Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 9 Mæla til at fáa palliativa deild Síðani 2005 hevur eitt palliativt toymi og ein palliativ eind verið á Landssjúkrahúsinum, har pláss hevur verið fyri tveimum seingjarstovum. Nú mælir ein arbeiðsbólkur til, at vit fáa eina palliativa deild, har pláss verður fyri níggju seingjarstovum FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO – Vit ynskja, at alt Føroyar skal hava eins vilkor innan hetta øki. Tað hevur verið tiltrongt í hvussu er í 10 ár. Tað gamla álitið um hospice og palliatión, skuldi efti­rmetast í 2003, men tað var ikki gjørt fyrr enn nú. Okkara til­mæli er at fáa eina palliativa deild, so at tað kann vera fyri all­ar palliativar sjúklingar – ikki bara krabbameinsjúklingar, men øll, sum hava eina ólekiliga, álv­ ars­liga sjúku, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni í blóðsjúkum, int­er­med­ is­in og palliatión. Palliativ viðgerð Bjarni á Steig handaði í gjár vegna arbeiðsbólkin lands­stýris­mann­ inum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, tilmælið um palliatión og hospice í Føroyum. Palliativ viðgerð, røkt og um­ sorgan skal bøta lívsgóðskuna hjá sjúklingum og teirra avvarðandi, tá ið sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku. Hetta verður gjørt við at fyri­byrgja og linna líðingina, sig­ ur heimsheilsustovnurin WHO mill­um annað í allýsingini av pallia­tión. Tað var fyrrverandi lands­ stýris­kvinnan, Sirið Stenberg, ið setti ein arbeiðsbólk at gera hetta tilmæli. Deild burturav – Í løtuni hava vit tvær stovur á B6, sum verða nýttar sum hospice funktión. Men tað eru samstundis átta onnur serøki frammanundan á B6, og har er ovfylt viðhvørt. Nú vóna vit at fáa eina deild burt­ur­ av, soleiðis at vit fáa hospice funk­ tión­in inn á deildina, samstundis sum aðrir sjúklingar við palliatión kunnu fáa stuttar ella langar inn­leggingar. Palliativa toymið verður partur av deildini, og ætlan­in er eisini, at tað kann fara út til sjúklingin í heiminum, um tørvur er á tí, sigur Bjarni á Steig. Tilmælið hjá arbeiðsbólkinum er, at deildin fer at húsast á A3, sum er deild omanfyri føðideildini. Eisini palliatión kring landið Tilmælið er at hava eina palliativa deild fyri alt landið. Ætlanin er eisini at samstarva við kommunu­ lækn­arnar kring landið. Á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkra­húsi verður grundleggjandi pallia­tión longu veitt, men ætlanin er at samskipa arbeiðið betur fyri øll sjúkahúsini. Palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum fer at hava servitanina um palliatión. 29,5 milliónir krónur Arbeiðsbólkurin mælir til at seta palliativu deildina á stovn longu komandi ár. Um fýra ár er ætlanini at eftirmeta. Arbeiðsbólkurin met­ ir, at tað fer at kosta 29,5 milliónir krónur tilsamans. Hetta eru út­ reiðsl­ur tey næstu fýra árini. – Eg vóni, at vit kunnu koma í gongd beinanvegin. Høli er eitt, men vit hava fleiri útbúgvin fólk inn­an økið, men onnur skulu eisini set­ast. Tað ber í hvussu er til at fara í gongd í januar, sigur Bjarni á Steig. Bjóða fólki eina góða og virðiliga ferð – Eg haldi, at tað má vera eitt tað fremsta málið hjá okkum føroyingum at kunna bjóða fólki, ið fara herfrá, eina góða og virðiliga ferð, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO L andsstýrismaðurin held­ ur, at hetta er eitt gott tilmæli, ið hann vil ar­ beiða víðari við. – Tað eru serkøn fólk, og eg haldi, at tað er eitt gott tilmæli, har allar støður eru hugsaðar ígjøgn­ um. Pengar skulu til, men nevnt verður, at vit kunnu sam­skipa økið betri, og tað er eisini nakað, ið eg vil arbeiða við, sigur lands­ stýris­maðurin. – Mær dámar væl tilmælið, at palliativa deildin kann halda til í Drotning Alexandrinu Hospitali. Mær dámar væl, at tá ið vit liggja til tað síðsta, at vit ikki eru inn á sjálvum sjúkrahúsinum, tí at har kann vera nógv stress. Eg haldi tað er gott, um sjúklingurin kann hava frið. Her er eitt umhvørvi, sum er beint uttanfyri eitt høvuðs­ sjúkrahús, og tað er gott, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Ongar pengar í 2020 Men hóast hann er jaligur til ætl­ anirnar, so vil hann tó ikki játta pengar til økið enn. – Eg eri sinnaður at seta pengar av, men eg kann ikki lovað nakað til komandi ár. Fíggjarætlanin er farin frá okkum og skal vera samtykt 20. desember, so tað er ov seint at fáa nakrar pengar til 2020. Kanska vit tó kunnu fáa 500.000 krónur til palliativa toymið, so byrjan kemur á. Men eg kann ikki lovað nakað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 11 fakfólk hava verið í arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað tilmælið. Her eru tey avmyndað saman við Kaj Leo Holm Johannesen Mynd: Álvur Haraldsen Bjarni á Steig, yvirlækni, handar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum tilmælið Mynd: Álvur Haraldsen