mánadagur 16. desember 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. desember · Nr. 145
KJAK
Tá bullshit-barometrið riggar
Ein persónlig og polemisk viðmerking til
bókina Svik eftir Jan Lamhauge
Fleiri halda ivaleyst, at bókin Svik bara er úrslit
av “unfinished business,” sum høvundurin, Jan
Lamhauge, hevur við fyrrverandi leiðslurnar í Eik
og Kringvarpinum, starvsfelagar og onnur. Og
tað er ivaleyst ein týðandi partur av drívmegini,
men samstundis hevur hann eina spennandi,
áhugaverda og týdningarmikla søgu at fortelja.
Svik snýr seg ikki bara um skatt og orrustu í
Kringvarpinum. Bókin viðger grundleggjandi
spurningar um fólkaræði og rættvísi í Føroyum
í dag. Alt ov langt er millum samfelagsrevsandi
bøkur á føroyskum, og tí er Svik av teimum
týdningarmestu, sum er komin út seinastu árini.
Rógvi Olavson
Ein lyklahending í søguni hjá Jan Lam
hauge um skattamálið er, tá ið hann og
Jógvan Eli Dam 18. februar 2016 møta
upp á skrivstovuni hjá stjóranum í Eik,
sum hevur sett sær fyri, at júst henda
søgan ikki skal blíva til nakað. Jan
Lamhauge ivast í, um Eik hevur rætt til
ein skattafrádrátt, tí “tapið,” sum frá
drátturin byggir á, í veruleikanum var
ein niðurskriving av virðinum á gamla
bankanum, og harvið eitt tap, sum
Fíggjarligt Støðufesti yvirtók, áðrenn
nýggi Eik var til.
Grundgevingin hjá bankastjóranum
er hinvegin, at bankin verður “føddur”
á heysti 2010, men at hann ikki fer “til
gongu” fyrr enn seinni, og at tapið tí
hoyrir til í nýggja, ikki gamla, bankan
um. Millum “føðingina” og “fyrstu fet
ini” hevur bankin ongan rakstur, og tí
heldur Jan Lamhauge, at tað gevur
onga meining, at bankin hevur havt
eitt “rakstrartap,” sum gevur rætt til
ein
skattafrádrátt.
Jan
Lamhauge
hevur so mikið av áliti á egnum førleika
at hugsa logiskt, at hann sær bluffið
hjá bankastjóranum. Hetta vísir seg
seinni at vera rætta avgerðin, tí tað er
ágangandi og kritiska journalistiska
linjan, sum seinni hevur við sær, at Eik
ikki fær frádráttin.
Svik í fleiri løgum
“Svikið” í bókaheitinum sipar fyrst og
fremst til frádráttin, sum Eik kannar
sær. Onkur heldur enn í dag, at Eik
hevur rætt til frádráttin, og onkur
heldur fram við at siga hetta alment,
hóast avgerðin hjá TAKS at enda er, at
frádrátturin ongantíð var lógligur. Men
meðan hesi grípa eftir skattatekniskum
halmstráum er sera torført, um ikki
ógjørligt, at burturforklára, hvussu Eik
kundi senda TAKS ófullfíggjaðar upp
lýsingar.
Hvørki
frágreiðingin
frá
grannskoðaravirkinum KPMG í Dan
mark og tann frá SPEKT í Føroyum eru
við, tá ið nýggi Eik fyrstu ferð sendir
sjálvuppgávu til TAKS. Og tá ið ein
banki ikki sendir fullfíggjaðar upplýs
ingar til skattamyndugleikan, er tað
ikki ein feilur. Fyri vanliga borgaran,
sum ikki heldur seg hava skil fyri
skatti, er tað júst í manglandi upplýs
ingini, at skattamálið fer frá at vera eitt
sonevnt esoteriskt – fakliga óatkomu
ligt – mál til at vera eitt vanligt mor
alskt mál, sum øll kunnu fyrihalda seg
til.
