hósdagur 12. desember 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Bank Nordik hevur sagt 10
fólk úr starvi. 400 størv
eru í bankanum, men 25
ársverk verða spard burtur.
Rentan er blivin negativ
Nú fara allir nýføðingar í
Tvøroyrar Kommunu at fáa
eina gávu frá kommununi, og
talan verður um eina bók, ein
faldara og eitt kort
Tað kemur so nógv rusk inn,
at Kommunala Brennistøðin
á Hjalla í Havn má senda
rusk av landinum at brenna.
Umleið 1000 tons av ruski
verður sent til Danmarkar
Í September mánað í ár vóru
27.850 løntakarar í Føroyum,
og tað eru knappliga 900
løntakarar fleiri enn tað vóru
fyri einum ári síðani, ella í
september í fjør.
16 ára gamla Greta
Thunberg er vald til ársins
persón av tíðarritinum Time.
Veðurlagsaktivisturin er
tann yngsta, sum nakrantíð
fær hendan heiður
Mánamorgunin vaknaðu
nógv havnarfólk upp til tað
bera myrkur, tí streymurin var
farin í øllum meginøkinum.
Tað var eitt brek í eini støð
á Glaðsheyggi, sum elvdi til
trupulleikan
Hótta
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Útvið 1200 nýggjar
búeindir eru í gerð
í Havn, sum verða
gjørdar fram til 2022
1200
1200
Sprotin: hótta
hótti el. -aði s9/30
noyða (e-n til e-t) við hørðum
ágangi el. ræðingum, lova ilt, trúga
Danska avísin Berlinske avdúkaði
í vikuni, at kinesiski sendiharrin
í Danmark hevur hótt við, at um
føroyingar ikki samstarva við Huawei
um 5G, so kunnu vit gloyma alt um
ein fríhandilssáttmála við Kina.
Hesum vísir sendiharrin Feng Tie
aftur, og løgmaður sigur, at hann ikki
hevur følt seg hóttan. Tíðindini hava
ferðast um allan heim
"Huawei skal
nú sponsorera
tónleikafestivalin í
Gøtu sum skiftir navn
til 5G Festivalurin"
"Hvat er tað ikki deiligt,
tá streymurin fer. Tá fær
man veruliga høvi til at
hugna sær uttan internet
og annað forstýrilsi"
Seinastu árini hava vit gjørt nógv
fyri at marknaðarført Føroyar – kanska
fyrst og fremst sum ferðamannaland.
Tað er eisini eydnast rímuliga væl,
tí talið av útlendskum ferðafólki, sum
leita hendanvegin er vaksandi.
Vit siga eisini, at tað er ymiskt, sum
ger, at útlendingar hoyra um Føroyar.
Ítróttarúrslit er ein góður máti til at
gera Føroyar kendar, men nú hendir
okkurt annað.
Ein fundur millum umboð fyri
landstýrið og kinversku stjórnina
og so ein tendrað mikrofon hjá
Kringvarpinum, hevur av álvara gjørt
lítla landið í Norðuratlantshavi kent á
altjóða politiska pallinum.
Heilt víst vita vit ikki, hvat var sagt
á hesum fundi, men sum skilst hevur
tosað verið um samskiftistøkni og
føroyskan laksaútflutning.
Í hvussu so er hava føroysku
mynduleikarnir mett hetta prát so
álvarsligt, at teir fingu fútarættin at
seta fútabann fyri, at KvF, sum hevði
eina frágreiðing um fundin á bandi,
at bera tíðindini um, hvat var sagt á
fundinum.
Ája!
Veit væl, at fundir verða hildnir,
har tað ongantíð er ætlanin, at
almenningurin skal hava kunning um,
hvat er sagt á hesum fundum.
Í summum førum er hetta eisini ein
máti at arbeiða uppá og tá talan er um
viðurskifti við fremmand lond, er ofta
neyðugt at tosa saman, uttan at onnur
fáa innlit í hvat hendir.
Í hesum føri var ætlanin heldur ikki,
at almenningurin skuldi frætta um,
hvat tosað var um.
Spurningurin er bara, hvat ein ger,
tá ið skriðan er lopin.
Er tað rætt tá framvegis at halda fast
um, at upplýsingarnar eru loyniligar,
ella er tá lættast at leggja kortini á
borðið?
Havi sjálvur ikki endaliga svarið,
men mátin, sum er brúktur hesaferð
hevur bara gjørt áhugan fyri nevnda
fundi og hvat var sagt har, mundandi
størri. Ikki bert í Føroyum, men eisini
aðrastaðni.
Danskir miðlar eru konir higar at
gera burtur úr, at lítla tjóðin er hótt
av umboðssmanninum fyri heimsins
størstu tjóð
Hetta er stórtíðindi – eisini uttanfyri
ríkisfelagsskapin.
Ája!
Útflutningurin av okkara laksi
hevur alstóran týdning fyri okkum.
Harafturat skulu vit muinnast til, at alt
samskiftis inframkervið longu byggir
á kinverska tøkni.
Kravið er, at nýggja landsstýrið ger
sum frægast.
Veit bara, at tá ið ein verður hóttur
er tað býttasta at gera, ikki at kuna um
tað. Tað ger vanliga, at virkningurin av
hóttanini fellur burtur.
Tað er lætt at sita við eina teldu og
siga, hvussu onnur skulu sleppa sær
úr knípum, men ábyrgdin er stór, tá ið
ein hevur bjóðað seg fram
at stýra einum heilum
landi
So góða eydnu
v i ð
h e s u m
málinum.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At Oyrasundskollegiið,
har nógvir føroyingar búgva,
í august 2020 verður til
almennar ungdómsíbúðir, og
at húsaleigan veksur við
21,3 prosentum?
FRÍGGJADAGIN
Gul til stívt andøvsgul av norði, 5
til 10 m/s. Seinni stívt andøvsgul
upp í ein strúk, 8 til 13 m/s.
Okkurt æl og kanska kavi. Hitin
millum frostmarkið og 4 stig.
LEYGARDAGIN
Andøvsgul upp í ein strúk av norði,
8 til 13 m/s. Skýggjað og kavi,
seinni regn. Hitin um frostmarkið,
seinni upp í 5 stig.
SUNNUDAGIN
Andøvsgul upp í ein strúk av
landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhø-
vur skýggjað og regn. Hitin alt
samdøgrið millum 2 og 6 stig.
8-13 m/s
8-13 m/s
5-10 m/s