hósdagur 12. desember 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
22
Prei!
Prei!
SO SIGA TEY!
POPPARAR
Í KLAKSVÍK
Fríggjakvøldið verður kon
sert við teimum trimum
kendu poppsangarunum
Kim Hansen, Eyðuni Nols
øe og Terja Rasmussen.
Teir eru landskendir sum
solistar og tónleikarar í
bólkum sum Frændur,
Moirae og Føsturfressar.
Eyðun, Terji og Kim hava
onkuntíð havt framførslur
saman, men hetta er fyrstu
ferð, at teir spæla í Spania
stovu í Klaksvík. Konsertin
verður fríggjakvøldið kl
21.00.
MAARYA OG
MARIANNA
Leygarkvøldið verður
dupultkonsert í Reinsar
ínum í Havn við song
kvinnunum Maarya og
Marionnu Winter. Song
kvinnurnar eru báðar
føroyskar við týðandi út
lendskum sambondum.
Maarya er uppvaksin í
Skotlandi, men hevur
verið nógv í Føroyum. Mar
ianna er fødd í Los Angeles
í USA, men er uppvaksin í
Føroyum. Tær syngja
báðar soul, r&b og jazz
inspireraðan tónleik og
hava báðar givið staklag
út í ár. Konsertin verður
leygarkvøldið kl. 21.00.
NORÐLÝSIÐ Í ODDAGREIN UM LØGTINGSMANNIN JÓHAN DAHL, SUM ER
UMBOÐSMAÐUR HJÁ HUAWEI Í FØROYUM (NORÐLÝSIÐ)
JENIS AV RANA, LANDSSTÝRISMAÐUR, Í SVARI TIL FYRISPURNING
HJÁ LØGTINGSMANNINUM DJÓNA N. JOENSEN UM FØROYSKA
JOURNALISTÚTBÚGVING
DANSKI FORSÆTISRÁÐHARRIN METTE FREDERIKSEN UM FUNDIN
MILLUM LANDSTÝRIÐ OG KINESISKA SENDIMANNIN, HAR TRÝST
EFTIR ØLLUM AT DØMA VARÐ LAGT Á LANDSSTÝRIÐ (KVF)
Hóast tingmaðurin ikki
misbrúkar sína lyklastøðu, so
fer ivin og óttin at hanga har…
Møguliga átti tingmaðurin at
umhugsað at farið í farloyvi.
Skal eg svara stutt og
skjótt verður svarið: Nei,
landsstýrismaðurin ætlar ikki
at seta á stovn útbúgving í
journalistikki beint nú.
Eg var ikki til staðar á
fundinum, so eg vil ikki
blandast upp í kjakið um,
hvat varð sagt.
32.000 leikahermenn, sum eru
umskapaðir til ein grindahval,
skulu byrja eina samrøðu og
byggja brúgv millum Føroyar
og útheimin.
Tað er eitt av hugskotunum
við stóra listaverkinum hjá
klaksvíkinginum Edwardi Fuglø.
Hvalurin var í summar at síggja
á framsýning í Klaksvík, men
nú er hann strandaður í Havn,
har hann kann upplivast á Lista
savni Føroya.
– Ein grindahvalur í veruligari
stødd varpar ljós á, hvønn leik
lut grindin hevur fyri føroyska
mentan søguliga, og á hvat
umheimurin heldur um grinda
dráp í hesum døgum. Evnið er
tíðarbært, tí at Føroyar í størri
og størri mun verða samanbor
nar við grindadráp og av altjóða
aktivistum verða fordømdar í
hesum sambandi, sigur Lista
savnið um verkið.
Umframt at skoða verkið
ber eisini til at leggja oyrað
inn móti hvalinum og lurta
eftir ymiskum sjónarmiðum
um grindadráp. Tað ber til at
hoyra Sea Shepherd-stovnaran
Paul Watson, modellina Pamela
Anderson, ein franskan aktivist,
ein 14 ára gamlan føroyskan
drong, ein føroyskan mann, ein
lækna og grindakvæði. Ljóðbitar
úr grindadrápi kunnu eisini
hoyrast.
Verkið kallast »Whale War«
og letur eisini hvalin koma til
orðanna.
– Verkið er gjørt burtur úr
plastikki, og hetta kann tulkast
sum eina viðmerking til, at
heimshøvini í vaksandi mun
dálkast og fyllast við plastikki.
Eitt av heimsmálunum hjá ST
er at varpa ljós á umhvørvið
– herímillum heimshøvini.
Listasavnið stuðlar hesum
heimsmálum við at sýna fram
listaverk, ið eggja til umhugsan
og hugleiðing um umhvørvið,
djóravælferð og altjóða burðar
dygd. Harumframt gleða vit
okkum til at byggja brúgv
millum hugsjónina úr útheimi
num og úr Føroyum. Við at byrja
eina samrøðu um grindadráp og
við at upplýsa um hetta vóna
vit, at kritikkurin gerst meiri
fjølbroyttur, sigur Karina Lykke
Grand, stjóri á Listasavni Før
oya.
Stóri grindahvalurin er gjørdur úr 32.000 leikahermonnum
og skal byggja brúgv millum Føroyar og útheimin
HVALURIN HJÁ EDWARDI
ER STRANDAÐUR Í HAVN
Listamaðurin Edward Fuglø hevur skapt sermerkta verkið »Whale War«