hósdagur 12. desember 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
6
ANNIKA KUNOY IM
F
eministar hveppast við,
og námsfrøðingar rista
við høvdinum. Men
22 ára gamla Victoria
Neshamar hevur sínar egnu
hugsanir og sannføringar, tá tað
snýr seg um familjuraðfestingar
í dagsins samfelag. Hon fylgir
ikki streyminum, og hon vil av
øllum alvi gera sítt til at liva í
tráð við egnu sannføring.
Vicoria og Karstin Neshamar
úr Klaksvík vóru ávikavist 19 og
22 ár, tá tey giftust. Stutt eftir
fingu tey sonin Trygva, sum í dag
er 18 mánaðir. Áðrenn tey fingu
Trygva høvdu tey ætlanir um at
flyta til Danmarkar, tí Victoria
skuldi byrja at lesa til ljósmóður.
Stutt eftir at Trygvi varð føddur,
skrivaði Victoria – sum flest
onnur foreldur – hann upp á
bíðilista til vøggustovupláss
í kommununi. Men sum tíðin
leið, broyttist eitthvørt innan
í henni. Hon greiðir frá, at hon
hevði eina sterka kenslu av, at
hetta als ikki var rætta avgerðin.
Hon fór tí at lesa meir um tørv,
tilknýti og menning hjá smá
børnum og kom fram á fleiri
kanningar, sum vísa á, at størsti
tørvurin hjá smábørnum er tætt
og trygt tilknýti foreldur síni, og
at hetta tilknýti er ein tíðandi
liður í sálarligu menningini hjá
barninum.
– Tað var ræðandi at lesa um,
hvussu umráðandi tilknýti er til
foreldrini, og hvussu menningin
hjá okkum menniskjum er tengd
at tilknýtinum vit hava fyrstu
livitíðina. Tað er her evni til
at skapa relatiónir til onnur
menniskju, og evni til at regulera
okkum sjálvi og handfara krepp
ur verður ment. Eg helt, at tað
var ræðandi at fara á kompromis
við tað, sigur hon.
– Sálarfrøðingar siga, at tað
kann hava stórar sálarligar av
leiðingar fyri børnini, tá tey
eru fleiri tímar á stovni dagin
og harvið eisini mangla hetta
grundleggjandi tilknýti, sigur
Victoria Neshamar.
Hon orðaði hugsanir sínar við
Karstin, sum í fyrstu syftu ikki
tók undir við eini møguligari
avgerð um, at Trygvi ikki skuldi
ganga í vøggustovu.
– Eg legði kanningarnar fram,
sum eg hevði lisið, og eftir at
hava tosað um tað, vórðu vit
samd um, at rætta avgerðin er,
at Trygvi verður heima saman
við mær, sigur hon.
Fíggjarligar raðfestinar
Unga parið setti seg síðani niður
at hyggja gjølla at fíggjarstøðuni
og leggja fíggjarætlan. Skuldu
tey liva av eini inntøku og
leggja pening til síðis, so tey
kundu keypa bústað, so máttu
tey broyta gamlar vanar og
liva undir strangari teymum.
Karstin arbeiðir í timburhandli
og annaðhvørt vikuskifti í grill
bar.
– Tíverri er einki gandabragd,
ið ger eina slíka raðfesting
nemmari. Tað er í roynd og
veru eitt sindur gamalsligt, tí
í høvuðsheitum snýr tað seg
um at vera strangari við seg
sjálva og minnast til, hvat mál
ið er, sigur unga mamman, sum
tó ikki var ovurnýtari, aðrenn
stóru broytingina í fíggjarrað
festingini.
Victoria hevði í longri tíð
lisið nógv um minimalismu
og royndi eisini at liva eftir ta
sannføringini. Minimalisma
er í stuttum ein raðfesting av
tíðini heldur enn matriellum
lutum og snýr seg um at minka
um tað óneyðugu ovurnøgdina
í tilveruni.
– Tað er eitt stórt frælsi í ikki
at keypa ting, sum ikki gera teg
glaða. Eg havi tað fínt við, at
míni klæðir bara eru miðal-kul,
sigur hon við einum skálkabrosi.
– At hava kul klæði gevur ikki
gleði. Tí peningur er tíð. Tá vit
keypa okkurt kostnaðarmikið,
so brúka vit tíð upp á tað. Vit
halda, at vit brúka pengar, men
vit rinda veruliga við tíð okkara.
VIT SVÍKJA
BØRNINI VIÐ
SKEIVARI
RAÐFESTING
– Eg haldi, at vit ofta svíkja okkara børn, tí vit raðfesta
týdningarleys ting, sigur 22 ára gamla Victoria Neshamar úr
Klaksvík, sum saman við manni sínum Karstin hevur tikið
ta umstríddu avgerð, at sonur teirra ikki skal á stovn
SAMRØÐA: Victoria Neshamar
At hava kul klæði
gevur ikki gleði. Tí
peningur er tíð. Tá
vit keypa okkurt
kostnaðarmikið,
so brúka vit tíð
upp á tað. Vit
halda, at vit
brúka pengar,
men vit rinda
veruliga við tíð
okkara. Tíð saman
við børnunum,
ommum og øðrum
menniskjum