hósdagur 12. desember 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
30
TRÓNDUR ARGE
Ongantíð eru so nógv mál skotin
í bólkaspælinum í Champions
League sum í ár. 308 ferðir hava
málverjarnir verið í málinum
eftir bóltinum. Tað sigur kanska
nakað um, at altjóða fótbóltur
leggur stóran dent á álops
sinnaðan fótbólt.
Her kunnu nevnast feløg sum
Red Bull Salzburg, Dinamo Za
greb og Ajax, ið ikki komu víðari,
men skoraðu væl av málum.
Í tølum er týski risin, Bayern
Munchen, sterkastur. Bayern
Munchen setti met við at vinna
allar dystirnar í bólkaspælar
inum og hava ein málúrtøku
upp á + 19. Við sínum 24 málum
er Bayern Munchen eisini mest
skorandi liðið í bólkaspælinum
higartil.
Flestu av favorittunum eru
víðari. Liverpool, Manchester
City, PSG, FC Barcelona og Real
Madrid eru millum favorittarnir
at vinna kappingina.
Stóru tapararnir vóru Ajax
og Inter Milan, sum spiltu sær
møguleikan á heimavølli í sein
asta umfarinum.
Nýggj stjørnuskot
Tvey nøvn, sum hava skrivað seg
í søgubøkurnar í hesum bólka
spælinum eru Ansu Fati úr FC
Barcelona og Erling Braaut Haa
land úr Red Bull Salzburg.
Ansu Fati bleiv mikukvøldið
yngsti málskjúttin í Champions
League kappingini, tá FC Barce
lona vann 2-1 á Inter Milan. Ansu
Fati er 17 ár og 40 dagar gamal.
Hann kom inn í seinna hálvleiki,
tá støðan var 1-1. Ansu Fati er ein
kvikur og bóltsterkur vongur,
sum passar væl
til
ímyndina
av katalanska
stórfelagnum.
Tað
vísti
hann eisini
løtuna hann
var
inni.
Málið kundi
fyri tað sama
verið skotið
av Lionel Messi,
tí tilgongdin var
áleið tann saman
sum seksfaldi Ballon
d’Or vinnarin plagar at
brúka.
Hann dribblaði stutt uttan
fyri brotssteigin og spældi
bandaspæl, áðrenn hann við
neyvum skoti sendi bóltin flatt
í stongina og inn. Ansu Fati tók
harvið metið frá Peter Ofori-
Quaye, sum í 1997 skoraði fyri
PSV móti Rosenborg. Ansu Fati
er 154 dagar yngri enn Peter
Ofori-Quaye var, tá hann skor
aði.
Ansu Fati er úr Guinea Bissau
og fekk fyrr í ár debut fyri FC
Barcelona. Hann hevur sæð
sannførandi út og fleiri í fót
bóltsheiminum halda, at hann er
eitt gott boð upp á eina komandi
fótbóltsstjørnu.
Hitt stjørnuskotið er 19 ára
gamli norðmaðurin, Erling
Braaut Haaland. Hann skoraði
millum annað sjey mál sínum
fýra fyrstu Champions League
dystum. Tað er met.
Hann er fyrsti tannáringurin,
sum skorar hattrik í Champions
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
FC BAYERN MÜNCHEN
6
6
0
0
24
5
19
18
TOTTENHAM HOTSPUR
6
3
1
2
18
14
4
10
OLYMPIACOS FC
6
1
1
4
8
14
-6
4
FK CRVENA ZVEZDA
6
1
0
5
3
20
-17
3
BÓLKUR
B
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
PARIS SAINT-GERMAIN
6
5
1
0
17
2
15
16
REAL MADRID CF
6
3
2
1
14
8
6
11
CLUB BRUGGE
6
0
3
3
4
12
-8
3
GALATASARAY AŞ
6
0
2
4
1
14
-13
2
BÓLKUR
A
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
MANCHESTER CITY FC
6
4
2
0
16
4
12
14
ATALANTA BC
6
2
1
3
8
12
-4
7
FC SHAKHTAR DONETSK
6
1
3
2
8
13
-5
6
GNK DINAMO ZAGREB
6
1
2
3
10
13
-3
5
BÓLKUR
C
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
JUVENTUS
6
5
1
0
12
4
8
16
CLUB ATLÉTICO DE MADRID
6
3
1
2
8
5
3
10
BAYER 04 LEVERKUSEN
6
2
0
4
5
9
-4
6
FC LOKOMOTIV MOSKVA
6
1
0
5
4
11
-7
3
BÓLKUR
D
Bólkarnir:
FINALAN VERÐUR Í ISTANBUL
Tað er ikki undarligt, um hetta sigur
viðhaldsfólkum hjá Liverpool nakað. Tí seinast
Champions League finalan var í Istanbul,
tá vann Liverpool eftir brotssparkskapping
móti AC Milan. Tað var í 2005. Champions
League finalan verður 30. mai 2020.
