Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 14 TEMA: Løgreglan og skotvápn Løgreglan í Føroyum hevur áður loyst skot av, men mánakvøldið var ivaleyst fyrstu ferð, at løgreglan hevur skotið ein persón. Eingin vil nýta skotvápn móti einum øðrum persóni, uttan so at tað er alneyðugt. Løgreglufólk eru eisini menniskju, sigur Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag STEINAR PATURSSON T að merkist enn á løg­ reglustøðini, at løg­ reglu­fólk hava júst tikið lut í skotbardaga. Men yv­irhøvur verður arbeitt profes­ sionelt við málinum, og stemn­ ing­urin er ein annar, enn hann var fyrsta dagin. Soleiðis sigur Absalon Áargarð, sum er formaður í Føroya Polit­ ista­felag. - Vit hava sodnað tað eitt sindur, og kenslurnar byrja at koma eitt sindur meira upp á pláss. Avhoyringar eru farnar í gongd, og okkurt av løgreglufólkunum, sum vóru innblandað, eru longu av­hoyrd. Tann mannagongdin, sum er í einum tílíkum máli, hon koyrir nú sína gongd, sigur Absa­ lon Áargarð. Eingin ivi kann vera um, at tað kann ganga hart út yvir sálarligu heilsuna hjá einum løgreglufólki at vera í einum skotbardaga. Løg­ reglu­fólk fáa tí ta sálarligu hjálp, ið teimum tørvar, men hjálpin má bíða nakrar dagar, meðan kensl­ urnar koma upp á pláss. - Løgreglufólk fáa ikki sálar­ frøði­liga hjálp beint aftaná. Tað, sum vit hava fingið at vita frá sál­ ar­frøðingum, er, at tað nyttar einki at geva sálarfrøðiliga fyrstuhjálp beint aftaná. Tað mugu ganga nakrir dagar, áðrenn tú fert inn at eftirmeta støðuna, tí kenslurnar mugu leggja seg eitt sindur. Eftirkunning og eftirmeting farnar í gongd Arbeiðið er nú farið í gongd at avgreiða eftirkunningina - debrief­ingina - eftir hendingina, og Abs­alon Áargarð greiðir frá, at talan um tvey sløg av eftir­kunn­ ing. Annað slagið er ein takt­isk eftirkunning, har farið verð­ur ígjøgnum alla tilgongdina í hend­ ingini saman við teimum, ið tóku lut. Hendan eftirkunningin skal syrgja fyri, at løgreglan fær eina betri heildarmynd av hend­ing­ini og soleiðis eisini fær lýst hend­ing­ ina fakliga. Hin eftirkunningin er ein sál­ar­ lig eftirkunning, sum verður brúkt til ógvisligar hendingar sum hesa. Tá fáa løgreglufólkini sálarfrøðing at tosa við, har tey kunnu arbeiða við teimum kenslunum, ið tey sita eftir við. - Tá kemur ein sálarfrøðingur inn, og har fáa løgreglufólkini tosað út frá einum kensluligum per­spektivi, um hvussu tey hava tað, hvat hendingin hevur gjørt við tey og so framvegis. Hetta, so at tey ikki bara koyra tað í ein sál­ar­ ligan ryggsekk, sum einaferð verð­ ur fullur. Tey mugu fáa tað tømt út aftur, soleiðis at tann sálarligi skað­in av einari tílíkari hending verð­ur so lítil sum gjørligt. Løgreglufólk, ið eru innblandað í slíkum hendingum, hava eisini møgu­leikan at halda frí, um tey hava tørv á tí. - Tað verður hugt eftir, hvussu fólk eru fyri, og hava tey brúk á at halda frí, so fáa tey tað. Vit gera eina pragmatiska meting av støðuni og finna eina loysn til tað. Mann ásannar, at vit eru menn­ iskju, hóast vit eru politistar, sigur Absalon Áargarð. Løgreglufólk kenna treytirnar Hendingin hesaferð minnir okk­ um kanska á, hvussu sjáldan tað er, at løgreglan í Føroyum hevur