Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 144 27 Komandi partur Í komandi viku kemur annar partur um Sigert í Kirkjubø Virknar systrar Hetta hava verið ógvuliga virkin systkin. Oftast hoyrist meira til mannfólkini. Petur Alberg skrivar, at í 1901 fór Mourentza niður á Vallekilde Højskole. Hetta hevur neyvan verið vanligt hjá gentum tá. Tað sæst í bløðunum, at systr­ arnar eins og beiggin vóru virknar á ymiskum økjum. Tær vóru limir í Havnar Fráhaldsfelag, og í 1907 vóru tær virknar í sambandi við fólkaatkvøðuna, sum setti bann fyri fría rúsdrekka sølu. Hetta sæst í teirri yvirlýsing, sum kom fram tá. Hon stóð m.a. í fráhaldsblaðnum Dúgvan tann 28. septembet 1907. Kvinnurnar gjørdu munin Úrslitið var, at bannið móti fríari rúsdrekkasølu varð samtykt 1.167 atkvøðum móti 34. Kvindeforeningen, “Thors­ havns Kvindeforening til Ædru­e­ lighedens Fremme”, var eitt serligt fráhaldsfelag fyri kvinn­ur, tí tær ikki sluppu við í “mann­fólka­ fel­agið”. Felagið varð stovnað í 1899. Sum tað sæst skriva báðar systr­arnar undir, uttan iva sum nevnd­arlimir. Feløgini bæði vórðu samanløgd í 1925. Fólkaatkvøðan í 1907 var fyrstu ferð kvinnur høvdu valrætt. Tí ráddi um at fáa kvinnurnar at velja. Her gjørdu tær báðar sín part, og hetta eydnaðist væl. Seinni var Karin eisini virkin á øðrum økjum. Í 1909 var hon við til at skipa fyri basari á ólavsøku at fíggja flytingina av háskúlanum úr Føgrulíð til Havnar. Í 1912 var hon aftur við til at skipa fyri basari til frama fyri há­skúlan. Í 1914 vóru systrarnar báðar við til at skipa fyri einum basari fyri “opførelse af et færøsk museum”. Í 1921 vóru ætlanir um a seta á stovn eitt serligt ungdómsheim í Havn, sum Knud Alsinger og Henriette Hansen, kend frá KFUK, stóðu fyri. Í hesum sambandi varð skipað fyri basari, har Karin Rein var ein av stigtakarunum. Hetta var byrjanin til KFUK. Hetta heim opnaði í 1922 úti í Tinga­nesi. Her gjørdist skjótt ov trongt og KFUK flutti niðan á Varða­gøtu, har tað framvegis er. Skyld­konan, Jona Henriksen, var í mong ár ímyndin av KFUK. Systrarnar doyðu báðar í góð­ um árum. Tjóðsavnið eigur at yvirtaka gamla kirkjugarðin Í øðrum londum verður hjúklað um gamlar kirkjugarðar, sum ta fólkaogn teir eru. Tað verður eis­ ini nógv gjørt fyri at kunna um teir persónar, sum eru grivnir her, og tað eru nógvar áhugverdar lívs­søgur, sum kunnu koma fyri dagin. Eitt gott dømi um hetta er Assistent kirkjugarðurin í Keyp­ mannahavn, sum kann sam­met­ ast við kirkjugarðin undir Svín­a­ ryggi. Nevndi kirkju­garð­ur verð­ur nevndur ein ment­un­ar­dep­ul. Men kirkjugarðurin undir Svína­ryggi hevur ongan góðan. Her verður ikki gjørt meira enn hægst neyðugt fyri at røkja hann. Hetta sæst væl aftur, og t.d. danir við føroyskari rót, sum fara i kirkju­garðin at vitja grøvina hjá sínum forfedrum, øtast. Meðan hetta verður skrivað renna fleiri áir oman eftir høvuðsbreytini í kirkjugarðinum. Kirkjugarðurin er fullur av søgu, sum hevur greinir til fleiri heims­partar. Her liggja nógvir søgu­ligur persónar, sum hava havt stóran týdning bæði fyri bý og land. Kenni av royndum, at hetta vildi havt stóran áhuga hjá nógv­ um fólki. Tað hevði verið lætt at kunna fólk, sum vitja kirkjugarðin, um hesa søgu. Hetta kundi eisini verið heima við hús á teldu Men her er slett ikki nakar áhugi hjá býarmyndugleikunum í Havn. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi kommunan gjørt eitt kort, so tað á telduni skuldi kunnað síggjast gravirnar við nøvnum. Men hetta arbeiði er ikki hálvgjørt. Nógvar gravir eru als ikki skrásettar. Aðrar hava hvørki føði ella deyðaár, hóast hesir upplýsingar í stórt sæð øllum førum eru tøkir. Í øðrum førum eru navnið á kendum havnarmanni skeivt stavað. Tað eru søgur um hvørja ein­staka grøv eisini, sum kundu verið á eini verkætlan at gera kirkjugarðin meira viðkomandi. Eitt uppskot kundi verið at lata Tjóðsavnið yvirtaka kirkju­ garðin. Her eru dugnalig fólk, sum uttan iva høvdu kunnað gjørt kirkju­garðin til tann søgu­mið­ depil, sum lættliga kann gerast uttan stórvegis kostnað. Vit eru uttan iva fleiri, sum høvdu viljað stuðla eini slíkari verkætlan. Undir hesum træi liggur Karin grivin undir liðuni á systir síni Mourentsu Jakki Mouritsen í Snikkarastovu Karin og Jacob Rein Mourentse og Poul í Geil