hósdagur 12. desember 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
5
SENDIÐ UPPSKOT TYKKARA Á TELDUPOST
ARSINS@SOSIALURIN.FO ÁÐRENN 19. DESEMBER 2019
2019
Sosialurin, fer aftur í ár at bjóða øllum
lesarum hjá Sosialinum, tað vil siga
øllum Føroya fólki, at velja ársins
føroying 2019.
Vit lata tað fyrst og fremst vera UPP
TIL TYKKUM lesarar at gera av, hvat
tit halda er orsøkin til ella progvið um,
hvør eigur heiðurin at gerast ársins
føroyingur 2019.
Men vit fara eisini at leggja dent á hetta:
Viðkomandi, sum hevur uppiborið
hetta heitið, hevur gjørt nakað GOTT
fyri onnur menniskju, síni næstu,
tað verið seg familju, vinir, grannar,
starvsfelagar og fólk annars. Hesi
kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT
fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið
ella samfelagið sum heild, ella fyri eina
søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap,
fyri eitt yrski ella eitt arbeiðspláss. Tað
ber eisinin til at skjóta upp fólk, sum
tit halda hava gjørt nakað GOTT við
at hava havt serstaka kveikjandi og
hitandi ávirkan á onnur.
Veljið ein persón og grundgevið, hví
viðkomadi er tykkara val.
Sendið uppskot tykkara á teldupost
arsins@sosialurin.fo áðrenn
19. desember 2019
Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina
at velja ársins føroying millum mongu
uppskotini. Vit loyva okkum eisini
at prenta nøkur av uppskotinum við
grundgevingunum í komandi bløðum
og á in.fo.
Avdúkingin av ársins føroyingi
2019 verður í nýggjársblaðnum hjá
Sosialinum fríggjadagin 27. desember.
ÁRSINS
FØROYINGUR