vápn á lofti. Tað er hent seg fyrr, at onkur hevur skotið eftir løg­regl­ uni, og tað er eisini hent seg fyrr, at løgreglan hevur verið noydd at skjóta. Hetta er tó fyrstu ferð, at løg­reglan hevur skotið og rakt ein persón. Tá spurdur, um tað er nakað, ið løgreglufólk hugsa um, tá tey møta til arbeiðis - at onkur kann finna upp á at skjóta eftir teimum, ella at tey verða noydd at skjóta eftir onkrum - svarar Absalon Áar­garð, at tað er ein partur av ar­beiðinum, og at tað er nakað, ið løg­reglu­fólk mugu vera fyrireikað uppá. - Tá tú søkir hetta arbeiðið, so veitst tú, at tú kanst koma í ta støðu, at tú skalt handla yvir fyri fólki. Tað absolutt ultimativa er so hent nú, har vit máttu skjóta eftir fólki. Tað er nakað, sum liggur í okkum, at vit vita, at vit kunnu koma í hesa støðuna, og vit vita, at vit skulu mentalt fyrireika okkum upp á tað. - Tú kanst ikki gera upp við teg sjálvan, tá tú ert á staðnum, hvat tú vilt og ikki vilt. Tú mást hava gjørt upp við sjálvan áðrenn, at er støðan galin, so mást tú agera. Og vit sum løgreglufólk skulu ikki bara hugsa um okkum sjálvi. Vit mugu hugsa um øll tey, ið búgva rundanum, sigur Absalon Áargarð og vísir til ta ábyrgdina, ið løgreglan hevur at tryggja allar hinar borgararnar. Absalon Áargarð vísir á, at løg­ regl­an er seinasti skansin fyri trygd­ini hjá øllum borgarum í Før­ oyum, og tí eru løgreglufólk noydd at traðka til, tá tað er neyðugt. - Í hesum førinum var tað so inni í einum húsum. Men var tað úti á einum vegi, og viðkomandi per­sónur fór út og gjørdi skaða á onkr­an, og vit ikki høvdu handlað tá - til dømis við at tað verður skotið eftir viðkomandi - so hevði tað verið juridiskt, men ikki minst sál­ar­liga, skeivt. Vit eiga at steðga ein tílíkum persóni, og tað vita vit av. - Vit vita, at vit kunnu koma í klemmu; at fólk royna at gera skaða á okkum, tí at vit eru tey, ið skulu eftir teimum. Tað er ein SKOTVÁPNINI HJÁ LØGREGLUNI Pistólin Løgreglan í Føroyum nýtir neyvt somu amboð, sum løg­ regl­an í Danmark. Hetta merk­ ir, at tænastupistólin hjá løg­ reglu­fólkunum í Føroyum er ein Heckl­er og Koch USP Compact pistól í kalibur 9mm við 13 patr­ ónum. Umframt at vera tænastu­ pistól hjá løgregluni í bæði Dan­mark og í Týsklandi, verður pistólin eisini nýtt av ymsum hern­aðardeildum og serløgreglu um allan heim, tó í ymiskum útgáv­um og við ymiskum kalib­ ur. Fram til 1998 nýtti løgreglan týsku Walther PP pistólina. Men pistólin, sum hevði minni kalib­ ur, varð roknað fyri at vera ov veik og ótíðarhóskandi, tí varð hon skift út. Maskinpistólin Eins og løgreglan í Danmark nýt­ ir løgreglan í Føroyum Heckler & Koch MP5 maskinpistólina. Eyðkenda MP5 maskin­ pistól­in, ið finst í fleiri enn 100 variantum, er ein av mest nýttu mask­inpistólunum kring heim­ in, og fleiri enn 40 lond hava valt at nýta MP5 sum part av vápna­ arsenalinum hjá antin løgreglu ella hernaðardeildum. MP5 maskinpistólin tekur van­liga 15 ella 30 patrónir. Upprunaliga MP5 pistólin er frá 1960'unum, og hóast Heckler & Koch gjørdu níggju H&K UMP mask­inpistólina til at loysa MP5 pistólina av í 1999, so eru báðar mask­inpistólurnar framvegis at fáa á marknaðinum. Løgreglan skjýtur bert tá t