mánadagur 16. desember 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. desember · Nr. 145
TÍÐINDI
Vesturvón
Jan Erik Simonsen hevur skrivað eina sera áhugaverda
bók um tann fyrsta hekkutrolaran Vesturvón. Hann
setur hann í ein størri samanhang, og letur eisini
fólk, sum hava havt við hetta skip at gera, sum í síni
tíð var stoltleikin hjá sørvingum, siga sína søgu.
Jóan Pauli Joensen
Tað hevur ikki verið mín lutur at balast
á sjónum, havi nóg illa pissa í saltan
sjógv. Hin vegin havi eg landað og
lossað, sum so mangir aðrir, tá eg var
ungur. Tað mann hava verið í 1959, eg
var fyltur 14 og farin úr skúlanum. Tá
var eg so óheppin, at detta niður á
dekkið á Vesturvón og meiddi meg í
lærið. Heilt galið kann tað tó ikki hava
verið, tí eg helt áfram við arbeiðinum á
flakavirkinum. Tá fekk eg eina slisku í
høvdið, so nøsin flaknaði og skrædnaði.
Karen Boe Niclasen var kommunu
lækni í Vágum tá. Hon seymaði mær
nøsina aftur, men arrið er enn sjónligt
millum nasagluggarnar. Eitt sindur í
ørviti, mann eg hava verið, tí eg fór í
seingina. Slapp ikki sjálvur úr klæðun
um. Mamma hjálpti mær. Tá hon sá at
alt lærið var blátt, øtaðist hon, og
spurdi, hví eg onki hevði sagt. Eg helt,
at tað var nóg mikið, at hon sá at nøsin
var farin í fillur, og at eingin orsøk var
at fortelja, at eg eisini var dottin niður
á dekki á Vestuvón sama dag.
Eitt sindur av tilknýti havi eg sostatt
til ta rúgvismiklu bók, sum Jan Erik
Simonsen hevur lagt úr hondum. Um
600 blaðsíður er hon til støddar. Hann
fer víða um í søgu síni. Sigur ikki bert
frá um søguna hjá skipunum við navn
inum Vesturvón, men eisini frá tí virk
semi, sum var undan teimum. Hann
sigur eisini frá teimum íverksetarum,
sum tað eitur nú á døgum, sum stóðu
aftanfyri tað skip, sum hann skrivar
um. Lívssøgan hjá mongum teirra, sum
hava siglt við Vesturvón, fær eisini
rúmd í bókini Bókin endar við eini
dramatiskari og langari sjórøvara søgu
um tað, sum hendi við hekkutrolaran
um Vesturvón, eftir at hann var seldur
av landinum og undir navninum
Thunder.
Nógv er sostatt fylt í bókina. Tað
sæst á øllum brøgdum at Jan Erik
Simonsen er hjartans fegin fyri alt tað
tilfar, sum hann hevur savnað saman,
og sum hann so gestablíður borðreiðir
við á hesum siglingasøguliga sjálvtøku
borðinum um Vesturvón. Hann málar
við breiðum pensli, og tað skal eisini
sigast, at hann dugir sera væl at
skrivað. Málið er ofta leikandi lætt og
skjótt og áhugavert at lesa. Hann setur
Vesturvónirnar inn í eitt størri skipa
søgulig høpi ikki bert í Sørvági, men
fyri Føroyar í síni heild. Serliga trolara
søguna. Tann sum ikki dugir skipasøg
una frammanundan, fær partar av
henni ókeypis í hesi bók frá honum.
Tað er eisini galdandi fyri annað, sum
er rundanum. Eitt nú fáa vit at nógv at
vita um søguna hjá norsku skipasmiðj
unum, sum smíðaðu skip til føroyingar
um tað mundið. Neyvan hava teir havt
fult álit á føroyingum, tá teir løgdu
hald á Vesturvón, tí peningurin fyri
skipið ikki fall til tíðina. Kanska vón
aðu teir at fáa meira burturúr, tí Findus
var áhuga at keypa skipið fyri eina
hægri upphædd enn tað, sum stóð í
sáttmálanum. Ikki sørt spennandi at
lesa nú so mong ár aftaná.
Søgan hjá hekkutrolaranum byrjaði
við línubátinum Vesturvón. Hesum
línubáti gekst væl, so fitt av peningi lá
eftir, tá hann var seldur til Noregs. Tað
var júst í eini tíð, tá nógvur tørvur var
á fiskiførum, og eingin hevði tol til at
bíða eftir at fáa bygt nýtt. Við tí sum
var eftir fyrsta Vesturvón, byrjaði ein
nýggjur leikur í hesum talvi.
