at Nólsoyar-Páll hevði
forbindilsi til Havnar. Kanska
hevur tað nakað við tað at
gera,” sigur Rolf Guttesen”.
Aðrastaðni
í
samrøðuni
verður sagt. “Fyrra konan hjá
honum doyði, men hann giftist
skjótt aftur við eini bóndadótt
ur úr Uppistovu á Oyri. Hann
bygdi á Biskupsstøð”.
Eg kann upplýsa, at kona
Nólsoyar Páll var ikki úr Uppi
stovu á Oyri, men úr Norður
stovu úr Gerðum. Eldra systir
hennara arvaði allan Norður
stovugarð, ellivu merkur. Mað
ur hennara, Óli Petersen, ið var
tilstundandi festari á Oyri – 12
merkur – gav Nólsoyar Pálli 8
merkur av garðinum á Oyri og
systur sínari 4 merkur.
At nakar søgufróður maður
úti á Norðoyri veit nakað um
Nólsoyar Páll, ið vit onnur ikki
vita, er nýtt fyri okkum, sum
kenna nakað til Norðoyri.
Hetta má sigast at vera eitt
sera ósakligt grundstøði at
byggja eina bók á.
Biskupsstøðgarðurin.
Guttesen heldur fram: “Um
framt standmyndir, gøtunøvn
og annað, verður eitt hús í Klaks
vík bygt í gamlan stíl, sum
verður kallað Hús Nólsoyar
Páls”.
“Biskupsstøðgarðurin”
er
ein
endurbygging
Nólsoyar
Páli til heiðurs, og hevur Jákup
bóndi, bátasmiður og lang
abbasonur Nólsoyar Páls, mált
húsini upp. Seinni teknaði
systirsonurin, Pól Nólsøe Kjøl
bro húsini. Hetta var eftir
áheitan frá Roberti Joensen,
søgumanni og skrivara hjá Kl.
Kommunu.
Keldur at
Biskupsstøðgarðinum.
Jákup
Biskupsstøð,
vanliga
nevndur Jákup bóndi, var
langabbasonur Nólsoyar Páls,
hann var føddur á Biskups
støðgarðinum (Húsum Nóls
oyar Páls) í 1867. Hann giftist
inn hagar, og fimm av hansara
seks børnum eru fødd har.
Apolonia,
(Dóttir
Nólsoyar
Páll) búði undir sama taki.
Jákup bóndi var 22 ára gamal,
tá ið Apolonia andaðist.
Í 1905 flutti Jákup bóndi 38
ára gamal í egin hús, sum hann
hevði bygt við síðina av. Hús
ini, ið Nólsoyar Páll bygdi, vóru
standandi 20 ár eftir hetta.
Jákup bóndi var virkin til 94
ára aldur og andaðist hann 96
ára gamal í 1964. Tá var eg,
undirritaði, átta ára gamal, og
sonur hansara, abbi mín Hans
Biskupsstøð, 68 ár (f. 1896 og
andaðist í 1984). Dóttir hans
ara, móðir mín Brita Black, er í
dag 90 ára gomul og við sítt
fulla vit.
Hesi eru mínar keldur við
víkjandi
Biskupsstøðgarðin
um. Ongin søgufrøðingur hev
ur verið á gátt og tosað um
hesi viðurskifti; nógv av tí,
sum er skrivað, eru gitingar og
skeivleikar.
Nólsoyar Páll búði ongantíð
á Norðoyri. At børn eru til
skrivað ávíkavist Uppistovu
ella Biskupsstøð í kirkjubókini,
er ikki tað sama sum, at ein
býr har. Meir um hetta, tá ið
annað høvi býðst.
Tá ið nú bókin hjá Rolf
Guttesen byggir á hesar skeivu
upplýsingar, og onki keldutil
far
oyramanninum
viðvíkj
andi, kann eg ikki taka bókina
í fullum álvara. Jú, eg havi lisið
bókina, og eri eg ósamdur í
fleiri av niðurstøðunum. Eisini
sakni eg keldutilfar, ið er til
skjals, sum mótprógvar fleiri
av pástandunum, bókin kemur
við, men tað tænir kanska ikki
endamálinum.
Uppskot hjá landsstýrinum, sum skal betra
fíggjarligu umstøðurnar hjá pensjónistum
Bozena Rasmussen
Nú eru løgtingslógaruppskot
løgd á borðið sum skulu við
gerast í løgtinginum í næstum.
Mál, ið sambært landsstýrin
um hava sum endamál at betra
fíggjarligu viðurskiftini hjá
fólkapensjónistum.
Hetta eru løgtingsmál nr.
10/2019,
nr.
11/2019
og
nr.
