hósdagur 12. desember 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
8
halda, at hetta er ein góð íløga.
Tey kunnu jú hyggja aftur á tíð
ina við smábørnum, og síggja
hvat er av týdningi í lívinum,
sigur hon.
Skal lítið til at
stimbra børn
Í námsfrøðini verður dentur
millum annað lagdur á at
stimbra bæði mál, rørslu,
sansir og sosialisering, og tað
verður ofta tikið til, at tað í
høvuðsheitinum er á stovni, at
børnini verða stimbrað á hesum
økjum, sum námsfrøðingar
hava servitan í. Spurd um hon
hugsar um, at Trygvi eisini skal
mennast á sama hátt sum onnur
javngomul børn, ið eru á stovni
sigur Victoria, at tað eru ávísar
avbjóðingar, ið fylgja við sum
heimagangandi mamma.
– Eg hugsi ikki um, at eg má
stimbra Trygva alla tíðina, men
heldur brúki eg vit og skil. Vit
luttaka og liva eitt vanligt lív og
snakka við hvønn annan. Eitt
barn, sum verður snakkað við,
lærir at snakka, sigur hon.
– Slíkar viðmerkingar um
manglandi stimbran ella sosiala
tillaging koma av mangandi
vitan. Eg varð til dømis einaferð
spurd, um børn, ið eru heima,
ikki bara hugsa um seg sjálvi og
ikki duga at bíða eftir øðrum,
flennir hon.
– Hetta er slíkt, sum tey eisini
kunnu læra heima, tí ofta bíðar
Trygvi eftir mær, og eg haldi
altso ikki, at børn verða illa fyri
sosialt, tí tey ikki eru á stovni.
Man kann eisini venda tí og siga,
at á stovni skulu tey ofta bíða
eftir og kappast um uppmerk
semi hjá tí vaksna, sigur hon.
Tó so heldur hon, at tað er tor
førast at nøkta sín egna sosiala
tørv, tá hon meginpartin av tíð
ini er saman við Trygva. Tá er
umráðandi at gera sítt til, at leita
upp aðrar mammur, sum eisini
eru heima.
– Vit finna hvørja aðra, og
fleiri vinabond eru knýtt á hend
an hátt, sigur hon.
Familjan er nokk
Victoria verður ofta spurd, nær
Trygvi fer á stovn, ella nær hon
fer undir útbúgving ella til ar
beiðis aftur.
–Tað er slett ikki tað, sum
er mest umráðandi í okkara
familju. Ein yrkisleið er als ikki
í mínum høvdi júst nú, tí nú
raðfesti eg hetta. Vit vita ikki,
hvussu langa tíð vit hava við
okkara børnum. Tey eldru siga
øll, at tað gongur so skjótt. So hví
ikki raðfesta at vera saman við
teimum, spyr hon.
–Tað
er
harmiligt,
at
familjan ikki er nokk, og at
tann bygningshátturin ikki er
nóg góður, tá foreldrini vísa
barninum, hvussu lívið gongur
fyri seg, sigur hon umhugsin.
Hon heldur, at vit í dagsins
samfelagi hava alt ov nógv um
at vera, og tí raðfesta vit ikki tíð
saman við børnunum. Heldur
hugsa vit um kvalitetstíð, viku
skiftishugna og feriur. Tíðin, tá
vit einki gera er eisini umráðandi
og skapar eitt tilknýti, sum ikki
kemst av ongum.
– Tað verður eitt sindur Insta
gramsligt. Eg haldi heldur, at
allar løtur telja og ikki bert, tá vit
endiliga eru tøk, sigur Victoria
Neshamar.
Gongur alt gott, so verða tey
trý til fýra í mai mánaða næsta
ár. Victoria hevur ongar ætlanir
um, at Trygvi ella lítla barnið,
sum er á veg skulu ansast av
nøkrum øðrum enn henni.
–Vit hava lagt lívið fíggjarliga
til rættis soleiðis, at tað ber til
og vit gera uttan iva á sama hátt
næstu ferð, sigur hon.
Samfelagið átti at
gjørt tað lættari
Dagsins samfelag leggur upp
til, at bæði foreldrini fara til ar
beiðis, og at børnini fara á stovn.
Fyri nøkrum mánaðum síðani
varð nógv tosað um ætlanirnar
hjá nýggju samgonguni um at
kommunur skulu fáa heimild
til at geva foreldrum, sum ikki
hava børn í ansing pengarnar
útgoldnar, sum plássið á dag
stovninum annars kostar
kommununi.
