Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 21 uppgáva er í 10 stigum. Upp­gáv­ urnar og stigini verða truplari so hvørt sum tú lærir meira. Ein av uppgávunum er at forrita ein persón á teldu­skíggja­ num ígjøgnum eina villiniborg. Leiðin gerst alsamt truplari og for­ritið skal gerast snøggari í hvørj­um. Tá ið Sosialurin royndi blokka­spælið í blaðnum miku­ dagin slapp høvundurin ikki long­ur enn til fimta stig í villini­borgini. Fleiri av børn­un­ um í hesum fjórða flokki eru á tíggjunda og seinasta stigi í villini­borgini, og tað tykist sum at onkur nærkast einari loysn. Seinasta stigið er torført - ”Eg havi funnið útav tí” rópar ein. Næmingarnir savnast og fylgja við hvussu persónurin á teldu­skíggjanum flytir seg ígjøgnum villiniborgina. Hann snarar allar røttu vegirnar, men so steðgar hann upp, eitt fet frá máli­num. - ”Nei! Tað er so tætt við!” rópa tey, og seta seg aftur at forrita. Stýris­boðini eru snaringar, boð um at fara til gongu, treytir og endurtøkur. Fært tú persónin at snara seg rætt og flyta seg undir ávísum treytum nóg ofta, ber til at fáa hann á mál. Hjálpa hvørjum øðrum Lærarin flytur seg ímillum næm­ ing­ar­nar og roynir at hjálpa teimum at loysa upp­gáv­ur­nar. Í seinastu stigunum í villini­ borgini er tó trupult hjá lærara­ num at hjálpa. Nakrir næmingar duga betri enn lærarin at loysa torførastu uppgávurnar, og teir hjálpa sínum floksfeløgum, áðrenn teir fara aftur til sína teldu at loysa tíggjunda stig. Klokkan verður hálvgum tvey, men næmingarnir eru ikki varugir við at teir hava frí nú. Tey vilja finna røttu framferðina – røttu algoritmina. Eftir einari løtu byrja tey kortini at fara heim, har tey altíð kunnu halda fram at loysa villiniborgina og hinar uppgávurnar. Putlispølini vóru tað stuttligasta Anja úr 4.A í skúlanum á Fløtum er ein av teimum, sum kom til tíggjunda stig í villiniborgini, áðrenn tað var farið heim. Tað var torført, heldur Anja, sum ikki hevði roynt sovorið fyrr. Men tað var stuttligt, heldur hon - stuttligastu uppgávurnar vóru putlispølini. - Eg mátti allatíðina spyrja um hjálp, sigur næmingurin, sum fekk hjálp frá bæði lærara og floksfeløgunum. - Silas dugir mega væl, og hann hjálpti øllum, greiðir Anja frá áðrenn hon fer heim. Hon ætlar sær at klára villini­borgina heima, sigur hon. Vil vera forritari – ella fótbóltsspælari Mihai er floksfelagi hjá Anju. Hann er eisini komin til tíggjun­ da stig í villiniborgini. Hann hevði ikki roynt hesar upp­gáv­ ur­nar fyrr, men Mihai hevur roynt at forritað áður. - Eg og Silas og Brestir ganga til programmering týsdagar, greið­ir Mihai frá. Tí gekk eisini skjótt at koma ígjøgnum tey fyrstu stigini, og Mihai metir at hann var komin til tíggjunda stig eftir einum tíggju minutt­ um. Men hetta var kortini tor­ ført, sigur Mihai, sum hugsar at hann fer at brúka tveir tímar uppá at loysa villiniborgin og kanska fleiri uppgávur, tá ið hann kemur heim. Spurdur um hann kundi hug­ sa sær at liva av at forrita, svarar Mihai: - Kanska, men eg hevði helst vilja verið fót­bólts­spælari. SJURDUR@SOSIALURIN.FO