Bólkur A:
Paris Saint Germain byraði við at vinna 3-0
á Real Madrid og síðani var ongin ivi um, at
franska høvðusstaðarfelagið fór at koma víðari.
Verri sá út hjá Real Madrid, sum í øðrum umfari
spældi javnleik 2-2 móti Club Brugge. Alt vendi
22. oktober í Turkalandi, tá Real Madrid vann
1-0 á Galatasaray. Real Madrid hevur vunnið
Champions League heilar 13 ferðir, so tað hevði
verið undarligt, um Galatasaray ella belgiska
Club Brugge stóðu í vegin hesaferð.
Paris Saint Germain hevur ongantíð vunnið
Champions League, tað er stóra málið hjá
eigarunum, sum eru úr Katar.
Bólkur B:
Bayern Munchen hevur sett met í bólkaspæli
num, sum teir mest sannførandi vinnararnir av
einum bólki nakrantíð. Liðið hevur fult stigatal
og ein málmun upp á +19. Tað er ongantíð hent
fyri. Í millum sigarnar er ein 7-2 sigur á nýggjan
leikvøllinum hjá Tottenham.
Hóast tvey greið tap móti Bayern Munchen,
so kemur Tottenham eisini víðari úr bólki B.
Tveir sannførandi sigrar á Reyðu Stjørnu (FK
Crvena Zvezda) gjørdu útslagið. Serliga 4-0
sigurin í Beograd var teimum kærkomin.
Tað stóð eisini á í 5. umfari, tá Olympiacos
var á odda 2-0 á nýggja leikvøllinum hjá Totten
ham, men José Mourinho, sum tá hevði tikið
við eftir Mauricio Pochettino, megnaði at finna
eina ætlan, sum gav fýra mál.
Bólkur C:
Manchester City eru víðari uttan stórvegis
trupulleikar í bólki C. Lutakastið hevur verið
vinarligt móti teimum ljósabláu úr Manchester.
Atalanta er á fyrsta sinni við í bólkaspælinum,
meðan Shakhtar Donetsk úr Ukreina og
Dinamo Zagreb úr Kroatia ikki liva heilt upp
til søgun hjá feløgunum.
Manchester City vann tríggjar teir fyrstu
dystirnar og víðari luttøkan var ongantíð í
vanda. Hetta hevur heldur verið ein kærkomin
møguleiki hjá Pep Guardiola at brúka eitt nú
unga talentið Phil Foden.
Italska Atalanta tapti tríggjar teir fyrstu
dystirnir, men við trimum sigrum á rað, megn
aðu teir svørtu og bláu at vinna seg víðari.
Setningurin bleiv greiddur við 3-0 sigri í
Ukreina.
Bólkur D:
Cristiano Ronaldo og Juventus komu víðari
sum vinnarar úr bólki D. Portugisiska heims
stjørnan bleiv keypt til Juventus, fyri at vinna
júst hesa kappingina. Hóast Juventus er at
kalla einaráðandi í Italia, so hevur felagið bara
tveir Champions League sigrar. Í 1985 og 1996.
Avbjóðarnir til Juventus eru Atletico
Madrid og týska Bayer Leverkusen. Longu í
fyrsta umfari vóru tekin í sól og mána um, at
Leverkusen fór at fáa tað torført, tí liðið tapti
óvæntað í Russlandi.
Juvenutus vann seg trygt víðari, men tað var
ikki fyrr enn mikukvøldið, í sætta og seinasta
umarinum, at Atletico Madrid vann seg víðari.
Bæði feløgini hava verið í finaluni seinnu
árini, men uttan at vinna. Tí er skuldi svongdin
hjá hesum báðum feløgunum verið stór.
Mikudagin vóru seinastu dystirnir í
bólkaspælinum í Champions League spældir. Nú
er 16 feløg klár til endaspælið, men tað eru nakrar
treytir til lutakastið, sum verður mánadagin
Champions League:
SO ER
SO ER
KLÁRT
KLÁRT TIL
TIL
ENDASPÆLIÐ
ENDASPÆLIÐ