Ætlanin hjá nýggju sam
gonguni um at lata pengarnar
fylgja barninum fekk tó kaldliga
móttøku í størsta andstøðu
flokkinum, Javnaðarflokkinum.
Millum annað varð sagt, at
ætlanirnar hjá samgonguni eru
ræðandi, og vandi er fyri, at stóra
námsfrøðiliga arbeiðið, sum fak
fólk hava bygt upp gjøgnum ára
tíggju, nú er fyri bakkasti.
Victoria Neshamar hevur
fyrr tosað alment ímóti slíkum
hugburði, og hon er ikki í iva, tá
hon sigur, at slíkar viðmerkingar
elva til, at foreldur missa álit á,
at tey megna at ansa eftir sínum
egnu børnum.
– So fær man tann hugburðin,
at námsfrøðingar eru best fyri
barnið. Og hóast námsfrøðingar
læra nógv í útbúgving síni og
óivað duga væl til arbeiðis, so
eru tey ikki mamma og babba
og kunnu ongantíð knýta sama
band við barnið, sum eitt foreld
ur ger, staðfestir hon.
Í miðal kostar tað einar
90.000 krónur um árið at hava
eitt barn í kommunalari ans
ing. Foreldrini rinda einar
20.000 krónur um árið í miðal
og kommunurnar rinda einar
70.000 krónur um árið.
Victoria heldur ikki, at tað
almenna eigur at taka serliga
hond um tey, sum velja arbeiðs
marknaðin frá, tí tey vilja hava
børnini heima. Men hon skilur
heldur ikki, tá fólk siga, at um
hon velur at vera heima, so skal
hon eiga allan kostnaðin sjálv.
–Eg kundi gott hugsað mær
at goldi minni í skatti, so eg ikki
rindi fyri barnaansingartilboð,
sum eg ikki brúki sjálv, sigur hon,
og greiðir frá, at tey sum hjún
eisini hava goldið fyri Glasir og
aðrar almennar íløgur og luksus
lutir, sum hon kallar oyðsl. Tað
almenna átti tó at hugsað nógv
meir um sparingar, so tað var
pláss til at raðfesta børnini.
Hon veit væl, at avgerðin, ið
hon og Karstin hava tikið bæði
er umstrídd og vird. Tað eru
eisini fleiri, ið kundu hugsað
sær at tikið somu avgerð, men
sum ikki fáa tað at hanga saman
fíggjarliga við eini inntøku.
– Eg var jú bert 20 ár, tá eg
varð mamma, og ein fyrimunur
var, at eg ikki hevði lagt lívið
gjølla til rættis. Eg var ikki mitt
í eini yrkisleið og hevði ikki stórt
húsalán, og tí fekk eg gjørt hesar
raðfestingarnar, sigur hon um
hugsin.
–Eg dugi ikki at koma við
einum boði, sum hevði gjørt tað
lættari hjá fleiri at tikið somu
averð sum vit, og sum sam
stundis ikki hevði havt fíggjar
ligar avleiðingar fyri landið. Vit
hava kempað fyri at koma har,
sum vit eru, og hevði eg fingið
okkurt av hesum til gávis, ja so
hevði eg óivað eisini havt minni
hug til at gjørt broytingar, sigur
hon.
– Tað er umráðandi, at man
ikki bíðar, til politikarar og land
ið gera okkurt. Vit eiga børnini,
tey eru lítil nú, og tí er tað er nú,
vit mugu handla. Tað eru nógvir
mátar at gera tað uppá. Alt
snýr seg tó um, hvat er viktigt
í okkara lívi. Øll foreldur elska
síni børn, men vit vilja eisini eiga
nógvar pengar, ferðast, byggja
óneyðuga stór og dýr hús og
vilja ikki seta okkum sjálvi til
viks. Vit eru eitt sindur vilst frá
tí, sum er umráðandi, staðfestir
unga mamman umhugsin men
tó so sera sannførd.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
SAMRØÐA: Victoria Neshamar
Eg eri glað fyri,
at eg eri nøgd
við lívsháttin
hjá okkum. Tá
ein finnur útav,
hvussu dýrabart
tað er at hava tíð
til barnið hvønn
dag, vil man ikki
býta tað um við
eina ferð til París