mánadagur 16. desember 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. desember · Nr. 145
TÍÐINDI
Avgerandi dagur fyri rættindini
at sleppa framat fiskirættindum
Vinnunevndin hjá
Løgtinginum hevur
dagin í dag eftir at
arbeiða í og skriva álit til
broytingarnar í lógini um
fyrisiting av sjófeingi
Árni Gregersen
Ætlanin hjá sitandi samgongu er at
gera stórar broytingar í lógini um fyri
siting av sjófeingi.
Uppskotini eru løgd fram, 1. viðgerð
hevur verið og vinnunevndin hjá Løg
tinginum hevur viðgjørt uppskotini
hendan seinasta mánaðin. Nevndin
vildi fegin havt nakrar dagar afturat at
viðgera broytingarnar og spurdi ting
formannin um eina longda freist, men
fekk nei og skal tí avlevera álit um upp
skotini í dag.
Tað verður tí eftir øllum at døma ein
sera langdur dagur í vinnunevndini.
Vinnunevndin hevur sent landsstýris
manninum við fiskivinnumálum, Jac
ob Vestergaard, 17 skrivligar spurning
ar við nógvum undirspurningum, sum
landsstýrismaðurin skal svara uppá í
dag.
Uppskotini til broytingar í lógini
hava so stórar broytingar við sær, at
lógin í stóran mun fer at verða rokna,
sum ein nýggj lóg.
Grundleggjandi í lógarbroytingun
um er, at loyvini verða longd til 12 ára
rullandi loyvir, at menningarkvoturnar,
sum vóru latnar sum trý- ella átta-ára
loyvir, nú verða gjørdar til eginkvotur,
tá ið gildistíðin annars er úti.
Harumframt verður tað sum eitur
anti-trust broytt.
Greið ósemja
Tað er grundleggjandi ósemja millum
fráfarnu samgongu, sum gjørdi gald
andi lóg um fyrisiting av sjófeingi, og
samgonguna, sum tók við eftir valið 31.
august.
Í seinasta valskeiðið fór størsti part
urin av politiska arbeiðnum við at fáa
gjørt eina nýggja fiskivinnulóg, sum
altso nú eitur lógin um fyrisiting av
sjófeingi.
Størsta beinleiðis ósemjan var um
uppboðssøluna av fiskirættindunum.
Fyrrverandi samgongan vildi hava
hesa uppboðssølu, so onnur enn tey,
sum longu eru partur av fiskivinnuni,
kunnu sleppa framat hesum rættind
um.
Hetta heldur sitandi samgongan ikki
er ein skilagóð loysn. Hon heldur, at
tey sum longu eru í vinnuni, skulu hava
síni rættindi í frið. Í grundgevingunum
vísir hon á, at onnur altíð kunnu keypa
seg inn í vinnuna og gevur í broyting
aruppskotunum vinnuni loyvi at selja
fiskirættindini sínamillum.
Sitandi samgonga hevði fund um
fiskivinnuskipanina í farnu viku og
har var so at siga semja um tey flestu
broytingaruppskotini.
Eitt av málunum, sum hevur verið
frammi, er, hvussu vinningurin av søl
uni av fiskirættindum skal skattast.
Ávís tingfólk í samgonguni halda, at
hetta mál skal loysast áðrenn øll broyt
ingaruppskotini verða samtykt.
Endaliga er hetta ikki komið uppá
pláss, tí millum annað gongur tíðin
undan í løtuni, til eisini at gera broyt
ingar í skattalógini áðrenn hetta árið er
farið.
Tí er ein møguleiki helst at seta í
lógina ella eina kunngerð frá lands
stýrismanninum, at ongi fiskirættindi
kunnu seljast innanhýsis í fiskivinnuni,
fyrr enn skattalógin er broytt á hesum
øki.
Tíðin gongur undan
Meningin er, at broyutigarnar í lógini
um fyrisiting av sjófeingi fra at virka
longu 1.januar 2020.
- Sjálv haldi eg, at hetta er at leggja
ov stórt trýst á. Vit kunnu áseta fiski
dagarnar fyri komandi ár og so brúka
tveir mánaðir afturat at viðgera broyt
ingaruppskotini og fáa neyðuga vitan,
sigur Bjørt Samuelsen, sum er for
kvinna í vinnunevndini.
Eins og í farn valskeiði, so er tað
andstøðan í tinginum, sum situr við
meirlutanum í vinnunevndini.
Roynir meirlutin at draga tíðina úr,
so kann tingið – tá ið ein mánaður er
farin – avgera, at nevndir skulu lata
tinginum álit.
Minnilutin í nevndini er farin undir
at skriva álit, meðan meirlutin neyvan
skrivar álit fyrr enn tey hava viðgjørt
svar frá landsstýrismanninum á fund
inum í dag.
So greitt er eisini, at hetta er ein
beinleiðis dystur millum andstøðu og
samgongu – eins og í undanfarna val
skeiði.
Samstundis sum nógv er at gera í
vinnunevndini í løtuni, so arbeiðir
fíggjarnevndin eisini undir stórum
tíðartrýsti. Fíggjarlógin fyri 2020 skal
samtykkjast í seinasta lagi 31.desember.
Fyri hon skal hanga saman, skulu
eisini veiðugjldini hjá fiskivinnuni
ásetast.
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, er forkvinna í vinnunevndini.
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, er
landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Stórur spurningur er altíð um hvør skal sleppa framat uppsjóvarfiskinum