Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 17 Hvar er Hannis Martins­ son? Kendasti høvuðspersónur í føroyskum krimi­bók­ment­ um er Hannes Martinsson. Váttligi journalisturin, sum dugir at reka fløkt mál upp, var við í fyrstu krimi­bók­ ini hjá Jógvani Isaksen í 1990, og samanlagt eru 10 bøkur við Hannesi í høvuðs­ leiklutinum. Síðani 2011 er bert ein bók um Hannis kom­in út –  tað var í 2014 – og seinnu árini hevur Jógv­an Isaksen hugsavnað krimi­skrivingina meira um Skansadeildina, har Willi­ am Hammer er høvuðs­ persónur. – Ein orsøk til, at eg eri farin eitt sindur frá Hann­es Martinsson er, at hann eld­ ist jú. Fólk spyrja meg eitt sindur speiskliga, hvussu gamal Hannes nú man vera. Tá eg byrjaði at skriva um Hannes, var hann um 40 ára aldur, javngamal við meg, so eg kann ikki hava Hannes rennandi um dalar og fjøll og klintrast í bjørgunum í 60 ára aldri. Tað er ein orsøk til, at eg havi valt mær ein yngri høvuðspersón –  William, sum er í 40’unum, sigur Jógvan Isaksen. – Tað er ikki vist, at eg eri liðugur at skriva um Hann­ es Martinsson, og eg havi hugsað, um eg skuldi royna at samantvinna Hann­is Martinsson og Skansa­ deild­ina í einari krimi­bók. Mann­ingin á politi­støð­un­ um eru ymiskar í søgunum um Hannis og William, men tað er 20 ára aldursmunur mill­um teir báðar, so kanska kann tað loysast á tann hátt. Tað kundi verið stuttligt at fingið Hannis og William í somu bók, sigur Jógvan Isak­sen. – Summar bøkur eru lættari at skriva enn aðrar. Viðhvørt skriva bøkurnar seg mest sum sjálvar, men hendan bókin var meira stríggin at skriva, sigur Jógvan Isaksen um nýggju krimibókina »Arktis« Mynd: Eyðun Klakstein