hósdagur 12. desember 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
24
Karakterøðin
í føroysku skúlunum
Sum lærari á miðnámi er ikki óvanligt, at ein av fyrstu spurningunum hjá
næmingum er: “Fáa vit karakter fyri hetta?” Tey seinnu árini havi eg undrast
á henda spurning, tí eg haldi, at tað týdningarmesta er, at næmingar koma í
skúla fyri at læra. Tekur tú eitt kjak við næmingar um hetta at ganga í skúla,
so er tað sera umráðandi fyri teir, at teir fáa góðar karakterir. Tað er ikki
undarligt, tí líka síðan teir vóru 12-13 ára gamlir, hava teir fingið karakterir.
T
að er ógvuliga skjótt, at næmingar fáa fyrstu metini í fólkaskúlanum. Í summum
skúlum brúka tey enn karakterbók. Talan er ikki um tøl, men um orðingar sum
avbera gott, gott, miðal o.s.fr. Næmingar kunnu skjótt fara at identifisera seg
við met, og teir kunnu finna upp á at samanbera metini. Tí er ivasamt, hvussu
skilagott tað er við hesum karakterbókum.
Í fólkaskúlalógini stendur, at næmingar skulu hava tvey støðumet og eitt ársmet
í 8. flokki, 9. flokki og 10. flokki. Tey seinnu árini eru flestu fólkaskúlar farnir at geva
støðumet og ársmet longu í 7. flokki, og grundgevingin er, at næmingarnir skulu venja
seg við karakterir. Hetta er vorðin siðvenja, og í summum skúlum verða næmingar so
smátt vandir við karakterir longu í 6. flokki. Tað skal eisini viðmerkjast, at tað eru skúlar
í Føroyum, sum ikki geva støðumet og ársmet fyrr enn í 8. flokki, sum kunngerðin eisini
sigur. Her er eitt yvirlit yvir støðumet og ársmet:
Fólkaskúlin
7. flokkur
8. flokkur
9. flokkur
Ein næmingur hevur í
33 støðumet
35 støðumet
35 støðumet
miðal einar 11 lærugreinir
og ársmet
og ársmet
og ársmet
frá 7.-9. flokk. Hann fær
fleiri met í ymiskum
lærugreinum, t.d. bæði í
munnligum og skrivligum.
Sum sæst, fær næmingurin 103 støðumet og ársmet tey trý árini.
Innlatingar og royndir í fólkaskúlanum
Sambært námsætlanini verður ikki tilskilað, hvussu nógvar innlatingar næmingarnir í
fólkaskúlanum skulu hava. Í roynd og veru er tað upp til einstøku lærararnar at gera av,
hvussu nógvar innlatingar eru. Eg havi spurt meg fyri hjá lærarum úr ymiskum skúlum,
og eri komin til hesi tøl:
Fólkaskúlin
7. flokkur
8. flokkur
9. flokkur
Innlatingar gjøgnum árini
20 innlatingar
30 innlatingar
30 innlatingar
Tað vil siga, at um ein lærari gevur karakterir fyri innlatingarnar, so fær næmingurin
80 karakterir fyri tær tey trý árini. Flestu fólkaskúlalærarar, sum eg havi tosað við, geva
bæði karakterir og viðmerkingar fyri avrikini. Summir geva bara viðmerkingar.
Fólkaskúlanæmingar skulu eisini til royndir tey trý árini. Skúlarnir hava jólaroyndir,
várroyndir, ársroyndir og próvtøkur.
Fólkaskúlin
7. flokkur
8. flokkur
9. flokkur
Royndir
24 karakterir
24 karakterir
Fleiri skúlar hava ikki jólaroynd og várroynd í 7. flokki. Tað vil siga, at næmingurin fær
48 karakterir fyri royndir í 8. og 9. flokki.
Til samans fær ein fólkaskúlanæmingur í miðal 231 karakterir tey trý árini. Uppi í
hesum talinum eru ikki karakterir fyri munnlig avrik, til dømis framløgur, so talið er
nógv hægri.
Innlatingar og royndir á miðnámsskúlunum
Allir miðnámsskúlar (gymnasialt miðnám) í Føroyum geva tvey støðumet og eitt ársmet.
Í mun til fólkaskúlan er tað upp til rektararnar á skúlunum at gera av, hvørt teir vilja
hava fleiri enn eitt støðumet.
Miðnám
1.g
2.g
3.g
Ein næmingur hevur í miðal
32 støðumet
34 støðumet
33 støðumet
einar 14 lærugreinir frá 1.g
og ársmet
og ársmet
og ársmet
til 3.g. Hann fær fleiri met
í ymiskum lærugreinum, t.d.
bæði í munnligum
og skrivligum.
Næmingar á miðnámi hava eisini innlatingar:
Miðnám
1.g
2.g
3.g
Innlatingar gjøgnum árini
40 innlatingar
40 innlatingar
24 innlatingar
Eins og lærarar í fólkaskúlanum geva fleiri lærarar á miðnámi bæði karakterir og
Tíðargrein
Tórður Johannesarson
Lærari