hósdagur 16. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 16. desember 2004
5
Mentunargrunnur
Studentafelagsins
gevur út »Móti
Tøgnini« hjá Heðini
Klein, sum er egnar
yrkingar og týðingar
eftir Olav H. Hauge
ÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Heðin Klein hevur nú giv-
ið út sítt fimta yrkinga-
savn, har fyrra helvtin er
egnar yrkingar, meðan
tann seinna er týðingar
eftir gitna norska modern-
istin Olav H. Hauge
(1908-1994). Egnu yrk-
ingar høvundans eru po-
interaðar
lívsroyndir
blandaðar upp við spei-
som prik til bæði Tórodd
Poulsen og háfjallsól-
mentanina. Ein kensla av
at vera innilæstur eyð-
kennir fleiri tekstir, og
hon verður lýst við sam-
ansjóðaðum
orðum.
Somuleiðis er íblástur
javnan frá málningalist,
og eitt ekkó av Janusi
Djurhuus varnast við-
hvørt.
Olav H. Hauge fær
størri og størri týdning í
norðurlendskum skald-
skapi, og tað er eitt lítið
bragd at fáa hann í ein
føroyskan ham. Stílurin er
í høvuðsheitum stuttorð-
aður, og tað er greidligur
íblástur fra haiku-yrking.
Eitt slag av poetiskari
minimalismu.
»Móti tøgnini« er løgd
til rættis og prentað á
Hestprent. Hon er 98
síður til longdar og kostar
kr. 140. Bárður Jákupsson
gjørdi permuna Mentun-
argrunnur
Studentafel-
agsins gav út.
Heðin Klein:
Móti tøgnini
Negativ tilflyting
Hagtøl hjá Hagstovu Føroya
vísa, at vend er við at koma
í nettoflytingina til og úr
Føroyum. Í 2004 hevur
flytimynstrið
yvirhøvur
verið merkt av, at tilflytingin
minkar, meðan fráflytingin
veksur. Størsta tilflytingin
var í 1998, tá 1.985 fólk
fluttu til Føroya, meðan
fráflytingin var minst í
2001, tá 1.208 fólk fluttu
hiðani. Síðani 2001 er
nettoflytingin støðugt mink-
að, og fyrstu 10 mánaðirnar
í ár vóru fráflytararnir 138
fleiri enn tilflytararnir, og
nettoflytingin var sostatt
negativ. Vanliga er tilflyt-
ingin størri enn fráflytingin í
november og desember,
men seinastu 4 árini er
munurin støðugt minkaður.
Verður henda gongdin tann
sama í ár, er líkt til, at netto-
flytingin fyri alt árið verður
negativ. Um hetta hendir,
verður 2004 tað fyrsta árið
síðani 1995, har fráflytingin
er størri enn tilflytingin.
-tn
Færri sand- og
suðuroyingar
Hagtøl, sum Hagstova Før-
oya hevur savnað, vísa nú,
at fólkatalið minkar sunnan
fyri Skopunarfjørð. Hinveg-
in vísa tølini, at fólkatalið í
Streymoynni og í Vágum er
vaksandi, meðan tað í
Eysturoynni og í Norð-
oyggjum stendur í stað.
Burðartøl vísa eisini, at
bæði í Sandoynni og í Suð-
uroynni verða lutfalsliga
væl færri børn fødd enn í
restini av landinum.
Henda gongd við at
fólkatalið er minkandi í
Suðuroynni og Sandoynni
er nakað, ið vit kenna aftur
frá kreppuni í nítiárunum.
-tn
Færri sáttmálar
Væntandi verða væl færri
lærlingasáttmálar
innan
handverksvinnuna í ár í
mun til undanfarin ár. 30.
november í ár eru 149 læru-
sáttmálar undirskrivaðir. Til
samanberingar vóru í 2003
gjørdir 196 lærusáttmálar.
Væntast kann ein lækking á
eini 25%.
Hetta má sigast at vera
nógv, serliga tá ið hugsað
verður um, at talið er
lækkað fleiri ár á rað.