Stellufyritøkan í Klaksvík var tá
komin við teimum fyrstu hekkutrolar
um til Føroyar. Um hekkutrolasøguna
annars, kanst tú lesa meira um í bókini,
tí har er hon væl lýst. Stellufyritøkan
kom at verða fløkt upp í tann fyrsta
hekkutrolarin Vesturvón frá byrjan av.
Tað var í fyrsta umfari sum ráðgevarar
og umboðsmenn. Hetta gekk alt upp á
stás. Sum so ofta, tá stór tøk skulu tak
ast, komu tað at vera fíggjarligir
trupulleikar. Ikki minst tí alt kom at
verða dýrari enn vænta. Trupulleikar
vóru vist í minst tveimum umførum.
Eitt var at fáa nóg mikið av eginpen
ingi, og hitt var at fáa tey landskassa
veðhald, sum skuldu til, fyri at fáa alt
at bera til. Greitt verður frá, hvør í Sør
vági setti pening í felagið – kommunan
kom eisini upp í part. Tá avtornaði var
eginpeningurin ikki nóg stórur til tað,
sum kravdist fyri at fáa landskassaveð
hald. Eisini kom skipið at verða dýrari.
Her kom Stellufyritøkan upp í leikin.
Teir settu pening í og bjargaðu allari
verkætlanini í fyrsta umfari. Men tað
skuldu teir sjálvandi eisini hava okkurt
aftur fyri, sum kanska ikki var heilt
órímiligt. Eitt nú at umboða Vesturvón,
tá veiðan skuldi seljast.
Um sørvingarnir vóru ov góðtrúnir
ella bláoygdir, ber ikki til at siga, tí alt
var so skjótt um at fara, tá skipið skuldi
bjargast. Tað sæst á tí, sum verður sagt
í søguni, at hekkutrolarin Vesturvón
longu í føðingini mundi gloppi sørving
um av hondum. Hann var eisini onkun
tíð seinni í fíggjarliga tungum sjógvi og
bjargaður bygdini á strikuni. Talan var
jú um eitt gott, modernað skip, sum
fleiri vildu hava hendur í.
Seinni gjørdu sørvingarnir seg leys
an av Stellufyritøkuni, men tað gekk
vist ikki heilt friðarliga fyri seg. Hetta
er alt ein áhugaverd søga, sum verður
skynsamliga søgd av Jan Erik Simonsen.
Tað hevur eydnast
høvundinum at geva
hekkutrolaranum
– stoltleikanum hjá
sørvingum, tað tíð
tað var – bæði lív og
sál í hesi bókini.
Sjálvt lýsingarnar
av spesifikatiónum
á skipinum sjálv
um, tá tað var bygt,
alt tað tekniska,
maskinrúmið og
hvørt av sínum
verður væl lýst.
Eisini tað, at
skipið kom at
verða dýrari, tí
gingið var burtur
frá, at hann
skuldi vera
kombineraður
saltfiska og
flakatrolari.
Hann kom at vera flakatrolari
burturav, og tað gjørdi skipið dýrari.
Tað sigur seg sjálvt, at Baader flaka
linjur og alt tað, sum hevur við
“fabrikkina” umborð at gera hevur
týdning í medvitnum hjá teimum, sum
hava sítt lívsstarv har, og at tað hevur
áhuga hjá mongum. Spesifikatiónir
siga teimum nógv meira enn okkum,
sum bert eta flakið. Har er ein tilvísing
arkarmur, sum skapar sína egnu ment
an og egnu fatan millum tey, sum skilja
hann og liva í hesum karmi. Har er
sjálvandi nógv at tosa um, og tað
verður alt lýst eins og hagtøl og annað
siga sítt fyri honum ella henni, sum
hevur áhuga í teimum. Myndatilfarið í
bókini er eisini fjølbroytt og gott.
At tað var ein syrgilig søga, tá mask
inan tvær ferðir fór í knús, sigur seg
sjálvt. Tað var einki stuttligt. Heldur
ikki tað, sum kom aftaná við sjófor
kláringum og øðrum. Ikki minst stríðið
um bjargingarpening. Vit eru jú millum
veiðumenn, og bjarging er eisini veiða,
har sum mest skal fáast burturúr – og
tryggingarnar vilja helst sleppa av við
sum minst, tá tryggingarnar skulu
gjaldast
At skiparin, báðu ferðina hetta hendi
at maskinan fór í knús var, javnaldurin
Jósup Henriksen, sum sat undir liðuni
á mær, tá vit gingu í preliminerskúla í
Miðvágs-Sandavágs Skúla, ger tað meir
persónligt. At sambandi millum mask
inmeistararnar er persónligt og kenslu
borið er kanska heldur ikki so løgi.
