Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 241 - 16. desember 2004 Ógvuliga vónbrotin av framferðini Hóast vit halda, at tørvurin er størstur í Suðuroy, ætlar lands- stýrið at gera eitt sambýli til sálarsjúk í meginøkinum og tað er ómetaliga harmi- ligt, sigur Sinnisbati SÁLARSJÚK Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta harmar meg al- mikið. Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, er ógvuliga vónbrotin av framferðini hjá landsstýrinum. Landsstýrið ætlar at byggja eitt sambýli til sál- arsjúk. Sinnisbati sigur, at tørv- urin á einum slíkum sam- býli er nógv størstur í Suð- uroy. Men kortini hevur Al- manna- og heilsumálaráðið lýst eftir húsum til sambýli í meginøkinum. Tvær milliónir standa á fíggjarlógini í ár til eitt sambýli til sálarsjúk, men hóast Sinnisbati heldur, at tað skuldi verða í Suðuroy er altso søkt eftir húsum í Norðstreymoy ella Vágum. Hon sigur, at í sambandi við rundferðina hjá Sinnis- bata kring landið í heyst, hevði hon annars skilt á Almanna- og heilsumála- ráðnum, at tað hetta sam- býli fór antin at verða bygt í Suðuroy, ella kanska í Klaksvík. Hon hevði eisini skilt, at Sinnisbati skuldi vera tikið við upp á ráð, tá ið avgerðin skuldi takast um, hvar sambýlið skuldi verða. Kortini hevur Almanna- og heilsumálaráðið søkt eftir húsum norðanfyri, utt- an at spyrja Sinnisbata eftir. – Hetta undrar meg, tí vit eru 600 limir í Sinnisbata og okkara meining átti at viga eitt sindur í slíkum føri, heldur Soffi Egholm. Ómetaliga harmiligt – Tað, sum er hent, er ómetaliga harmiligt, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, sum er felagið hjá teimum sálarsjúkum. – Hetta er fyrstu ferð síð- ani hetta landsstýrið kom til, at eitt slíkt stig er tikið, uttan at Sinnisbati er spurt til ráðs og tí er hon vón- brotin, sigur Soffi Egholm. Annars hevur samstarvið við Landsstýrið verið sera gott í seinastuni og so mik- ið meiri harmast hon um, at tey ikki vistu av nøkrum. – Vit halda framvegis, at tørvurin á einum slíkum sambýli er nógv størstur í Suðuroy. Hetta kemst serliga av, at Suðuroyggin er so langt frá meginøkinum og tað er mangan tungt hjá sálarsjúk- um í Suðuroy at fara heilt til Havnar til viðgerðar. À økisfundi hjá Sinnis- bata í Suðuroy í heyst, upp- lýsti hon sostatt, at Sinnis- bati fór at mæla til, at tað fyrsta sambýli verður gjørt í Suðuroy. Soffi Egholm ásannar, at Suðuroyggin er í eini ser- ligari støðu, hvat ferða- sambandi viðvíkur og hon mælir til, at tað fyrsta sambýli eigur at verða gjørt í Suðuroy, men kortini ætl- ar landsstýrið at gera tað inni á meginøkinum, hað- ani tað er ein lítil løta at ferðast til Havnar í bili. Suðuroy í serligari støðu Ætlanin hjá landsstýrinum er at skipa økissálarfrøði og sosialsálarfrøði kring um í landinum. Endamálið er, at tað skal bera til hjá sálarsjúkum at fáa ambulanta viðgerð í nærumhvørvinum heldur enn at noyðast til Havnar hvørja ferð. Tað verður hildið, at hetta er nógv betri fyri sjúkling- arnar og teirra avvarðandi. Í hesum sambandi er eis- ini ætlanin at byggja sam- býli til sálarsjúk ymsa- staðni í landinum og á fíggjarlógini í ár eru tvær milliónir settar av til endamálið. Í hesum sambandi verður hugsað um eitt sambýli til lættari sjúklingar, sum ikki hava fyri neyðini at vera innlagdir á psykiatriska deplinum á Landssjúkra- húsinum. Landsstýrið hevur ætlað, at tað skal vera klárt at flyta inn í tað fyrsta sambýli fyrst í komandi ári. Sí eisini greinina "Gera sambýli eftir eini meting um tørvin". – Vit halda framvegis, at tørvurin er størstur í Suðuroy og tí harmar tað okkum almikið, at landsstýrið vit ikki eru spurd til ráðs, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata Tað er ein deild við fakfólki, sum metir um, hvar sambýli til sálarsjúk skal byggj- ast. Sinnisbati verður tikið við upp á ráð, men tey hava ikki avgerðina, sigur Hans Pauli Strøm SÁLARSJÚK Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ætlanin um, hvar eitt sam- býli til sálarsjúk skal ger- ast, verður beinleiðis løgd eftir eini meting um tørvin. Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum vísur á, at tað er ikki Sinnisbati, sum ger av, hvar eitt sambýli skal gera. – Sinnisbati verður av- gjørt spurt til ráðs, men tað er kortini Sinnisbati, sum hevur avgerðandi orðið. Meiningin hjá Sinnisbata verður tikin við í meting- unum, men tað er ikki tey, sum eiga endaligu avgerð- ina. Annars vísur landsstýris- maðurin á, at hann hevur ikki fingið nakað tilmæli um, hvar eitt slíkt sambýli skal vera. Hann vísur á, at tað deildin fyri sinnisveik undir Almanna- og heilsi- málaráðnum, sum fyrireik- ar sambýli. Hetta er ein deild, sum hevur til uppgávu at røkja alt økið, sum kemur undir sosialsálarfrøði. Hetta er ein deild við fakfólki, og tað er uppgáv- an hjá deildini at meta um tørvin, áðrenn ein avgerð verður tikin. Hans Pauli Strøm sigur at deildin arbeiðir í sam- starvi við psykiatriska dep- ilin á landssjúkrahúsinum, sum kennir hvønn einasta sjúkling. Sostatt er tað ein bein- leiðis faklig meting, sum avgerðin verður bygd á og avgerðin verður beinleiðis bygd á, hvar tørvurin er størstur, sigur landsstýris- maðurin. Og tá ið søkt verður eftir húsum í Norðstreymoy ella í Vágum mugu vit ganga út frá, at hóast sinnisbati met- ir, at tørvurin er størstur í Suðuroy, metir deildin fyri sinnisveik, at tørvurin er størstur í Norðstreymoy ella í Vágum. Sí eisini greinina "Ógvu- liga vónbrotin av fram- ferðini". Gera sambýli eftir eini meting um tørvin – Sinnisbati verður spurt til ráðs, men tað er ikki Sinnisbati, sum hevur avgerðina, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður