Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen F yri nøkrum árum síðani høvdu vit greinarøðina Hendur ið Sleptu, har greitt varð frá søg­ uni aftanfyri stórt sæð all­ar gravsteinarnar í hesum kirkju­ garði. Hetta gjørdist til um 240 greinir, sum vóru um 300 grav­ steinar við um 500 nøvn­um og annars nógv fleiri eftir­kom­ar­um. Henda røðin varð so væl um­ tókt, at eg í 2017 varð kos­in ársins borgari av Lions Club í Havn. Tað hava eisini verið út­varps­send­ing­ ar úr kirkju­garðinum, sum hava verið endursendar fleiri ferðir. Hes­ar hava eisini verið ógvuliga væl umtókt millum fólk. Her er jú tal­an um søguna hjá undanfarna ætt­arliðum, sum hava lagt grund­ ar­lagið fyri tí samfelagi, sum vit hava í dag. Her er enn ein frásøgn. Eikir sum “gravsteinar”. Hesa ferð er søgan um tvær eikir, sum lýsa hvør sína grøv. Poul í Barnastovu ( Mouritsen), 1847-1938, og Greta í Snikkarastovu (Margreta Karbek), 1850-1937, liggja grivin undir eikini beint aftanfyri Andreas C. Lützen. Margreta Dalsgaard, sum er oldurabbadóttir teirra, greiðir frá: “Greta var tann seinasta, sum hevði eftirnavnið Karbek. Fastir mín, Karin Dalsgaard, bleiv gift í Danmark á heysti 1950. Í sam­ bandi við at omma og abbi og kanska eisini pápi hava vitjað hana, tóku tey nakrar eikinøtur við heim og settu tær niður. Av tí, sum kom undan, bleiv ein eik sett á grøvina hjá langommu mínari, Karen Elisabeth Sofie Rein, 1880-1926, og ein á grøvina hjá foreldrum hennara, Margretu og Poul. Hetta eru helst norðastu eikir í verðini og eru tær umtalaðar í bókini Træplanting í Føroyum í eina øld. Annars havi eg eini kanónkúlu, ið pápi sum smádrongur fekk frá Poul í Barnastovu. Søgan er, at Poul hevði fingið hesa á ungum árum frá einum eldri manni í Havn. Kanónkúlan skal vera ein sum brillumaðurin skeyt eftir Havn­ini”. Poul í Barnastovu var soldat­ ur á skansanum, og tey búðu í Snikkarastovu á Reyni. Poul var eisini virkin limur í gamla avhalds­ felagnum í Havn. Fótbóltur hevur hann eisini havt áhuga. Hann var ein av teimum sum bundu seg til at gjalda fyri umvælingar av vøllinum í Gundadali, áðenn HB varð stovnað. Tá ið hann doyði í 1938 varð hann umrøddur í bløðunum sum ein av elstu og best kendu havn­ ar­monnum. Børnini skaptu søgu í Havn Elstur var Jacob Mathias Mourit­ sen (1874-1966) , kallaður Jakki í Snikkarastovu. Hann var giftur við Kristionnu Eidesgaard úr Oyndarfirði. Hon var systir tann kenda skiparan, Justines Eides­ gard. Jona Henriksen skrivaði um abba sín í Sosialinum, tá ið hann fylti 90 ár í 1964. Hetta verður end­urgivið við onkrum ískoyti frá Jógvan Arge. “Jakki var borin heim í Snikk­ ara­stovu og livdi har til hann í 1910 bygdi sær hús í Nólsoyar Pálls­ gøtu og flutti niðan har við konu og børnum. Hann var ein evna­ rík­ur drongur og dugdi so væl í skúlanum, at táverandi próstur vildi hava hann á læraraskúla, men tað hevði hann ongan hug til. Hann vildi sleppa í handil ella á skrivstovu. Aftaná at hava verið hjálpi­ lærari eitt skifti norðuri í Hvalvík fór hann í krambúðina hjá Jacob Lützen í Fútastovu. Seinni fór hann at handla heima hjá sær sjálv­um, men forrætningsmaður varð hann ongantíð, so hann helt uppat og fór á skrivstovuna hjá komm­unala elverkinum sum bók­haldari. Um aldamótið var ikki hvørj­ um manni givið at duga at seta saman og skriva brøv til tað al­ menna. Men her skaraði Jakki fram­úr, og nógv vóru tey, ið leit­ aðu til hansara, tá brøv og um­ sókn­ir og annað skuldi gerast. Ja, hann skrivaði skjøti og testa­ menti og førdi enntá sakir fyri summi, alt ókeypis sjálvandi. Sjálvt um Jakki fekk yrki sítt innandura, so hevði hann stóran