TAKS sveik eisini
Eitt annað svik, sum ger seg galdandi í
skattamálinum er alt ov lagaliga og
ófullfíggjaða viðgerðin hjá TAKS frá
byrjan. Bullshit-barometrið riggar ikki,
tá ið Eik stjórin fyrstu ferð greiðir
starvsfólki hjá TAKS frá, hví bankin
hevur rætt til frádráttin. Í 2017, eftir
aðru viðgerðina, svíkur TAKS aðru
ferð. Nú er avgerðin, at Eik hevur rætt
til goodwill, men at goodwill er null, og
sostatt fær bankin ongan frádrátt.
Bárður Larsen, løgfrøðingur, kallar
hetta fyri eina tilgjørda konstruktión í
síni frágreiðing av viðgerðini í 2017.
Onkur annar hevur kallað tað løgnastu
sonevndu “cover-my-ass” avgerð hjá
einum føroyskum stovni nakrantíð. Í
hesum førinum verður bullshit-baro
metrið hjá øllum føroyingum testað, tí
hvussu kann okkurt vera, sum ikki er?
Órættvísa uppsøgnin
Svikið snýr seg eisini um uppsøgnina
av Liljuni Weihe, tíðindaleiðaranum í
Kringvarpinum, sum rindar hægsta
prís fyri, at hon vil dekka skattamálið á
ein hátt, sum ein og hvør annar public
service stovnur í okkara grannalondum
hevði gjørt, og sum er ein av høvuðsor
søkunum til, at Eik ikki fær skatta
frádráttin. Kringvarpsstýrið megnar
ikki at rætta avgerðina, hóast allar for
treytir eru fyri hesum, og eftir drúgva
viðgerð hevur løgfrøðin í miðfyrisit
ingini heldur ikki rygg at ógylda upp
søgnina. Samanlagt siga øll hesi svik
søguna um eitt samfelag, sum fólka
ræðisliga hevur rættiliga langt eftir á
mál – eitt samfelag, sum enn ikki dugir
at síggja virðið á journalistum, hóast
hesir onkuntíð kunnu vera nógvar
milliónir verdir.
Anti-fólkaræðið
Søgan um skattamálið bendir á, at anti-
fólkaræðislig rák enn gera seg galdandi
í Føroyum. Fleiri hava torført við at
síggja (í hesum førinum bókstavliga)
virðið á journalistisku viðgerðini av skatta
málinum, men hava lætt við at lata seg
lumpa av spunakynstrunum hjá við
gjørda samtakinum ella at leggja dent
á myndaval ella aðrar smálutir í sjón
varpssendingunum. Tað kann ikki
annað enn vera ein sterk ábending um
eitt veikt fólkaræðisligt tilvit.
Tað eru tey, sum halda, at Kring
varpið og aðrir miðlar fyrst og fremst
skulu vera ósekir, upplýsandi mentan
arberar, og at uppgávan ikki er at hava
eftirlit. Tað eru tey, sum halda, at
ágangandi ella kritiskur journalistikkur
er av tí ónda, og tí kann tað onkuntíð
kosta nógv at brúka sítt bullshit-baro
metur og greiða frá órættvísinum.
Virðið á einum journalisti kann gerast
upp í førleikanum at gjøgnumskoða
grugg, uttanumtos ella tilvitað møsn
frá fólki, sum vilja mana søguna í jørð
ina ella minka um hennara ávirkan.
Hetta er kjarnuboðskapurin í bókini
Svik fyri mítt egna viðkomandi.
Nógvar bøkur koma út, sum hava
bókmentaliga stóran týdning. Men í
Føroyum síggja vit sjáldan bøkur, sum
viðgera grundleggjandi prinsipiellar og
fólkaræðisligar spurningar. Svik er í
fleiri mátar ein umstrídd bók. Hon
prikar í samvitskuna og moralsku
tilvitskuna á ein annan hátt, enn vit
eru von við í meira “ósekum” bókum. Á
ein hátt, sum fær lesaran at spyrja, “er
tað veruliga soleiðis í Føroyum í dag?”
Og á ein hátt, sum fær okkum at hugsa
um, hvussu nógv vit hava at missa, um
vit sleppa kritiska journalistikkinum
upp á fjall.