hósdagur 12. desember 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
20
SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL
T
á ið Sosialurin kemur
á gátt hjá 4. A í Skúla
num á Fløtum arbeiða
næmingarnir spentir
við hvør sínari teldu.
- Hava tit tað stuttligt?, spyrja
vit.
-Ja!, svara børnini við ein
munn, meðan tey sita og gera
algoritmir í telduni.
Tey luttaka hesa vikuna,
saman við fleiri enn 800
milliónum børnum kring
allan heimin, í altjóða
tiltakinum, ”Hour of Code”.
Á føroyskum eitur tiltakið
”Rita ein tíma”
Tað er KT-felagið, sum
skipar fyri tiltakinum í
Føroyum, har skúlaflokkar
kunnu melda seg til at brúka
ein tíma at rita í.
Læra at stýra telduni
Endamálið er fyrst og fremst at
kveikja ein áhuga fyri forritan.
Tað er umráðandi at læra, siga
tey í KT-felagnum, og endamálið
er at børnini skulu læra at stýra
telduni, heldur enn at teldan
stýrir børnunum – at tey fáa
tamarhaldið á tøknini.
Í 4. A er dystur um at fáa lær
aran til sín at hjálpa. Fingrarnir
eru á lofti um alt flokshølið,
tí tey vilja
hava hjálp
at loysa
villini
borgina í blokkaspælinum, sum
er umsett til føroyskt í ár.
Blokkaspælið lærir børnini
stýrisboðini til forritan. Har eru
átta ymiskar uppgavúr, og hvør
AVBJÓÐANDI
AVBJÓÐANDI
OG
OG STUTTLIGT
STUTTLIGT
AT FORRITA
AT FORRITA
Næmingar í Føroyum og um
allan heim hava hesa vikuna
fingið innlit í telduforritan
í tiltakinum, ”Rita ein tíma”.
Sosialurin slapp at vitja ein av
luttakandi skulaflokkunum, og
sá fegin børn við ovurstórum
bindindi loysa avbjóðandi
uppgávurnar, ið kveikja áhugan
fyri at taka tamarhaldið á tøknini
Villiniborgin,
og hinar upp
gávurnar at
forrita, eru at
finna á
rita.fo