Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145 TÍÐINDI orðn­ar tólmennið. Tað tekur umleið seks til sjey minuttum at mjólka og kúgvin fer víðari. Næsta kúgvin í røðini fer so til mjólkingina. Ymiskt er, hvussu nógv ein kúgv mjólkar um døgn­ið. – Tær, sum mjólka mest, mjólka góðar 50 lit­ ur um dagin, sigur Nils Absalon­sen. – Hjá okkum ræður ikki um at hava so nógvar kýr sum møguligt, men heldur, hvussu nógva mjólk vit fáa burturúr, sigur Rói Matras Absalon­ sen. Automatiskt Eitt tólmenni reinsar bás­ ar­nar nakrar ferðir um dagin. Køsturin er undir fjósi­num, og mykjan verður pumpað í tangar og klárt er at koyra út aftur á bøin. Í nýggja fjósinum eru fýra stórir súr­hoyggja­ brunnar. Bøndurnir siga seg hava nóg mikið av bøi og hoyggi til at fóðra øllum 120 neytunum. Kýr av Kambsdali og Øravík Fyrstu kýrnar, sum eru komnar inn í fjósið á Viðareiði, koma av Kambs­dali og Øravík. Teir trígg­ir bøndurnir hava keypt mjólkakvoturnar á hesum støðunum. Kýrnar vórðu koyrdar í stórum last­bilum til Viðareiðis. Fyrstu komu leygardagin í næstsíðstu viku, og so komu tær so við og við. Hós­dagin í síðstu viku vóru allar 59 komnar. – Hesar kýrnar mjólka ikki so nógv nú fyrstu dag­arnar, bæði tí at tær eru fluttar, og tí at tær skulu venja seg við nýggju umstøðurnar. Men um eina ella tvær vikur, fara tær óivað at mjólka meira, sigur Rói Absalon­sen. Meðan Sosialurin er á vitjan, er ymiskt hvussu nógv tær mjólka. Frá seks upp til 16 litrar. – Tað kann vera ymiskt, hvussu langt síðani tað er, at ein kúgv seinast hevur mjólkað, og tí kann eisini vera ymiskt, hvussu nógv hon mjólkar. Tað eru 16 tímar síðani seinasta, at tann, ið mjólkaði 16 litrar, mjólk­aði. Hesar kýrnar eru vanar við at verða mjólk­aðar tvær ferðir um dagin, men kanska verður tað oftari í framtíðini, sigur Nils Absalonsen. Frá hinum nýmótans fjósunum í landinum hava teir fingið at vita, at í miðal mjólkar ein kúgv 2,5 ferðir um døgnið. 50 neyt afturat Higartil er bara helvtin at nýggja fjósinum tikið í nýtslu. Hin parturin er ikki liðugur enn, men arbeitt verður í fullari fer at gera alt klárt. Fleiri arbeiðs­menn er í gongd, og sam­bært bóndunum, verður tann parturin liðug­ur í januar komandi ár. – Tað verður so mikið liðugt, at vit kunnu taka básarnar í nýtslu í januar, og tá fara restina av kýrnum inn í nýggja fjósið, sigur Nils Absa­ lon­sen. Teir hava keypt mjólki­ kvotu av Oyrareingjum, og hagani koma 20 neyt. 30 av neytunum, ið skulu inn afturat, standa á bási í gamla fjósinum hjá Niels Absalonsen, sum er beint við síðuna av nýggja fjósinum. Í fyrsta um­ fari fara teir at hava 110 neyt í januar, men nøkur ungneyt koma eisini so við og við, til teir fara at hava 120 neyt Næstan ongantíð havt feriu Gamla fjósið er 39 ára gamalt. – Arbeiðsumstøðurnar verða nakrar heilt aðrar í nýggja fjósinum. Í gamla fjósinum havi eg mjólkað við røranleggi. Seks kýr verða mjólkaðar í senn, tvær ferðir um dagin. Men hóast bara ein verð­ ur mjólkað í senn í nýggja fjósinum er tað munandi lættari. – Sum bóndi hava eg næstan ongantíð havt nakra feriu. Eg havi altíð verið bundin at fjósinum. Eg havi verið nakrar heilt, heilt fáar feriur, har vit hava verið onkrastaðni sum familja saman. Men tær feriurnar eru fáar, sigur Nils Absalonsen. Ætlanin er, at gamla fjósið nú skal nýtast til ungneyt. Vaktarskipan Teir tríggir bøndurnir hava ikki enn skipað seg í vaktum. – Vit vilja hava alt at koyra fyrst. Tá ið øll neyt­ini eru komin inn í fjósið og bæði tey og vit hava vant okkum við umstøðurnar, so fara vit at skipa okkum í vakt­um. Higartil hava vit allir verið her mest sum allatíðina, sigur Rói Matras Absalonsen. Síðani teir keyptu mjólka­kvoturnar á Kambs­dali og í Øravík, hava teir passa neytini á hesum støðum. Teir hava eisini fingið onkran at hjálpt sær við hesi upp­ gávuni. 20 milliónir Í løgan hjá teimum trim­ um bóndunum í nýggja fjósið er 20 milliónir krón­ ur. Tað er fíggjað gjøgn­ um Bún­aðar­grunnin. Teir hava eina kvotu uppá 1 millión litur um árið. – Vit vóna, at tað verður skjótt, at vit koma upp á okkara kvoto, so skuldi tað gingið, sigur Rói Matras Absalonsen. Og teir hava góða vónir um at náa málinum. – Eg vildi, at vit skuldu fáa øll neytini inn so skjótt sum møguligt, og ikki byrja spakuligt. Í januar vera øll 120 neyt­ ini komin í fjósið, og so skuldi tað koyrt, sigur Nils Absalonsen. Lánini, teir hava, skulu rindast aftur yvir 15 og 20 ár. frants@sosialurin.fo Tólmenni reinsar og setur slangur upp undir boppurnar. Mjólkin rennur so út í tangarnar. Tá ið liðugt er, verður jodað, og kúgvin sleppur víðari Mynd: Frants Jensen Hvør einasta kúgv hevur eitt kips í oyranum, har alt verður skrásett. Portrið fer upp ella aftur um hon sleppur at mjólkast nú ella ikki. Mynd: Frants Jensen