Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 23 U m vikuskiftið fer Klaks­víkar Sjón­ leikar­felag at spæla jóla­teiti, sum tey hesa­ferð hava givið navnið »Noss­lig jól«. – »Nosslig jól« eru ikki fyri børn og ikki fyri sartar sálir. Hesa­ferð er tað fúlt, pínligt og tærnakrimpandi skemt –  og forbanka stuttligt, sigur Klaks­ víkar Sjónleikarfelag í fráboðan. Hetta er fjórða árið ár, at Klaks­ vík­ar Sjónleikarfelag spæl­ir jóla­ skemt í gomlu Brand­støðini í Klaksvík, har tey halda til. – Mangt kann sigast um jólini í gomlu Brandstøðini í Klaksvík. Einaferð vóru tey syndarlig, eina aðru ferð vóru tey buldralig, hinaferð vóru tey lallalig, og í ár verða tey nosslig. Men eitt er so heilt sikkurt. Aftur í ár verður strembað eftir, at seta støðið so lágt sum gjørligt, sigur Klaks­ víkar Sjónleikarfelag. »Nosslig jól« vórðu spæld fyrstu ferð í gjárkvøldið, og tvær sýn­ingar verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Samanlagt standa seks sýningar á skránni. Mítt vikuskifti Hvat fert tú at gera um vikuskiftið? – Je havi glett meg sera nógv til hetta komandi viku­skift­ið. Fyri gott tveim­um árum síðan flutti je til Es­bjerg, og her havi je fingið nógvar nýggjar før­ oysk­ar vinir, og lucky me, tí teimum dámar sera væl country­tónleik. Leygar­ kvøld­ið koma tey heim til mín til jólafrokost, har okur fara at eta føroyskan og danskan jólamat. Je vænti eisini, at gitt­ar­in verður tikin fram. Hvønn vikuskiftisdag dámar tær best? – Mær dámar allar best sunnu­dagin, tá slappi je totalt av. Okur plaga at eta kylling og rís við lekrari brúnari sós hvønn sunnu­ dag. Børnini elska tað, og tað geri je eisini. Hetta hevur verið føst sunnu­ dags­mat­skrá, síðan je var óviti. Hvussu dámar tær jólamánaðin? – Je eri nokk so upptikin bæði vid arbeiði og tónleiki í jólamánaðinum,men hend­an myrka og kalda tíð­ in er ein heilt fan­tast­iska hugnalig tíð. Tað er so dei­ ligt at síggja, at fólk blíva meira kerlig, romantisk og ikki minst gávumild í jóla­ mán­aðinum. Je eri tó ikki so nógv til jólapynt. Je byrji at pynta 1. desember og taki tad niður aftur 27. desember. Tó hanga inni­ jóla­ketur­nar uppi alt árið. Um tú skalt vidmæla fólki at lurta eftir ein­ um sangi um viku­ skiftið, hvør skuldi tad so verið? – Marner av Lofti hevur ein heilt fantastiska vakr­ an jóla­sang, sum eitur »Jól heima í Føroyum«. Hann passar sera væl til før­oysk­ ar útisetar. Hendan sangin vil je vidmæla fólki at lurta eftir. Og eg ynski øllum eini gleðilig jól. Leggja støðið so lágt sum gjørligt Jólateitið hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag er pínligt og tærnakrimpandi skemt N ú kunnu »Lógirnar« hjá heim­ spek­ingi­num Platon lesast á før­oyskum máli. Tað er fyrrverandi lærarin og politik­arin Eilif Samuelsen, sum hevur týtt verkið til føroyskt. Hetta er fimtanda út­gávan hjá forlagnum Hemlið, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Tá ið Eilif Samuelsen í 2002 sum 68 ára gamal lat seg pensiónera eftir eitt langt og virkið arbeiðslív í fólkaskúlanum og í poli­tikki, setti hann seg ikki at slappa av og stara út gjøgnum vindeygað. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at læra seg latín, og síðani 2004 hevur Eilif Samuelsen týtt 13 stór­verk í altjóða bókmentum til føroyskt og fingið tey útgivin. Hann hevur givið trúar­lærarum og heimspekingum sum Platon, Aristoteles, Augustin, Thomas More og Løgstrup føroyskt mál. – Skulu vit kalla okkum land, mugu vit eisini hava hesi verkini á føroyskum máli, og í grundini undrar tað meg, at bøkurnar ikki langt síðani eru týddar til føroyskt, sig­ur Eilif Samuelsen. »Lógirnar« eru helst seinasta verkið, sum Platon greiddi úr hondum. Tríggir gaml­ir menn ganga ein heitan summardag á Kreta. Teir eru á veg til Idafjallið og Zeus­ hellið, har Zeus á sinni gav kretoy­ingum tær fyrstu lógirnar. Meðan teir ganga, skifta teir orð um, hvussu ein væl skip­ aður statur eigur at verða bygdur upp. Teir hugsa sær til, hvussu jørðin skal verða býtt sundur, hvørji fólk skulu búgva har, hvørj­ir stovnar og embæti tørvur verður á. Teir skriva eisini lógir og reglur, sum skulu skipa alt virksemi og øll viðurskifti. Talan er um megnarverk hjá Platoni, sum er eitt uppskot til eina samfelagsfyrimynd, sum kann verða gjørd til veruleika og virka sum tað góða samfelagið við teimum góðu borgar­unum. Bókin er 581 blaðsíður. Evi Tausen Eilif Samuelsen hevur týtt enn eitt stórverk í heimsbókmentum til føroyskt mál Eilif hevur týtt stór­ verk Eilif Samuelsen hevur seinnu árini verið sera virkin sum týðari MYND: ÁLVUR HARALDSEN Lagt til rættis: Eyðun Klakstein