mánadagur 16. desember 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. desember · Nr. 145
Tveir nýggir
stjørnarlimir
Axel Hansen og Mortan Berjastein stillaðu ikki upp
aftur til sýsluformansvalið í Føroya Fiskimannafelag,
sum í ár heldur landsfund leygardagin komandi
Vilmund Jacobsen
Í ár verður landsfund
urin hjá Føroya Fiski
mannafelag hildin leyg
ardagin hin 21. desember,
og fundurin verður sett
ur í Kaffihúsinum Undir
Bryggjubakka
klokkan
10 henda dagin.
Felagið bjóðar morg
unmat fyri fundarbyrjan.
Á árliga landsfundin
um fer formaðurin, Jan
Højgaard, at greiða frá tí,
sum felagið hevur tikist
við í farna ári, og fram
løga verður eisini av
grannskoðanum
rokn
skapi.
Onnur reglulig mál á
skránni er val av grann
skoðara og ásetan av
limagjaldi.
Um uppskot eru frá
stjørn ella limum, sum
rættstundis eru komin
felagnum í hendi, koma
hesi eisini til viðgerðar á
landsfundinum.
Nýggir sýsluformenn
Føroya Fiskimannafelag
fær annars tveir nýggjar
sýsluformenn í leiðslu
felagsins, sum taka við
hin 1. februar í 2020.
Freistin at stilla upp
til sýsluformansvalið var
úti hin 4. desember.
Tá var greitt, at Axel
Hansen í Vestmanna og
Mortan
Berjastein
í
Fuglafirði ikki stilla upp
aftur.
Í Føroya Fiskimanna
felag vita tey at siga, at
tað verða Hans Vilhelm
Danielsen og Per Tofte
gaard, sum taka við í
leiðsluni í felagnum fyri
Axel Hansen og Mortan
Berjastein.
Í síðstu viku var
hátíðarhald í Sørvágs
kommunu, har Nancy
Magnusdóttir varð
heiðrað fyri 25 ára
starvsdag. Hon byrjaði
sum hjálparfólk, men
nam sær seinni
útbúgving sum
námsfrøðingur.
Vágur bjóðar til
eldradøgurða
Nú hava fólk í Vágs kommunu,
sum eru 65 ár og eldri, høvi at
eta ein góðan bita saman
Vilmund Jacobsen
Mikudagin 18. desember
klokkan 12 verður eldra
døgurði
fyri
borgarar,
sum eru 65 ár og eldri á
Hamragarði í Vági. Hetta
er liður í eldraátøkunum
hjá Vágs kommunu.
Á
matarskránni
er
heilgrillaður grísur, fløta
eplir, kryddaði eplir, heit
salat og sós. Omaná verð
ur te, kaffi og rabarbu
trifla.
Í Vágs kommunu siga
tey, at fólk, sum ynskja
at luttaka í felags døg
urðanum á Hamragarði,
verða biðin um at boða
frá í Miðlatúni á telefon
239390.
- Tey, sum ynskja bil
vestur
á
Hamragarð,
verða eisini biðin um at
siga frá í Miðlatúni, og
bilur má bíleggjast í sein
asta lagi týsdagin 15. des
ember klokkan 14, verður
lagt aftrat.
Ísfiskaskip
binda
frið um
jólahalguna
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru bara
trý ísfiskalínuskip til
fiskiskap, og tey koma
øll inn at landa í dag.
Møguliga fer eitt av
skipunum út aftur
beinanvegin og
kemur inn aftur at
landa síðst í vikuni.
- Línuskipini hava mest
av toski og hýsu og so
nakað av svartkalva,
longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at
siga, at restin av
línuskipunum hava
lagt til jólar.
Streymurin linkar,
sum henda vikan
gongur, men veðrið
verður skiftandi, sum
dagarnir ganga.
- Vit vænta nakað
av útróðri, og
fiskiskapurin er góður.
Fríggjadagin vóru
flestu partrolarapør
til fiskiskap. Allir
fiska upsa, men
fiskiskapurin
er smáligur.
Skipini koma inn at
landa, sum henda
vikan gongur.
Vanligt er, at flestu
partrolarapør liggja
um jólahøgtíðina,
men tað eru altíð
onkur pør, sum loysa
aftur beint eftir jól.
Í løtuni liggja allir
djúpvatnstrolararnir.
Men, tað gera teir
smáu trolbátarnir
ikki. Allir trolbátarnir
fiska havtasku og hava
brúkiligan fiskiskap.
- Onkur trolbátur
kemur inn at landa
í dag, og hinir koma
miðskeiðis í vikuni, vita
tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Lagt verður aftrat,
at trý garnaskip
fiska svartkalva, men
skipini hava smáligan
fiskiskap. Væntandi
koma øll garnaskipini
inn at landa í endanum
av hesi vikuni.
Klaksvíkar býráð
hevur samtykt vinar
býarsamstarv við Skt.
Pætursborg í Russlandi,
og í hesum sambandi
var borgarstjórin,
Jógvan Skorheim,
fyrr í mánaðinum á
fundi við russiska
sendimanninum
í Danmark
Í ár verður landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag hildin í Kaffihúsinum í Vágsbotni