hósdagur 12. desember 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
16
Mentan
EYÐUN KLAKSTEIN
K
inesararnir koma.
Nýggja krimiskald
søgan hjá Jógvani
Isaksen snýr seg um
stórpolitiska spælið í Arktis, har
lítlu Føroyar og stóra Kina spæla
høvuðsleiklutir.
– At bókin fór at verða so aktu
ell, sum hon er vorðin, hevði eg ikki
roknað við. Kanska hevur bókin
størri hugflog enn veruleikin,
men hendingarnar í bókini kundu
saktans verið veruligar, sigur
Jógvan Isaksen.
Hann hevur nú útgivið sættu
bókina um sonevndu Skansa
deildina hjá løgregluni. Tað er
ein deild við meira og minni út
hýstum løgreglufólkum, sum tó
loysa morðgátur og samansvørj
ingar. Í nýggju bókini, sum kallast
»Arktis«, eru loyniligar samráð
ingar millum landsstýrið og Kina.
Ein fjøld av kinesarum vitjar í Før
oyum, men hvørki løgregla, ferða
vinna ella tíðindafólk vita nakað
um hesa vitjan, og myndugleik
arnir eru sum farnir undir heilt.
William Hammer, sum er leiðari
fyri Skansadeildina, fær illgruna
um, at alt ikki ruggar rætt, og sam
an við starvsfeløgunum Dejan og
Gunnleyg fer hann at sneyta í
viðurskiftunum.
– Standurin er ikki tann besti á
Skansadeildini. Húsini hjá teimum
eru sprongd, og bæði Dejan og
Gunnleyg hava ligið á sjúkrahúsi.
Nú hevur leiðslan hjá løgregluni
sent øll trý í farloyvi, tí leiðslan
veit ikki, hvat hon skal gera við tey,
men tá ið eitt kinesiskt par kemur
til William og tey at biða um hjálp,
kemur aftur lív í Skansadeildina,
sigur Jógvan Isaksen.
Kina liggur framvið
Jógvan Isaksen fekk fyrst hug
skotið um at brúka Kina í einari
krimibók, tá ið Sprotin í fjør gav út
kinesiskt-føroyska orðabók.
– Eg fór at lesa um Kina og
kinesisk viðurskifti, og tá fann
eg fram til, hvussu Kina roynir at
kroysta seg framat á okkara leið
um. Teir brúka milliardir fyri at
sleppa upp at í Arktis og her á leið.
Teir hava bjóðað sær til at gera
flogvøllir í Grønlandi, men tað
varð steðgað, og teir skulu eitt nú
gera ein undirsjóvartunnil undir
finsku víkini. Kinesarar byggja
sendistøðir í norðurlondum, teir
byggja ísbrótarar fyri milliardir,
teir ætla at gera eina nýggja tok
leið úr Kina beinleiðis til Europa
og heilt til norðara enda av norð
urlondum, og seinastu avdúking
arnar hava víst, at kinesarar hava
stóran áhuga fyri Føroyum eisini.
– Siglingarleiðin norður um
Russland styttir farleiðina úr Kina
til Europa við eini 40 prosentum,
og á leiðini úr Kina, norður um
Russland og til havnir sum Rott
erdam, Antwerpen og Hamburg
skulu skipini sigla framvið Føroy
um. Bæði í tí sambandi, og tá tað
kemur til hernaðaráhugamál,
liggja Føroyar sera væl fyri í hug
anum hjá kinesarum, sigur Jógvan
Isaksen.
Hesi viðurskifti eru uppløgd at
brúka í einari krimibók, og sjáld
an má útgáva hjá Jógvani Isaksen
hava verið so akutell sum hendan,
nú fjølmiðlar um allan heim við
gera viðurskiftini millum Kina og
Føroyar.
Ymisk skriving
Jógvan Isaksen skrivaði tvær
krimibøkur í 1990’unum, og eftir
ein langan steðg frá krimiskriving,
tók hann av álvara skrivingina
uppaftur í 2005 og hevur skrivað
krimibók á mest sum hvørjum ári.
Tíggju av bókunum hava verið um
blaðmannin Hannis Martinsson,
sum var fyrsta føroyska krimi
hejtan, og nú er sætta bókin um
William Hammer komin.
– Tá ið eg byrji at skriva, havi eg
eitt hugskot, og eg havi gjørt re
search. Við tí í huga fari eg í gongd
við at skriva, og eg havi eina hóm
ing av, hvat eg ætli mær at skriva,
men ofta tekur skrivingin yvir, og
eg endi eitt heilt annað stað, enn
eg hugsaði, sigur Jógvan Isaksen.
– Summar bøkur eru lættari at
skriva enn aðrar. Viðhvørt skriva
bøkurnar seg mest sum sjálvar
– til dømis var tað eitt spæl at
skriva Anathema – men hendan
bókin var meira stríggin at skriva.
Tað veldst nógv um, hvussu um
støðurnar hjá mær eru. Kann eg
sita dag um dag og skriva, er tað
nógv lættari, men verði eg ov nógv
órógvaður og má burturfrá fleiri
dagar, so er tað næstan sum at
byrja umaftur, tá ið eg seti meg
aftur, sigur Jógvan Isaksen.
Føroyski útisetin í Danmark er
millum okkara virknastu rithøv
undar, og hann hevur nú útgivið
52 bøkur av ymsum slagi – serliga
krimibøkur og bøkur um skald
skap og list. Men hann dugir illa
at njóta eina útgávu.
– Tá ið eg eri liðugur at skriva,
bókin er umbrotin og farin til
prent, eri eg liðugur við hana, og tá
ið hon kemur út, eri eg farin víðari
til aðra skriving, sigur Jógvan
Isaksen.
Umframt bókaskriving er
Jógvan Isaksen eisini sera virkin
sum ummælari, og hann arbeiðir
í løtuni við einum størri verki á
donskum máli um føroyska bók
mentasøgu.
Jógvan Isaksen er 69 ára gamal og úr Havn – bæði
foreldrini vóru ættað úr Gøtu – og síðani 1970 hevur
Jógvan verið búsitandi í Danmark. Síðani 1986 hevur
hann verið lektari í føroyskum bókmentum og máli á
Københavns Universitet. Jógvan Isaksen hevur síðani
sjeyti árini skrivað bøkur – nógvar um bókmentir
og list – og samanlagt hevur hann skrivað 52 bøkur
higartil. Síðan 1990 hevur Jógvan Isaksen verið
kendur sum krimihøvundur og hevur nú skrivað 16
krimibøkur um Hannis Martinsson og um William
Hammer.
KINESARAR
GERA INNRÁS
Í KRIMIBÓK
– At bókin fór at verða so aktuell, sum hon er vorðin,
hevði eg ikki roknað við, sigur rithøvundin Jógvan
Isaksen, sum í nýggju krimibókini »Arktis« skrivar
um stórpolitiska spælið hjá Kina í Føroyum