Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 13 Greiðar mannagongdir tá skottilburðir eru - Grundleggjandi er tað ikki munur á, hvussu tílík mál verða viðgjørd, líka mikið um tað er um ein politist ella ein borgara. Tað er tó skerpað, tá tað verður skotið eftir onkrum í almennari tænastu, og hesum er politiið ein partur av, sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur PÆTUR HJALMAR EVENSSON P olitiið í Føroyum hevur greið­ar mannagongdir fyri, hvussu mann fyri­ heldur seg til skottil­burð­ ir. Mannagongdirnar snúgva seg bæði um, tá politiið skjýt­ur, og tá tað verður skotið eft­ir politinum. Steen Nørskov, sjef­politi­in­spekt­ ør­ur, greiðir soleiðis frá: - Um politiið brúkar vápn, so er tað regulerað í, nær vit mugu brúka valdstól í ymsum løgum. Tað lægsta lagið er handamegi og tað ultimativa lagið er skotvápn. So hava vit eisini handjørn, pipar­ spray og stav. Hetta fyrihalda vit okk­um sjálvandi til, sigur Steen Nør­skov. Tá løgreglan brúkar vápn, fær Ríkis­politiið í Danmark altíð boð um hetta, og tað ger tað eisini í hes­um førinum. - Ríkispolitiið hevur eitt yvirlit, sum er galdandi fyri donsk løg­ reglu­dømi um hvussu nógvir til­ burðir eru, har valdstól eru brúkt, og Ríkispolitiið dagførir hagtøl um hetta, greiðir Steen Nørskov frá. Tá politistar verða skotnir Hetta var innanhýsis parturin við skottilburðum, men hin part­ur­in er, tá tað verður skotið eftir polit­ in­um, eins og tað bleiv í Miðvági her fyri. - Grundleggjandi er tað ikki munur á, hvussu tílík mál verða viðgjørd, um tað er um ein polit­ ist­ur ella ein borgari. Hetta inn­ gongur í einari revsimáls­viðgerð, líka sum tá tað verður skotið eft­ir øllum øðrum borgarum. Tað er tó skerpað, tá tað er eftir onkr­um í almennari tænastu, og hes­um er politiið ein partur av. Tað er paragraf 119 í straffilógini, sum regul­erar harðskap móti tænastu­ manni. Hetta er sjálvandi tí, at sam­felagið sigur, at teir almennu per­sónar, sum eru settir at røkta eina almenna uppgávu, skulu hava eina serliga verju, fortelur Steen Nørskov. Kanningararbeiðið enn í gongd - So vítt eg veit, er hetta fyrstu ferð, politiið hevur skotið og rakt ein persón, sigur Steen Nørskøv. Í sambandi við skottilburðin í Miðvági, tá ein politistur skjeyt ein mann, sum eisini skjeyt ein politist, er kanningararbeiðið í gongd, og politifólk og rætsmedisinari eru komin úr Danmark at hjálpa til við kanningararbeiðnum. Men vit fáa ikki at vita, hvussu tað gongur við kanningararbeiðnum. - Málið verður enn kannað, og tað er tað einasta, eg kann siga í núverandi løtu. Eg fái ikki sagt meira um tað ítøkiliga málið, sigur Steen Nørskov. Í Danmark hava tey Den uaf­ hængige politiklage­myndighed, sum er ein myndugleiki, sum kannar politimál. Men hetta er ikki galdandi í Føroyum. - Tað er fastlagt í núverandi donsku rættarlógini, og hendan rætt­arlógin er ikki galdandi í Før­ oyum, fortelur Steen Nørskov. Politiið: