mánadagur 16. desember 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. desember · Nr. 145
TÍÐINDI
Arbeiða við at gera ein
parkeringstunnil í Havn
PARKERINGSTRUPULEIKAR Sjøtul er settur á eina heldur óvanliga
ætlan um at gera ein parkeringstunnil undir miðbýin í Havnini
Áki Bertholdsen
Nú er gongd sett á arbeiðið at fyrireika
ein parkeringstunnil undir miðbýnum
í Havnini.
Parkeringsviðurskiftini í miðbýnum
Havn eru ein stórur trupulleiki í
høvuðstaðnum, og tað hevur tað verið í
fleiri ár. Og tað eru eisini býráðslimir í
Havn, sum hava kallað parkeringsvið
urskiftini fyri tann størsta trupulleikan
av øllum.
Nógvar uppskot hava verið frammi
um, hvussu trupulleikin kann loysast,
men tað, sum oftast hevur verið nevnt,
er at gera eitt parkeringshús í fleiri
hæddum onkustaðni í Miðbýnum í
Havn. Í hesum sambandi hevur tað
stóra parkeringsplásssið við ferjuleg
una á Eystaru Bryggju verið nevnt um
eitt væl hóskandi pláss at gera eitt slíkt
parkeringshús á.
Men fyrr í ár legði Annika Olsen,
borgarstjóri, eitt heilt øðrvísi uppskot
fram og tað var at gera ein parkerings
tunnil undir Havnini.
Hon helt, at tað er ein góður máti at
loysa parkeringstrupulleikan upp á.
Serliga hugsar hon um, at tað er rætti
liga avmarkað við plássi í miðbýnum í
Havnini til at gera fleiri parkeringspláss
á.
Síðani hevur verið arbeitt eitt sindur
við ætlanini um ein parkeringstunnil,
men nú er peningur eisini settur av á
fíggjarætlanini fyri næsta ár.
Á fíggjarætlanini fyri næsta ár eru
fimm milliónir krónur eru settar av til
parkeringsviðurskiftini og ein partur
av teimum skulu brúkar til at gera
ymsar forkanningar og í sambandi við
ein parkeringstunnil í Havnini, og til
projekteringar, sigur Annika Olsen
Samstarv við privat
Borgarstjórin sigur at tey nú kanna
møguleikar fyri at fáa eina privata fyri
tøku til at vera við í ætlanini at gera
parkeringstunnilin.
Og hon sigur, at hjá privatum fyri
tøkum er tað avgjørt áhugi fyri at vera
við í eini slíkari ætlan. Tað, sum arbeitt
verður fram ímóti, er sostatt at gera
eitt partafelag, har ein privat fyritøka,
og kommunan, eru við, og hetta parta
felagið skal so gera og reka ein parker
ingstunnil undir Havnini.
Tað er ikki ein nýggjur tanki at lata
privat gera parkeringspláss í Havnini,
men sjónarmiðið hevur verið, at ein
fortreyt er fyri tí hevur verið at vit fáa
eina skipan við gjaldsparkering í Havn
ini, tí eingin fer at rinda fyri at parkera
á einum privatum parkeringsplássi, tá
ið tað ber til at parkera ákeypis á einum
plássi hjá kommununi.
Men tað hevur ikki vunnið frama
hjá landspolitikarum og tí er tað ikki
sett í verk enn.
Hinvegin sigur Annika Olsen hetta
er ikki nakað hon stúrir fyri.
– Ein máti er at gera ein parkerings
tunnil, har fyritøkur, stovnar, komm
unan, og onnur, kunnu keypa sær
rættin til eitt ávíst tal á parkerings
plássum, sum tey so altíð hava trygd
fyri, eru til taks hjá teimum.
Annika Olsen sigur, at tað eru fleiri
stórir stovnar og fyritøkur í miðbýnum
í Havn, men tað eru eingi parkerings
pláss, so eg ivist ikki í, at áhugi hevði
verið fyri eini slíkari ætlan, og at tey
fara at sleppa av við parkeringsplássini.
Talan kann eisini verða um at gera
parkeringstunnilin til eitt alment parta
felag og so hava gjaldsparkering í hon
um, á sama hátt, sum flogvøllurin
hevur skipað sína parkering.
– Men har er avbjóðingin, at tann
vanliga parkeringin er ókeypis, og tað
vísir seg sum um at fólk leggja einki í
um tey fáa parkeringsbøtur, sigur hon.
Tunnil til 200 bilar
Annika Olsen sigur, at útrokningar
vísa, at tað ber til at gera ein parker
ingstunnil undir Havnini til 200 bilar
fyri 37 milliónir krónur, og tað heldur
hon eigur at vera ein yvirkomilig upp
gáva.
Til samanberingar kann nevnast, at
tað eru næstan 200 parkeringspláss á
Skálatrøð, so verður hetta veruleiki,
verður tað ein munandi øking í talinum
á parkeringsplássum í miðbýnum.
Annika Olsen sigur, at býráðið er nú
í samráð við ráðgevarar fyri at fáa
greiði á, hvussu ein slíkur tunnil skal
skipast, og gongst sum ætlað, hava tey
eitt útpæl longu tíðliga næsta ár.
Hon sigur, at tað er skjótt at bora
tunlar í dag, so frá tí at farið verður
undir arbeiðið, tekur tað neyvan meiri
enn eitt ár til parkeringstunnilin er lið
ugur. So gongst alt væl í hond, kann
tunnilin verða liðugur í 2021.
Men samstundis er ætlanin at gera
parkeringstunnilin soleiðis, at hann
kann alsamt gerast størri, so hvørt
tørvur er á tí.
– Tað, sum hevur týdning, er, at vit
fáa lagt eina linjuføring fyri, hvussu
ein slíkur parkeringstunnil kann leggj
ast undir Havnina, og hvussu hann
kann byggjast út, soleiðis at aðrar verk
ætlanir ikki verða lagdar soleiðis, at
tær verða til fortreð fyri tunnilin, sigur
hon.
Hon sigur, at staðið, hugsað verður
um at gera ein slíkan parkeringspláss,
er undir Krákusteini, sum er á hamrin
um á Havnargøtu við ferjuleguna á
Eystarubryggju.
– Oman á jørðini hava vit einki
nakað pláss mitt í Havnini at gera fleiri
parkeringspláss á og vit eru ikki sinnað
at brúka tey fáu plássini, vit hava eftir,
til at gera stór parkeringshús á, sigur
hon.
Tað er avgjørt áhugi hjá privatum fyritøkum at sleppa at gera parkeringstunnil undir Havnini, sigur borgarstjórin, Annika Olsen. Og
staðið, hugsað verður um at gera ein slíkan tunnil, er her, undir hamrinum við Havnargøtu á Eystaru Bryggju
Partafelagið skal
so gera og reka ein
parkeringstunnil
undir Havnini