Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. desember · Nr. 145 Hóast skipanin við hurtigstartsbonus steðgar frá 2020, hevur tú framvegis møguleika fyri at fáa eyka SU- klipp fyri skjóta lestrarbyrjan. Bonusið fyri skjóta lestrar­byrj­ an er tikið av í Danmark, men tað kann framvegis vera ein fyrimunur at fara undir hægri lestur í seinasta lagi tvey ár eftir lokið miðnámsskúlaprógv. Eyka SU-klipp Um tú byrjar í seinasta lagi tvey ár eftir, at tú hevur fingið at­gongugevandi prógv, hevur tú rætt til 12 eyka SU-klipp innan fyri karmarnar á klippi­ kortinum til tín hægri lestur, um tú verður seinkað/ur undir útbúgvingini. Les meira um nøgdina av SU-klippum og klippi­kortskarmarnar á heima­ síðuni hjá Styrelsen for Inst­ itu­tioner og Uddann­elses­ støtte: https://www.su.dk/su/ om-su-til-videregaaende- uddannelser-universitet- journalist-laerer-mv/ Fyri at hava rætt til tey 12 eyka SU-klippini út yvir ásettu lestrartíðina, skalt tú lúka ym­ iskar treytir. Sum útgangsstøði er árið fyri tína fyrst loknu at­ gongugevandi miðnámsútbúgving týdn­ing­ ar­mikið; hóast tað ikki er hon, sum heilt ítøkiliga hevur givið tær atgongd til tína hægru út­ búgving. Harafturat er møgu­ leikin fyri eyka SU-klippum treyt­aður av nøkrum viður­ skift­um, sum tú kanst lesa um á heimasíðuni hjá Styrelsen for Institutioner og Uddann­ elses­støtte. Tú hevur bert møguleika fyri at fáa eyka SU-klipp, um tal­an er um fyrstu hægru út­ búgv­ingina, sum tú ert byrjað/ ur at taka. Undantøk frá 2 ára freistini Fleiri umstøður kunnu forða tær í at byrja eina útbúgving inn­an 2 ára freistina, og tá kanst tú søkja útbúgv­ingar­ staðið um at fáa longt freistina fyri bonus fyri skjóta lestr­ar­ byrj­an. Les meira á www.su.dk Um hurtigstartsbonus Frá upptøkuni 2020 er tann gamla skipanini við hurtig­ startsbonus tikin av. Skipanin, sum gav umsøkjarum til eina hægri útbúgving møguleika fyri at falda miðaltalið við 1,08, um tey søktu um upptøku á eina hægri útbúgving í sein­ asta lagi 2 ár eftir lokna at­ gongu­gevandi miðnáms­skúla­ út­búgving, er ikki í gildi longur. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur enda­liga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg,sum starvast á Studna, men sum fyri tað mesta er í nýggju Vegleiðingarstovuni á Hoydalsvegi 1 (vegleiding@ uvs.fo), vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Studningur til hægri og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar: 4.414 kr pr. mðr. í 12 mðr. Lægri studningur á miðnámi: 1.880 kr pr. mðr. í 11 mðr. Hægri studningur á miðnámi: 3.903 kr pr. mðr. í 11 mðr. Lán til hægri og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar: 2.475 kr pr. mðr. í 12 mðr. Lán á miðnámi: 2.475 kr. pr. mðr. í 11/12 mðr. Endalán: 6.889 kr. pr. mðr. í 11 mðr. Bókastudningur: 3.726 kr. fyrst í skúlaárinum Vistarhaldsstudningur: 2.603 kr.. pr. mðr. í 11 mðr. Barnastudningur: 1.023 kr. pr. mðr. í 11/12 mðr. Studningur til einsamallar uppihaldarar: 