20/2019. Í hesum uppskotum
verður atlit ikki tikið til at ein
stórur partur av fólkapensjón
istum liva í fátakaváða. 3 av 10
ella á leið 2.500 fólkapensjón
istar liva í fátakraváða í Føroy
um. Hetta er ein álvarsligur
trupulleiki fyri okkara sam
felag.
Altjóða fátækramarkið sum
er ásett at vera 60% av mið
ársinntøkuni í landinum, var
í 2017, 143.350 kr.
29,8% av fólki yvir 67 ár ella
á leið 2.500 pensjónistar høvdu
í 2017 ársinntøku, sum lá undir
fátækraváðamarkinum/mark
inum fyri fátækradømi.
Eftir
uppskotinum
fara
stakir fólkapensjónistar í 2020
at
hava
ársinntøku
uppá
136.574 kr. og er henda inntøku
upphædd alt ov lág, til at lyfta
hesar mongu fólkapensjónist
ar úr fátækrastøðu. - Longu nú
í 2019 mangla í minsta lagi
7.000 kr. til hvønn pensjónist,
ið einans hevur fólkapensjón
og samhaldsfasta at liva av, í
fyri yvirhøvur at koma uppum
fátækramarkið.
Talva 5 í uppskotinum í løg
tingsmáli nr. 11/2019, vísir, at
pensjónistar sum hava inntøk
ur uppá 350.000 kr. til 400.000
kr. um árið fáa dupult so høga
hækking av inntøku sínari (tey
fáa gott 2.000 kr. um mánaðin),
enn tey sum einans hava
fólkapensjón og samhaldsfasta
at liva av (hesi fáa gott 1.000 kr.
afturat um mánaðin).
Sigast má tí at hesi uppskot
til bertan av inntøkuviður
skiftunum hjá fólkapensjón
istum venda sosialt skeivt.
Hesi uppskot hjá landsstýr
inum venda sosialt skeivt,
hetta tí at longu sum er mugu
hesir
fólkapensjónistar
fáa
uml. 1.700 kr. afturat um mán
aðin fyri at røkka uppum fá
tækraváðamarkið.
Fátækraváðamarkið var í
2017, 143.350 kr. Meðan hetta
uppskot til inntøkuhækkingar
hjá støkum pensjónistum sum
einans hava pensjón og sam
haldsfasta at liva av, í 2020,
einans fara at geva hesum
fólkapensjónistum 136.574 kr.
árliga. Inntøkuhækkingin til
hesar lágløntu fólkapensjón
istar uppá gott 1.000 kr. er alt
ov lág. Teir mugu fáa eina inn
tøkuhækking uppá uml. 1.700
kr. um mánaðin, skulu teir
koma upp á fátækramarkið.
Hesin lógarpakkin er settur
saman av 3 ymiskum lógar
uppskotum, sum tíverri eru
soleiðis háttað, at tey í høvuðs
heitum bøta um fíggjarligu
viðurskifti hjá fólkapensjón
istum ið hava høgar inntøkur,
meðan inntøkuhækkingin er
lág til teirra sum einans hava
ella nærum einans hava fólka
pensjón og samhaldsfasta at
liva av.
Hetta
uppskot
er
ikki
heppið fyri kvinnur, tí tær
hoyra til láglønarbólk, sum al
oftast einans lága privata pen
sjón (50.000 til 100.000) at liva
av afturat fólkapensjónini og
samhaldsfasta.
Hetta uppskot er hinvegin
sera gott fyri teir fólkapen
sjónistar, sum hava millum
300.000 kr. til 450.000 årliga, og
er hetta aloftast fólkapensjón
istar, sum eru menn, ið hava
slíkar háinntøkur afturat fólka
pensjónini og samhaldsfasta.
Ætlar landsstýrið at betra
fíggjarligu viðurskiftini hjá
lágløntum fólkapensjónistum
eigur mótrokningarfría upp
hæddin í fólkapensjónini ikki
at verða lækkað, sum hetta
uppskotið leggur upp til, men
eigur at hækka uppá á leið
100.000 kr. so tað fer at loysa
seg hjá fólkapensjónistum við
láginntøkum at arbeiða.
Tað gevur góða meining at
bøta fíggjarligu viðurskiftini
hjá fólkapensjónistum ið liva í
fátækraváða/fátækradømi.
Tað hevur stóran týdning
fyri fólkapensjónistar at kenna
seg væl og vera “uafhængige”
og ikki kenna seg sum eina
byrðu fyri samfelagið!
Tað er ógvuliga týdningar
mikið, at samfelagið gevur pen
sjónistum møguleika at ar
beiða og harvið halda seg í
goðan form og geva eitt posit
ivt íkast til samfelagið.
Hevur okkara velfærðasam
felag ikki ráð at lyfta teir á leið
2.500
fólkapensjónistarnar,
sum liva í fátækraváða/fá
tækradømi uppum fátækra
markið? – Eg spyrji bara!