Maskinan, pumpur og alt tað, er blóð
renslið í skipinum og tí sera persónligt
fyri teir, sum vara av øllum hesum. Tað
er tí heldur ikki at undrast á, at ein av
maskinmeistarunum kendi seg noydd
an at koma við rættleiðingum til eitt
útvarpsfólk, sum tápuligt og rangt
hevði endurgivið okkurt frá sjófor
hoyrinum. Tað vildi hann ikki hava sit
andi á sær, og mótmælti tí í bløðunum.
Jan Erik Simonsen dugir væl at
flætta alt hetta saman og skapa høpi í,
so tað er vert og spennandi at lesa
Tað er eisini spennandi at lesa um
fólkini, sum tóku stig til hekkutrolaran
Vesturvón og teirra ágrýtni. Tað var í
hesum sambandi syndarligt, at Jóhann
es Niclasen, sum kanska var tann ídn
asti aftanfyri, skuldi koma útfyri
óhappi í Mykinesi og doyggja av løsti,
hann fekk. Hann slapp ikki at heysta
alt tað, sum hann hevði verið við til at
sáa.
Tíbetur vóru tað aðrir
sum kundu
taka yvir.
Vesturvón
varð seldur av
landinum,
men søgan hjá
hesum skipi
endaði ikki har.
Tað seinastu
tíðina
Vesturvón – nú
undir navninum
Thunder – gjørdi
vart við seg í
altjóða miðlum
fari eg at lata
liggja. Tað sum tá
hendi, høvdu
føroyingar onga
ábyrgd av. Kortini
er tað sera
spennandi lestur,
sum leggur meira
dramatikk at
hesum góða sørvágsskipi.
Miðjan av bókini eru lívssøgur hjá
teimum, sum siglt hava við Vesturvón,
skiparum og manning. Søgurnar eru
ikki bert um teirra lív umborð, men vit
fáa eisini at síggja, hvat hesir menn eis
ini hava fingist við í aðrar mátar í lívi
teirra. Í mongum førum eru tað upp
tiknar og endurgivnar samrøður, har
menninir sjálvir siga frá, og seta nýtt
og eitt sindur øðrvísi ljós á tað, sum Jan
Erik Simonsen hevur greitt frá í fyrru
helvt av bókini. Tað gera eisini tey fólk,
sum hava havt við tey, sum áttu Vestur
vón at gera. Har verður ymiskt ljós sett
á alt tað sum fór fram. Lívssøgurnar
eru áhugaverdar í sjálvum sær, og fyri
tey, sum persónliga kenna fólkini, mugu
tær hava uppaftur størri áhuga, enn
fyri fólk flest.
Tað kom ein annar Vesturvón aftan
á tann henda, sum bókin er um. Hann
var eisini seldur av bygdini og er ein
heilt onnur søga, sum ikki er minni
dramatiskt. Øll vóru ikki so fegin um
hesa sølu. Veiða og skip høvdu nú í eini
nýggjari kapitalistiskari siðvenju fingið
eitt nýtt og øðrvísi lív, har tað eru
pengarnir og størri áhugamál, sum
fólkið flyta. Eg minnist at mammu
beiggi mín, sum sat í nevndini fyri
Vesturvón, næstan græt, tá tað hendi
at Vesturvón fór úr bygdini. Tað var
ikki við hansara vilja segði hann, og tað
var ikki soleiðis, at hann hevði hugsað
tað, tá tað í síni tíð var gjørt alt fyri at
útvega arbeiðspláss til bygdina. Tað er
alt ein onnur søga, sum Jan Erik Sim
onsen eisini kann taka upptil viðgerðar.
Sum søgugranskari kundi ein sjálv
andi hugsa sær okkurt skipað og fram
lagt øðrvísi, men tað fari eg at lata
liggja og eingin grund er at grenja um
tað. Bókin er sum hon er, ein sera
áhugaverd heimild, sum søgufólk kunnu
fáa nyttu burtur úr.
Bókin Vesturvón er ein áhugaverd
bók, skriva við hjartanum av manni,
sum hevur nakað at bera fram, og sum
er glaður fyri at gera tað. Bókin er verd
at lesa og løtt at lesa, og Jan Erik
Simonsen, dugir væl at skriva, og tað
hevur nógv at siga, tá ein heldur seg til
at fara undir eina bók.
Jan Erik Simonsen
Vesturvón – tí tað skal vera
ein vón fyri vestan
Forlagið á Merkrunum 2019
Bókaummæli: