hósdagur 12. desember 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
15
partur av game'inum. Tað vita vit
av. Tað er bara umráðandi, at vit
hava gjørt upp við okkum sjálvi,
at soleiðis er tað, og vit kunnu
ikki pakka saman. Tað eru vit ella
eingin.
Tað skal nógv til,
áðrenn skotið verður
Tað skal heilt nógv til, áðrenn
eitt løgreglufólk kann trekkja
pistólina og skjóta, sigur Absalon
Áargarð. Danska politilógin er
ikki galdandi í Føroyum, men
skjótireglugerðin hjá løgregluni í
Føroyum, sum lýsir umstøðurnar,
har pistólin kann trekkjast, er sera
lík tí, ið verður lýst í politilógini.
Í reglugerðini stendur millum
annað, at skotvápn kunnu einans
nýtast til at "afværge et påbegyndt
eller overhængende" álop á fólk
ella týðandi samfelagsstovnar.
Absalon Áargarð vísir til orðingina
í reglugerðini og ger greitt, at har
eru serlig krøv, ið skulu vera upp
fylt, áðrenn pistólin kann nýtast.
- Tað eru tvey ting í reglugerðini,
ið eru umráðandi at leggja til
merkis. Tað er ikki so, at okkurt
kann henda um eina løtu. Tað skal
vera okkurt, sum hendir beint nú,
tá tú stendur í støðuni. Hitt er, at
talan skal vera um eitt vandamikið
álop. Tað er komið fyri, at føroysk
løgreglufólk hava staðið í teirri
støðuni, at skjótireglementið er
uppfylt.
- Eingil vil brúka eitt skotvápn
móti onkrum øðrum, uttan at tað
er absolutt neyðugt. Tað vil eingin,
heldur ikki politistar. So tá tað
einaferð verður valt at skjóta, so
er tað ikki bara tí, at reglurnar eru
uppfyltar - tær eru ordiliga upp
fyltar.
Venjingin er umráðandi
Tað er heilt sjáldsamt, at løgreglu
fólk verða noydd at nýta pistól í
Føroyum, og tí er venjingin tað, ið
løgreglufólk hava at fyrihalda seg
til. Venjingin er góð, tí at hon fyri
byrgir, at løgreglufólk taka skeivar
avgerðir, tá tey eru í einari kroyst
ari støðu, sigur Absalon Áargarð.
- Øll løgreglufólk fáa ta frá
læru og skjótivenjing hvørt ár,
sum er galdandi fyri øll løgreglu
fólk. Haraftrat eru nøkur, ið fáa
eykaundirvísing í at brúka skot
vápn, fáa oftari venjingar og aðrar
taktiskar venjingar. Skjótivenjing
er bara ein partur av venjingini.
Hvussu flytir tú á einum tílíkum
staði, hvussu arbeiða fólk, tá fleiri
arbeiða saman, hvør hevur hvørja
uppgávu og so framvegis.
Absalon Áargarð vísir á, at
sum løgreglufólk vónar tú, at
tú ongantíð fært brúk fyri venj
ingini. - Tá tørvur hinvegin er á
henni, so er gott, at venjingin situr
í merginum.
Skeivt inntrykk av
miðlaumrøðu
Absalon Áargarð vil ikki leggja
aftrat málinum sjálvum, nú kann
ingararbeiðið er farið í gongd.
Men umboðandi starvsfólk hjá
løgregluni vil hann gera vart við,
at fleiri løgreglufólk sita eftir við
kensluni, at tann boðskapurin,
sum fyrst varð miðlaður út, var,
at ein løgreglumaður fekk eitt lítið
prus, og síðani varð valt at svara
aftur við einum skotriðili móti
manninum, ið skjeyt.
- Tað, sum hevur verið sagt,
er, at ein løgreglumaður fekk ein
lítlan skaða í kjálkan. So sita fólk
kanska og halda, at tað, sum hevur
verið brúkt móti løgreglumann
inum, hevur verið eitt pinkalítið
vápn, ein luftbyrsa ella líknandi.