1.568 kr. pr. mðr. í 12 mðr. Barnsburðarfarloyvisstudningur: 3.903 kr. ella 4.414 kr. í 11 mðr. Verkætlanarstudningur: sí upphæddir til ferðastudning Skúlagjald: í mesta lagi 80.000 kr. um árið Lán til skúlagjald: í mesta lagi 80.000 kr. um árið Málsligt fyrireikingarskeið: sí heimasíðu Ferðastudningur: Danmark: kr. 1.500 Evropa kr. 3.100 Aðrastaðni kr. 4.100 Ferðastudningur til børn hjá lesandi ymiskt  STUÐULS­MØGULEIKAR HJÁ STUDNA Nú fær mann ikki hurtigstarts­bonus longur, men møguleika fyri eyka SU-klippum ístaðin Nú kanst tú søkja um háskúlastuðul Hugsar tú um at fara á háskúla í Danmark ella í Grønlandi komandi ár? So kanst tú søkja um stuðul, soleiðis at háskúla­ uppihaldið verður eitt sindur bíligari. Stuðulin er 700 kr. um vikuna. Talan er um eina peninga­ nøgd, sum er sett av á donsku fíggj­arlógini við tí fyri eyga at styrkja sambandið millum Dan­mark, Grønland og Før­oy­ ar. Hetta er fyrstu ferð, at stuð­ ulin verður latin. Í 2020 kunnu 21 ung úr Danmark, 18 ung úr Grønlandi og 18 ung úr Føroy­ um fáa studning. Tey, sum kunnu søkja, eru danir, grønlendingar og føroy­ ing­ar í aldrinum 18-25 ár, sum vilja sleppa á háskúla í einum av hinum londunum. Krav er, at háskúlaskeiðið í minsta lagi er 12 vikur. Freistin at søkja stuðul til há­skúlaskeið til heysthálvuna er 1. mars 2020. Les meira á: https://www. hoj­skolerne.dk/hoejskoler/ nordiske-folkehoejskoler/ rigsfaellesskabets- hoejskolestipendium/ HÁLVT FRÍPLÁSS til før­ oying á Nordiska folk­hög­skol­ an Kun­gälv - Gøteborg – www. nordiska.fhsk.se - Um mann setur tað saman við tí norðurlendska háskúla­ studn­inginum - https://www. hojskolerne.dk/hoejskoler/ nordiske-folkehoejskoler/ nordisk-hoejskolestipendium - kann uppihaldið verða ókeyp­ is, um mann er millum tey fyrstu, ið søkir um studning. Útbúgvingarloftið í Danmark verður tikið av á sumri 2020 3. desember 2019 kunngjørdi danska Útbúgvingar- og Gransk­ingarmálaráðið, at út­ búgv­ingarloftið verður strikað. Hetta merkir, at les­ andi í Danmark aftur frítt kunnu velja útbúgving uttan mun til útbúgvingarstøði. Tí kunnu lesandi á sumri í 2020 velja at fara undir útbúgving, sum er á sama stigi, sum tann út­búgvingin viðkomandi longu hevur lokið. Eisini er møgu­ligt at fara undir útbúgv­ ing, sum er lægri á út­búgv­ing­ ar­stiganum enn hægst lokna út­búgvingin. Útbúgvingarloftið hevur verið fyri nógvum atfinn­ing­ um frá m.a. lesandi, fak­feløg­ um, universitetum og ar­ beiðslívi, og hevur í fleiri um­gangum elvt til mót­mælis­ gong­ur uttan fyri Christians­ borg. Nakrar av atfinning­un­ um hava verið, at út­búgv­ing- ­arloftið var ein forð­ing hjá fólki at skifta yrkisleið, um tað vísir seg, at tey hava valt ”skeiva” útbúgving. Hetta fór at skapa smalt útbúnar ar­ beiðs­takarar. Tvey pláss til føroyingar Danmarks Medie- og Journalisthøjskole - dmjx. dk - hevur tvey pláss løgd av til føroyingar, sum standa upptøkuroyndina, sum er 25. apríl 2020. Umsóknarfreistin fyri kvotu 2 er 15. mars 2020.