hósdagur 12. desember 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 144
31
L e a g u e
síðani Wayne
Rooney móti
Fenerbahçe í
September 2004.
Hann er eisin triðj
yngsti hattrikskjúttin í
Champions League søguni.
Raúl skoraði sum 18 ára gamal
hattrik fyri Real Madrid, og so
Wayne Rooney, ið var 19 ár og
58 dagar, tá hann vísti seg fram
á fyrsta sinni sum Manchester
united spælari og skoraði
hattrik.
Lutakastið
Feløgini eru styrkismett eftir
gongdini í bólkaspælinum.
Bólkavinnararnir, Paris Saint-
Germain, Bayern Munchen,
Manchester City, Juventus,
Liverpool, FC Barcelona, Red
Bull Leipzig og Valencia, eru
styrkismett og kunnu ikki
møtast í 1/8-finalunum.
Tey feløgini, sum blivu
nummar
tvey eru Real
Madrid, Tottenham, Atalanta,
Atletico
Madrid,
Napoli,
Borussia Dortmund, Lyon og
Chelsea. Her vunnu Atalanta og
Atletico Madrid seg víðari í gjár.
Tað eru eisini aðrar treytir.
Liðini, sum vóru í bólki saman,
kunnu ikki møtast. Ei heldur
lið úr sama landi. Hesar treyt
irnar eru bara galdandi í
1/8-finalunum. Hetta er fyrstu
ferð í søguni í Champions
League, at bara fimm tær stóru
deildirnar í Evropa eru umboð
aði í endaspæælinum. Tað eru
Onglang, Spania, Frakland, Italia
og Týskland.
Lutakastið til 1/8 finalurnar
verður í fyrrapartin mánadagin.
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
FC BARCELONA
6
4
2
0
9
4
5
14
BORUSSIA DORTMUND
6
3
1
2
8
8
0
10
FC INTERNAZIONALE MILANO 6
2
1
3
10
9
1
7
SK SLAVIA PRAHA
6
0
2
4
4
10
-6
2
BÓLKUR
F
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
RB LEIPZIG
6
3
2
1
10
8
2
11
OLYMPIQUE LYONNAIS
6
2
2
2
9
8
1
8
SL BENFICA
6
2
1
3
10
11
-1
7
FC ZENIT
6
2
1
3
7
9
-2
7
BÓLKUR
G
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
VALENCIA CF
6
3
2
1
9
7
2
11
CHELSEA FC
6
3
2
1
11
9
2
11
AFC AJAX
6
3
1
2
12
6
6
10
LOSC LILLE
6
0
1
5
4
14
-10
1
BÓLKUR
H
S
V
J
T
+
-
MÁL M
STIG
LIVERPOOL FC
6
4
1
1
13
8
5
13
SSC NAPOLI
6
3
3
0
11
4
7
12
FC SALZBURG
6
2
1
3
16
13
3
7
KRC GENK
6
0
1
5
5
20
-15
1
BÓLKUR
E
Bólkarnir:
REAL MADRID HEVUR VUNNIÐ OFTAST
Real Madrid hevur vunnið Champions League heilar 13
ferðir, síðani kappingin sá dagsins ljós undir navninum
“Europen Cup” í 1955. Síðani kemur AC Milan við sínum
sjey sigrum og í hølunum á teimum Liverpool, sum í
ár vann sítt sætta Champions League heiti. Bayern
Munchen og FC Barcelona hava vunnið tað fimm ferðir.
Bólkur E:
Napoli var fyrsta liðið at tryggja sær víðari lut
tøku, eftir javnleik á Anfield móti Liverpool í
5. umfari. Síðani spældu Red Bull Salzburg og
Liverpool um hitt atgongumerkið til enda
spælið. Her vann Liverpool og fór avstað við
fyrsta plássinum.
Red Bull Salzburg endar í Europa League,
men avrikini hjá japanska Takumi Minamino
hava sannført Liverpool um at keypa kvika
miðvallarin, skrivar bretskir miðlar.
Stóra søgan úr Napoli er, at Carlo Ancelotti
bleiv koyrdur tveir tímar eftir seinasta dystin,
sum var ein 3-0 sigur á belgiska Genk. Tað er rok
í Napoli, eftir at spælararnir noktaðu at fara á
venjingarlegu eftir enn ein ósigur. Carlo Ance
lotti stuðlaði spælarunum og litríki eigarin segði
takk fyri. Nýggjur venjari er Gennaro Gattuso.
Bólkur F:
Hetta bleiv mett sum ein krútbólkur, tí talan er
um trý feløg við sterkari manning. FC Barce
lona, Borussia Dortmund og Inter Milan. Tað
skuldi eisini vísa seg at blíva spennandi líka til
tað seinasta. FC Barcelona hevði allatíð munin
og við Lionel Messi løgdu hald á 1. plássi.
Síðani var tað upp til Borussia Dortmund og
Inter Milan at vinna seg víðari. Liðini vunnu
hvør sín innanhýsis dyst, men millum annað ein
javnleikur móti Slavia Prag gjørdi umstøðurnar
verri. TAð endaði við at Inter Milan tapti móti
eykaliðnum hjá FC Barcelona í seinasta umfari
num og Borussia Dortmund fór víðari.
17 ára gamli FC Barcelona spælarin, Ansu
Fati, setti eisini met sum yngsti málskjúttin
nakrantíð í kappingini, tá hann skoraði á San
Siro móti Inter Milan.
Bólkur G:
Hetta var ein tann javnasti bólkurin í styrki. RB
Leipzig heldur fram at menna seg sum felag,
eftir at Red Bull keypti týska felagið. Teir
greiddu sín setnin fyrst, meðan franska Lyon,
portugisiska Benfica og russiska Zenit strídd
ust um 2. plássið.
Tað bleiv ikki avgjørt fyrr enn móti endanum
í seinasta umfarinum, tá Lyon javnaði til 2-2
móti RB Leipzig. Tað var ikki fyrr enn átta
minuttir fyri tíð, at Memphis Depay traðkaði
til skoraði til 2-2.
Annars hevði Benfica við síðnum 3-0 sigri á
Zenit vunnið seg víðari. Benfica skal nú spæla
í Europa League.
Tað hevur annars verið stórur áhugi fyri
Timo Werner hjá RB Leipzig. Hann er fleiri
ferðir settur í sambandið við bæði Liverpool
og Manchester United. Ein spælari at halda
eyga við.
Bólkur H:
Aftur ein bólkur, har liðini eru jøvn í styrki. Ajax
kom í hálvfinalurnar seinast, men er nú uttan
Matthijs de Ligt (Juventus) og Frenkie de Jong
(FC Barcelona). Chelsea er í nýggjum hami við
Frank Lampard og satsar upp á ungar spælarar.
Tað skuldi vísa seg at verða Valencia, sum
fór avstað við fyrsta plássinum. Serliga sigurin
á Stamford Bridge í fyrsta umfari gav Valencia
ein góðan møguleika, men plássið bleiv ikki
tryggjað fyrr enn í seinasta umfarinum við
einum sigri á Ajax.
Ajax skuldi hinvegin bara hava eitt stig fyri
at koma víðari, men stendur nú eftir við einum
Europa League plássi, tí Chelsea vann á Lille og
er eisini víðari.