Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. desember · Nr. 145 Í seinastu viku vórðu boraðir 81 metrar av Sandoyartunlinum, 23 í Traðardali og 58 á Gomlurætt. Nú eru boraðir tilsamans 2.099 metrar av 10.785 metrum, sum tunnilin verður langur Tí valdi Bakkafrost Skálavík Tað hendir nógv í Skálavík í hesum døgum, har fyrireikingar til lívfiskastøð og útbygging av gistingarhúsi eru byrjaðar Vilmund Jacobsen Mikudagin 11. desember skriv­ ar borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christi­an­ sen, hesar reglur á sínari Face­ book-síðu. - Rokan í fjørðinum, nú fyri­ reikingarnar til Lívfiska­støð­ ina, innkomuvegin og gisting­ ar­húsið á Mølini eru byrjaðar. Jú, í Skálavík er gongd í og gott lag. Saman við hesum orðum hev­ur borgarstjórin eisini lagt út nakrar myndir, sum vísa útgrevstur í bygdini í samband við nevndu arbeiði, sum nú eru farin í gongd. Men, hví hevur Bakkafrost valt at byggja sína lívfiskastøð í Skálavík? Hesum greiddi stjórin, Reg­ in Jacobsen, gjølliga frá í einari sending hjá R7 úr Sandoynni herfyri. - Ein lívfiskur er fyrsta liðið í alingini. Í nógv ár hevur Sand­oyggin verður brúkt sum lívfiskaøki í føroyskari aling. Hetta gongur heilt aftur til 1990, tá lívfiskastøð varð bygd í Skopun. Lívfiskurin er við­ brekin, og hann skal verjast móti smittu. Tí er skilagott at leggja tað virksemi burtur frá aðrari aling. Í samrøðuni vísir Regin Jacobsen á, at tá Bakkafrost hevur valt Skálavík, er tað út frá tí sjónarmiði, at Skálavík ligg­ur á eystursíðuni á Sand­ oynni, og her er eingin aling nærindis. Út fyri er streymhart og sjógvurin, sum er úti fyri bygdini, hevur neyvan í stóran mun verið í samband við nakra aling. - So, vit halda, at ein lív­ fiska­støð liggur væl fyri í Skála­vík. Stjórin sigur eisini, at tað næsta er, at brúk er fyri nógv­ um feskvatni, og í Skálavík er nógv feskt vatn, og tað ber væl til at fáa hendur á vatninum. - Vit hava kannað hesi viðurskifti væl, og vit halda, at Skálavík uppfyllir okkara ynski. Ein annar spurningur í slík­ ari verkætlan, sigur Regin Jacob­sen er, at tað skal bera til at fáa eitt hóskiligt lendi at byggja á. - Hetta hava vit brúkt nakað av tíð til at finna, og vit halda, at hetta ber til í Skálavík. Hetta tilsamans er orsøkin til, at Skála­vík er hóskilig til hesa stað­seting, sigur stjórin í Bakka­frost í umrøðuni av, hví fyri­tøkan júst hevur valt Skála­vík til sína lívfiskastøð. Tað er ógvuliga týdning­ armikið fyri Bakkafrost, held­ ur Regin Jacobsen, at felagið fram­leiðir ein laks, sum er ser­ stakur og sum skilir seg frá tí, sum aðrir hava. - Her halda vit okkum hava ein føroyska laks, sum heilt frá byrjan til enda er føroyskur, og vit meta, at hetta hevur ein velduga stóran týdning, bæði so og so, sigur stjórin í Bakka­ frost við R7. Anna Petra rakti plett Vilmund Jacobsen Anna Petra Winther, sum er ættað av Sandi, fekk fulla plátu og slapp ígjøgn­ um í Gekka-spælinum fríggja­kvøldið. Hon valdi at deila høvuðsvinningin á tvær miljónir krónur í teir tríggj­ar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi. Og sigast má, at tað gekk sum smurt hjá Onnu Petru Winther. Longu í fyrsta drátti steðgaði gekka- hjólið á gula leypinum, og tá hjólið steðg­aði, helt verturin fyri: - Vit steðga her, ha? Tað var Anna Petra Winth­er ikki ósamd við hon­um í. - Tað veit Guð. Haldi, vit steðga, segði hon púr­asta ovfarin og glað fyri tær 700.000 krón­ur­ nar, hon hevði vunnið. KAMPING: Fríggjadagin varð bygningur reistur á kampingøkinum í Haldarsvík, sum Elias Hammer rekur. Tað er Bogi Hermansen, ið byggir húsið, sum væntandi verður klárt í vár. Kambsdalur veksur Útstykkingin hjá Fuglafjarðar kommunu á Kambsdali er nú avhendað Vilmund Jacobsen Upprunaliga var ætlanin at útstykkja 16 vanlig grund­ stykki, men kommunan gjørdi av at gera átta grund­ stykki í fyrsta umfari. Verkætlanin varð boðin út sum innboðin lisitatión mill­ um sjey arbeiðstakarar í janu­ar í ár, og tað vóru JHR Entre­prenørar Sp/f, sum høvdu lægsta boð. Sáttmálin millum arbeiðs­ takara og kommunu varð und­ir­skrivaður hin 27. febru­ ar í ár, og nú er arbeiðið av­ hendað. Grundstykkini, sum eru grovplanerað, eru umleið um­leið 500 fermetrar stór, og her eru allar tekniskar íbind­ ingar lagdar til stykkini. Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at grundstykkini verða seld fyri 200.000 krón­ ur hvørt. - Í Skálavík er gongd í og gott lag, sigur borgarstjórin. Arbeiðið, sum byrjaði á Kambsdali í vár, er nú liðugt.