mánadagur 16. desember 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
– Eg havi arbeitt við
hesum ætlanum í nógv
ár. Fyrst var tað eg og
synirnir, sum fyri átta
árum síðani arbeiddu við
at fáa eitt tílíkt fjós. So
tosaði eg við ein annan
bónda um ætlanirnar.
Men
ætlanirnar
eru
broyttar nakrar ferðir.
Fyri seks árum síðani
komu Rói og Esmar við í
ætlanini. Teir høvdu ikki
mjólkakvotur, men vóru
seyðabóndur og áttu bø.
Nú er stuttligt at síggja,
at fyrstu neytini eru
komin inn í fjósið, og at
tað riggar. Hetta verður
munandi
lættari,
enn
tað hevur verið, sigur
Nils Absalonsen, bóndi á
Viðareiði.
Mjólkað meðan
bøndurnir sova
Nýggja fjósið á Viðareiði
er eitt tað mest nýmótans
fjósið í Føroyum. Tað
minnir
um
fjósini
í
Havnardali, har tað eru
120 neyt og tað á Vatna
skørðum við 60 neytum,
og tað í Syðradali á
Streymoynni, har tað eru
umleið 40 neyt. Í øllum
hesum fjósunum ganga
neytini leys, og alt er
automatiskt.
Útgerðin í nýggja fjósi
num á Viðareiði er eitt
sindur nýggjari í mun til
hini fjósini.
– Tá ið alt fer at koyra,
sum tað skal, so verður
tað
munandi
lættari.
Ta einu náttina, meðan
vit svóvu, høvdu 17 kýr
mjólkað. Klokkan 6 um
morgunin fekk eg ein
alarm á telefonina, men
tað var ikki nakað álvar
samt, so neyðugt var ikki
at fara í fjósið, sigur Rói
Matras Absalonsen.
Alt automatiskt
– Vit fingu fyrstu neytini
inn í fjósið leygardagin í
næstseinastu viku. Tey
skulu eisini venja seg við
nýggju umstøðurnar, at
tað verður mjólkað auto
matiskt, men eg haldi, at
tað hevur gingið sera væl
higartil. Vit hava havt
nakrar barnasjúkur, men
tær hava ikki verið so
nógvar, sigur Rói Matras
Absalonsen.
Í
nýggja
fjósinum
koyrir alt meira ella min
ni
automatiskt.
Bæði
fórðing, mjólking, skrá
seting og sóping er auto
matisk. Bøndurnir kunnu
sita heima aftan fyri
skermin og fylgja við, nær
hvør kúgv hevur mjólkað,
hvussu nógv hon hevur
mjólkað, umframt at teir
fáa nógvar aðrar aðrar
upplýsingar. Er okkurt
galið, so fer alarmur í
gongd, og teir mugu fara
at loysa trupulleikan.
– Alt koyrir ikki so væl
enn, at vit bara kunna
sita heima og fylgja við
á skíggjanum. Hetta er
nýtt fyri okkum, og tað
er nýtt fyri neytini, so vit
og neytini skulu venja
okkum við nýggju um
støðurnar. Men tá ið vit
hava vant okkum við tað,
so verður tað munandi
lættari, sigur Rói Matras
Absalonsen.
Tólmenni mjólkar
Neytini ganga leys inni í
fjósinum. Tá ið tey skulu
mjólka, fara tey gjøgnum
eitt portur. Teldan av
lesur út frá kips’inum í
oyranum, hvussu long
tíð er gingin, síðani tann
einstaka kúgvin seinast
mjólkaði. Um tað er langt
síðani seinast, fer portrið
inn til mjólkimaskinuna
upp. Um ikki, so fer portr
ið upp til básarnar.
Tá ið kúgvin gongur
inn í rúmið, har tað
verður mjólkað, fær hon
kraftfóður at eta, út
roknað í mun til stødd, og
hvussu nógv hon mjólkar.
Teldan roknar út, hvussu
nógv tann einstaka kúgv
in skal fáa. Tólmenni
vaskar júgurið á kúnni,
áðrenn tað setur slangur
upp
undir
tær
fýra
boppurnar, og mjólkin
fer gjøgnum slangurnar
út í stóra tangan. Á
telduskerminum
sæst,
hvussu
nógv
væntað
verður, at tann einstaka
kúgvin mjólkar, hvussu
nógv hvør boppa í veru
leikanum mjólkar, um
framt at ymiskt annað
verður skrásett.
Tá ið liðugt er at
mjólka, verður júgurið
reinsað við jodi. Eisini tað
Nýmótans stórfjós á Viðareiði
59 neyt eru nú komin inn í nýggja
stórfjósið eysturi á Heiðum á
Viðareiði. Tað eru teir tríggir
bøndurnir Nils Absalonsen, Rói
Matras Absalonsen og Esmar
Sørensen, ið eru saman um
fjósið. Ætlandi verða 120 neyt
í fjósinum, og tá verður tað eitt
av størstu fjósinum í landinum
Teir tríggir bøndurnir á Viðareiði Esmar Sørensen, Nils Absalonsen og Rói Matras Absalonsen í nýggja fjósinum
Mynd: Frants Jensen
Nýggja stórfjósið eysturi á Heiðum á Viðareiði
Mynd: Frants Jensen