Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leygardagin var upp­lat­ing­ar­ veitsla úti í Akra­ nes­gøtu 5 í Havn, har Ford og Vol­ vo umboðið í Før­oy­um, P/F Wen­zel, held­ur til og hevur bygt nýggjan fram­ sýn­ing­ar bygn­ing Eirikur Lindenskov Myndir: Pætur Eyðunsson Jensen Nógv fólk nýtti høvið leyg­ar­ dag­in at vitja Føroya fyrstu bil­a­sølu, P/F Wenzel, sum hev­ur verið Ford umboð í Før­oyum at kalla síðani fyrsti bilur kom til landið 6. mai í 1922. Fyritøkan hevur hildið til í Akranesgøtu síðani fel­ag­i­ð varð endurstovnað í ní­ti­áru­ num. Tað vóru abbasynirnir hjá Wenzel Petersen, end­ ur­stovnaðu felagið. Í 2007 keypti Gunnar Justinussen fyri­tøk­u­na og rak hana, til hann seldi hana til Rúna M. Djurhuus fyri tveimum ár­ um síðani. Rúni Djurhuus hevur síðani arbeitt við at fáa betri karm­ar kring bilasøluna, og krún­an á verkinum var nú leyg­ar­dagin, tá hann kundi bjóða kundum inn í nýggju stás­i­ligu høllina, sum er bygd á sama stað, sum gamla høll­ in stóð. Nýggja høllin er 1800 fer­ metr­ar, harav góðir 600 fer­ metr­ar eru til framsýningar- og sølu­høll. Í mun til gamla bygningin er hes­in heitur og flísar eru á gólv­inum. Rættiliga nógv fólk nýttu høv­ið at vitja inn á gólvi, har und­ir­hald og jólamenn við jóla­pakk­um gleddu børnini. Um­framt nýggju stásiligu Ford og Volbobilarnar, so var eis­ini ein forkunnugur Ford Mus­tang frá 1966 eisini sýnd­ ur fram. Hjá Wenzel starvast 40 fólk. FORD-UMBOÐ Í 98 ÁR Wenzel Petersen stovnaði fyritøkuna, har hann saman við Vil­helm Nielsen seldi fyrsta bilin í Føroyum. Hann var ein íðin og fram­skygd­ur maður. Hann var m.a. við til at stovna Havnar Hand­verks­meist­ar­a­ felag og var býráðslimur í mong ár. Wenzel Petersen var føddur tann 2. nov­ember 1887 í Tróndargøtu í Havn, sonur Petur Petersen úr Salt­nesi. Pápin var bróður Fríðrik Petersen, próst. Liðugur við skúlan fór Wen­zel í smiðjulæru. Sum útlærdur smiður fór hann 18 ára gamal til Keyp­mann­ahavnar, har hann starvaðist í Titan maskinverksmiðjuni, sam­stundis sum hann fekk sær útbúgving sum elektrikari. Hann búði í Danmark eini 10 ár og giftist við Sofíu, dóttir Óla Svenn Svendsen úr Havn. Wenzel latið upp nýggjan stásiligan sølubygning Ein fegin stjóri og eigari. Rúni M. Djurhuus kundi leygardagin vísa fram nýggju stásiligu framsýningarhøllina hjá P/F Wenzen, og ein rúgva av fólki nýtti høvi at koma inn á gálvið Myndir: Pætur Eyðunsson Jensen