Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 7 Tíð saman við børnunum, omm­ um og øðrum menniskjum, vit eru góð við. Hvussu kann eg rætt­vís­gera tað, spyr hon. Broytingin hevði við sær, at tey skrivaðu hvørja einastu út­ reiðslu niður, og gjørdu síðani broyt­ingar, ið kravdust. Sum til dømis tað, at tey als ikki eta úti longur ella brúka pening til nakað, sum ikki er rúm til í fíggjar­ætlanini. – Keypir ein okkara til dømis eina sodavatn, so má man kon­ fron­terast við 18 krónur. Tí hava vit púra vant okkum av við bráð­ keyp av øllum slagi. Einki eitur at líka keypa sær ein ís. So mugu vit baka eina kaku ístaðin, sigur hon sannførd. Ein av teimum heilt stóru broyt­ingunum, sum Victoria hevur sett í verk, er at hon nú bert keypir klæðir og lutir í endurnýtsluhandlum. – Alt tað, sum eg eigi er endur­ nýtsla ella gávur, sigur hon. Klæðir og lutir finnur hon millum annað á Rótikassanum á Face­book, í endurnýtsluhandlum í landinum og í Den Blå Avis í Dan­mark. Nú jólini standa fyri durum, hevur Victoria sjálv gjørt gáv­ ur til familju og vinir, sum ikki kosta alt ov nógv, men krevja nakað av tíð. Nógvar av gávun­ um eru okkurt slag av mati, sum hon hevur gjørt til. – Eg føli, at tað er býttisligt at lata sum um, at vit hava nógvar pengar og keypa dýrar gávur. Fólk vita væl, at vit ikki hava nógv­ar pengar, sigur hon. Sjálv heldur Victoria Nes­ hamar ikki, at tað er torført at liva undir strongum fíggjar­lig­ um teymum, tí hon undir øllum um­støðum setur avgerðina í rættan høp. – Eg troyttist viðhvørt av, at eg ikki kann keypa okkurt mær dámar á útsølu ella keypa døgurða, men geri eg tað, so má okkurt annað, sum er meir um­ráðandi, svíða. Tað er hetta ella dagstovnurin, sigur hon av­ gjørd og leggur síðani aftrat, at tað er annað, ið vigar meir enn materiellu tingini. –Eg eri glað fyri, at eg eri nøgd við lívsháttin hjá okkum. Tá ein finnur útav, hvussu dýrabart tað er at hava tíð til barnið hvønn dag, vil man ikki býta tað um við eina ferð til París, sigur hon. Og stranga fíggjarætlanin hevur eisini borið á mál. Tølini á kontuni eru ikki reyð, tá mán­ að­urin er av – tey hava enn­tá lagt til síðis hvønn mánað til egin­pening, so tey kundu keypa hús. Og í nýggja árinum flyta tey eisini í egin hús. Hóast tey hava bil, so brúka tey hann sum minst og velja heldur at ganga ella brúka býar­ bussin, tá tey kunnu. Leyg um tað í fyrstuni Tað er ikki altíð lætt at fara ímóti streyminum, og hóast Victoria innast inni hevði tikið avgerð um, at hon ikki fór til arbeiðis aftur, eftir at barns­burðar­far­ loyvið var av, so tordi hon ikki at siga tað við fólk. – Eg leyg bara fyri fólki og segði, at Trygvi fór í vøggustovu um eina tíð, flennir hon. Men eftir ein tíð var fráliðin, so kendi hon seg stinnari og greiddi frá síni sannføring og av­gerð. Reaktiónirnar vóru ymiskar. Nærmasta familjan var stuðlandi og hóast onkur setti spurnar­tekin við avgerðina, so prógvaði Victoria, at hon visti, hvat hon gjørdi. –Hóast eg fái mótspæl við­ hvørt, so taki eg tað ikki nær, tí eg eri ógvuliga sikkur í tí, sum eg geri, sigur hon avgjørd. Flestu neiligu við­merk­ing­ ar­nar komu tó frá foreldrum, sum sjálvi hava børn, ið eru á stovni, og Victoria heldur, at tað møguliga er teirra egna ringa sam­vitska, sum er orsøkin. – Summi eru ivandi, halda tað er løgið ella als ikki í lagi. Tað kann eg ikki brigsla teimum. Mentan okkara er soleiðis, at vit koyra børnini á stovn. Soleiðs er tað. Øll gera tað, staðfestir hon. Í høvuðsheitum hava fólk tó verið jalig, tá hon hevur greitt frá um avgerðina, og tað hava serliga verið jaligar viðmerkingar frá eldri fólki, ið hava vigað nógv hjá ungu mammuni. – Tað eru serliga eldri fólk, ið Eg dugi ikki at koma við einum boði, sum hevði gjørt tað lættari hjá fleiri at tikið somu averð sum vit, og sum samstundis ikki hevði havt fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Vit hava kempað fyri at koma har, sum vit eru, og hevði eg fingið okkurt av hesum til gávis, ja so hevði eg óivað eisini havt minni hug til at gjørt broytingar – Øll foreldur elska síni børn, men vit vilja eisini eiga nógvar pengar, ferðast, byggja óneyðuga stór og dýr hús og vilja ikki seta okkum sjálvi til viks. Vit eru eitt sindur vilst frá tí, sum er umráðandi, sigur Victoria Neshamar MYNDIR: KLARA JOHANNESEN