Tað er ikki tilfeldið, sigur Absalon
Áargarð.
Vísandi til, at tað kom undan
kavi til grundlógaravhoyrið týs
dagin, at løgreglumaðurin hevði
fingið tvey høgl í andlitið, men í
minsta lagið 30 høgl høvdu rakt
hjálmin, sigur Absalon Áargarð,
at talan var altso um álvara.
- Orsøkin til, at løgreglumaðurin
fær eitt prus, er ikki, at hesin
persónurin ikki hevur gjørt tað
nóg álvarsamt. Tað er, tí at út
gerðin - hjálmar og onnur útgerð
- hevur vart teir so væl. Støðan
kundi verið nógv verri, um hatta
rakti aðrastaðni.
- Skjótireglementið er ikki bara
uppfylt, tað er væl og virðiliga
uppfylt, sigur Absalon Áargarð.
Tí fór
løgreglan
at bera
skotvápn
STEINAR PATURSSON
Í
dag halda vit tað kanska
vera sjálvsagt, at hvørt
løgreglufólk gongur við
pistól. Tað hevur ikki
altíð verið so, men tað ber ikki
til at siga, júst nær pistólin er
vorðin fastur partur av løg
reglubúnanum.
Steen Nørskov, chef
politiinspektørur, vísir á, at
Hjartvard E. Skálagarð skrivar
í Politi í Føroyum fyrr og nú,
at løgreglan í Føroyum hevur
altíð havt atgongd til skotvápn.
Danska løgreglan hevur
eisini altíð havt atgongd til
skotvápn, men tað er ikki fyrr
enn í 1965, at danska løgreglan
fór at ganga við tænastupistól
sum fastur partur av løgreglu
útbúnaðinum.
Orsøkin handan broytingina
er at finna náttina millum 17.
og 18. september í 1965 í Keyp
mannahavn.
Palle Sørensen og ein vin
maður hansara høvdu framt
eina røð av innbrotum, og ein
løgreglubilur steðgar teimum
í stolnum bili á Amager
Strandvej. Palle Sørensen
hevði eina pistól í bilinum,
sum hann brúkti móti báðum
løgreglumonnunum og drap
báðar.
Vinmaðurin stakk av, men
Palle Sørensen koyrdi víðari
inn móti býnum, har hann
enn einaferð varð steðgaður
av einum løgreglubili, hesa
ferð á Vermlandsgade. Eins
og á Amager Strandvej skjeyt
Palle Sørensen báðar løgreglu
menninar.
Palle Sørensen hevði tilsam
ans skotið 15 skot hesa náttina,
og 12 teirra høvdu rakt teir fýra
løgreglumenninar.
Eftir hetta gjørdist krav, at
løgreglufólk skuldu hava pistól
uppi á sær, hvørja fer tey fóru
út á patrulju.
Tað er tó nógv, ið bendir á,
at kravið um pistól hevur ikki
verið fylgt heilt og fult. Jón
Klein Olsen, varapolitiinspekt
ørur, heldur, at tað var einaferð
fyrst í 80'unum, at løgreglan í
Føroyum hevði sum fastan
tátt at krøkja pistólina í beltið,
áðrenn farið varð útum.
Hetta elvdi til bæði øsing
og kjak í Føroyum, men hetta
hevði hóast alt verið krav í
kongaríkinum í nógv ár.
Tað var bert eitt úrslit av
áhaldandi áminningum frá
ríkispolitichefinum um at
stramma upp, at pistólin at
enda hevði sítt fasta pláss við
mjadnarnar heldur enn í við
førisrúminum í løgreglubilin
um ella í skápinum á løgreglu
støðini.
Saman við pistólini eru eisini
piparspray, løgreglustavur og
hondjørn fastur partur av løg
reglubúnanum.
tað er alneyðugt
Absalon Áargarð, formaður í Føroya Polistafelag
Tað absolutt
ultimativa er
so hent nú, har
vit máttu skjóta
eftir fólki