hug til útiarbeiði og til sjógvin ikki at forgloyma. Hann átti bát og var ofta til útróðrar, trø átti hann eisini og legði har eitt stórt arbeiði. Varð rópt grindaboð, var hann altíð millum teir fyrstu avstað, og í harutíð kundi tú altíð møta honum við byrsu á baki. Sjálvan 75 ára føðingardagin var hann og skeyt harur. Fótbólturin hevur hansara stóra áhuga, og hann var ein av teimum, sum stovnaði HB og var limur av teirri fyrstu nevndini. At seinnu ættarliðini blivu B36-arar er ein onnur søga! Eisini dámdi honum væl at telva, serstakliga fýrtalv. Av­halds- ­maður hevur hann verið, og er hann eisini í gamla av­halds­ felagnum og seinni í losjuni. Frá ungum av var hann sjálv­ s­týris­maður, og var hann millum teir fyrstu, sum flaggaðu við Merk­inum. Tá ið javnaðarflokkurin varð settur á stovn í 1925 gjørdist hann beinanvegin limur har, tí arbeið­ ara­politikkurin og øll tey sosialu málini hava altíð verið hjartasak hansara. Hann var býráðslimur fyri javnaðarflokkin frá 1932-1940. Og øll hesi mongu ár hevur hann verið flokkinum ein góður stuð­ul og reiðinskapin av blaði okk­ara, Sosialin, hevði hann leingi, ja líka til eyguni bilaðu. Seinast men ikki minst hev­ur Jakki allar dagar verið ein trú­ fastur kirkjumaður. Hvønn ein­ asta sunnudag sat hann á ytsta bonk. Eisini gekk hann altíð til týs­kvøldsmøtini í meinig­heits­ hús­in­um, ja, ofta var tað bara Sofus Højgaard og onkur triði til stað­ar. Álíkavæl góvust teir ikki men hildu fram við hesum bíbliu­fundum, og nú í dag møta heilt nógv. Hann var eisini ein av teimum fyrstu limunum í KFUM. Í 1959 misti Jakku konu sína Kristionnu. Hetta var honum ein dyggur smeitur, sum setti hann nógv aftur. Í 58 ár var tað lagað teimum at liva saman og skapa eitt gott heim fyri teirra 10 børnum. Sorgir fingu tey bæði á ein og annan hátt, men tey bóru tær saman, og tað besta av øllum, tey vistu, hvønn tey skuldu leita til eftir hjálp og styrk, og tí var altíð fjálgt og trygt at koma inn til teirra. Og ikki bara fyri børnum teirra vóru húsini eitt heim, nei líka nógv fyri versynum, verdøtrum og barna­ børnum. Vitjaði tú í seinnu árum inn til teirra ein sunnudag seinnapart, so sótu tey altíð við bíbliu- og lestrabók. Stór ætt Petur Alberg skrivaði í síni dag­ bók tann 13. november 1901: Fejrede fejrede Poul og Marg­ rethe Mouritsen (Snedk­er­stue) deres Sølvbryllup. Min Fader og Brod­er Kristen som havde lavet en Transparent, der var meget smuk. Den var opstillet paa samme Sted som da Afholdsgildet var. Tey bæði átti 10 børn og komu tey at eita Karbech Mouritsen. Nógv teirra komu eisini at gera seg galdandi í samfelagnum á ym­iskum økjum, sum politikk og handli. Fleiri teirra vóru virkin í Javnaðarflokkinum. Ein av teim­ um var Jona Henriksen. Døturnar: Karin Rein (1880-1926) var gift við Jacob Carl Rein. Tey búðu í M. Heinasonargøtu 14 og áttu 2 døt­ur. Hin dóttirin var Mourentza Isaksen (1877-1918). Hon var fyrra kona Poul í Geil. Hon doyði av sponsku sjúku í 1918. Tey vóru barnleys. Poul var sonur Djóna í Geil og var beiggi Petur Alberg, Kristin í Geil og Onnu Ziska. Hann giftist aftur við Katrinu Mariu úr Hvalba. Tey fingu sonin Djóna í Geil, sum var tingmaður frá 1954 til 1958. Á gravsteininum hjá Mour­ entzu stendur: “Sæl eru tey misk­ unn­somu, tí at tey skulu miskunn fáa.” Systrarnar liggja grivnar lið um lið. Eikin stendur á grøvini hjá Karini. Kirkjugarðurin undir Svínaryggi er eitt tað mest søguliga stað í Havn og í Føroyum yvirhøvur. Men tað sæst einki til tað SIÐSØGA Kirkjugarðurin á Svínaryggi: EIKIR SUM GRAVSTEINAR Poul og Greta í Snikkarastovu Undir trænum liggja Poul og Greta grivin