Tað er serliga innan mask-
insmíð, at færri lærlinga-
sáttmálar eru gjørdir. Í 2003
vóru
43
nýggir
lær-
lingasáttmálar gjørdir, með-
an talið tann 30. november
2004 var 23. Støðan í ali-
vinnuni hevur uttan ivað
gjørt støðuna trupla hjá
smiðjunum,
samstundis
sum búskaparstøðan sum
heild er versnað. Útlitini fyri
framtíðina hava uttan ivað
ávirkað tilgongdina soleiðis,
at virki og meistarar atra seg
við at seta lærlingar. Men
endurgjaldið til meistarar og
virki, tá ið lærlingur er í
skúla, hevur mest sannlíkt
eisini ávirkað gongdina
skeiva vegin. Endurgjaldið
lækkaði úr 100% niður í
75%, samstundis sum um-
røtt hevur verið at lækka
gjaldið enn meira. At gjald-
ið fer upp og niður, er ikki
serliga tryggjandi og er ikki
við til at skapa eina javna
gongd, skrivar Vinnuhúsið á
heimasíðu sínari
-tn
Savna vinnusøgu
Landsskjalasavnið er farið
undir eina verkætlan sum
skal tryggja, at søguligt
tilfar um føroyskt vinnulív
ikki verður burtur.
Sum heild er alt ov lítið
vinnusøguligt tilfar savnað
og skrásett í Føroyum.
Vandi er fyri, at søguliga
sera áhugaverd vinnuskjøl,
sum eru í privatari varð-
veitslu, verða burturbeind
ella farast av elli. Verða tey
ikki varðveitt, fer ein týð-
andi
mentanarsøguligur
táttur, søgan um privatan
virkishug,
vinnulív
og
arbeiðslív, at gleppa okkum
úr hondunum.
Føroya Landsskjalasavn
er, saman við Borgarskjala-
savninum í Reykjavík og
Landsskjalasavninum
í
Grønlandi, farið undir eina
verkætlan, nevnd "fíha".
Heitið er ein stytting av orð-
unum "fiskivinna", "ídn-
aður", "handil" og "arbeiði".
Verkætlanin er stuðlað av
Nordisk
Kulturfond
og
Mentamálaráðnum.
Ætlanin er at staðfesta,
varðveita og skráseta alt
skjalatilfar
viðvíkjandi
fiskivinnu, ídnaði, handli og
arbeiði, sum er í privatari
varðveitslu. Endamálið við
verkætlanini er at tryggja, at
hesin týdningarmikli partur-
in av føroyska mentunarar-
vinum ikki verður burtur.
-tn
Jól hjá Kuffunum
Dramabólkurin í
KFUM & KFUK í
Klaksvík er sera virk-
in fyri tíðina. Fyri
góðum 3 vikum síð-
ani framførdu tey ein
bíbliuleik í sunnu-
dagsskúlanum, og nú
hava tey fyrireikað
seg til jóla
TÍÐINDASKRIV
KFUM og K
Í
hesum
sambandinum
bjóðar dramabólkurin til
opið hús og jólahugna í
KFUM & KFUK í Klaks-
vík, hóskvøldið 16. des. kl
19.00 og fríggjakvøldið 17.
des. kl 22.30.
Dramabólkurin
hevur
vant jólaevangeliið, ið er
klætt í nýggja búna. Tvey
børn sita og droyma um,
hvussu tað hevði gingið
fyri seg, um Jesus bleiv
føddur í 2004. Tað er øðr-
vísið og hugvekjandi, siga
tey, so nú er bara at koma at
hyggja.
Tiltakið er ætlað til alla
familjuna, og tað er sjálv-
andi ókeypis. Á skránni
verða jólasangir, drama, prát
og hugni, saman við jóla-
søgu.
Tiltakið fríggjakvøldið er
eisini fyri alla familjuna,
men er lagt kl 22.30, fyri
serliga at royna at fanga
ungdómin.
Dramabólkurin framførir
eisini í Havn, og verður
hetta til stóru jólakonsert-
ina á Hálsi leygarkvøldið.
Meira fæst at vita, við at
vitja www.kuff.fo