hósdagur 16. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 241 - 16. desember 2004
Stóri danski undir-
haldarin, Amin Jen-
sen, sum á ólavsøku í
ár fyri fyrstu ferð
vitjaði í Føroyum,
kemur aftur til Før-
oya komandi vár
UNDIRHALD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Teir flestu føroyingar kenna
óivað Amin Jensen frá
undirhaldssendingini Hit
med Sangen, sum eisini
verður víst í Sjónvarpi
Føroya. Tá ið danin vitjaði í
Føroyum á ólavsøku, hevði
hann eina framførslu í
ítróttarhøllini á Hálsi, har
fitt av fólki var og vandi
sær láturvøddarnar.
Dámdi serstakliga væl
Nú er so greitt, at Amin
Jensen kemur aftur til
Føroya í vár, og hann skal
hava eina framførslu, ið
verður leygarkvøldið tann
9. apríl. Hesaferð verður
tað tó ikki í Havn, at danin
fer at undirhalda. Fram-
førslan verður í Mentan-ar-
húsinum í Fuglafirði, so
talan er um eitt rættuliga
avmarkað tal av fólki, ið
sleppa inn at síggja danska
undirhaldaran.
Spurdur hvussu tað ber
til, at hann kemur aftur til
Føroya, sigur Amin Jensen.
- Mær dámdi serstakliga
væl í Føroyum, og eg segði
við Jákup Jacobsen (ið tók
sær av dananum undir vitj-
anini), at eg var áhugaður í
at koma aftur á vitjan.
Jákup hevur síðani roynt at
laga umstøðurnar soleiðis,
at tað ber til hjá mær at
koma aftur, og at tað kann
hanga saman fíggjarliga,
greiðir Amin Jensen frá.
Fyrst í komandi ári fer
Amin Jensen á rundferð í
Danmark við nýggja show-
inum hjá sær, ið hann rópar
"Blæs på DK". Henda
rundferðin endar við, at
leiðin gongur til Føroya at
undirhalda í Mentanar-
húsinum. Amin Jensen
sigur, at føroyingar skulu
ikki stúra fyri, at hann fer at
verða útbrendur á vitjanini í
Føroyum, heldur tvørtur-
ímóti. - Talan verður allar-
helst um seinastu fram-
førsluna á rundferðini, og
tá plagar vanligani okkurt
eyka at verða gjørt burtur-
úr, sum annars ikki hevur
verið partur av vanligu
framførsluni, sigur hann.
Amin Jensen kemur ikki
einsamallur, tá ið hann
vitjar. Við sær hevur hann
eisini
ein
tónleikabólk
undir leiðslu av navnframa
Jens Krøyer, sum nógv
óivað eisini kenna aftur frá
Hit med Sangen.
Samgongan hevur
ætlanir um at um-
skipa Farmaleiðir,
sum vit kenna tær í
dag. Hugt verður eftir,
um partar av virk-
seminum kunnu
niðurleggjast
FARMALEIÐIR
Edvard Joensen
Samgongan er samd um at
kanna, um Farmaleiðir er
ein forrætning, sum ber
seg. Um ikki skal ein um-
skipan av virkseminum fara
fram.
Nú er tað ikki so, at
Farmaleiðir bara verða av-
høvdaðar, um kanningin
vísir, at raksturin ikki er
nøktandi. Tað ber ikki til,
sigur Henrik Old, løgtings-
maður. Tí Løgtingið hevur
skyldu at halda flutn-
ingsleiðir til ávís støð í
landinum.
– Men samgongan er
samd um at kanna, um
virksemið í eitt nú mið-
staðarøkinum er relevant,
og um tað ber seg, sigur
hann.
Hetta arbeiðið er ongan
veg komið sum so, sigur
Henrik Old. Tað verður ikki
nakað við, at Farmaleiðir
verða
niðurlagdar
ella
umskipaðar á nýggjárinum.
Verri enn so, leggur hann
dent á.
Tað er soleiðis, at í ávís-
um førum er líkt til, at fyri-
tøkur og stovnar í eitt nú
miðstaðarøkinum tykjast
hava funnið útav, at tað er
bíligari at brúka Farma-
leiðir til flutning, enn at
hava sítt egna flutningstól.
– Tað er í lagi, so leingi
Farmaleiðir eisini fáa nak-
að burturúr, sigur løgtings-
maðurin. Men vísir kann-
ingin, at Farmaleiðir hava
hall av hesum, so er bara
eitt at gera, og tað er at
steðga tí partinum.
Men ansast má øgiliga
væl eftir, hvussu hetta verð-
ur gjørt, sigur hann, og
nevnir ymsar møguleikar,
sum eiga at verða kannaðir.
Millum annað, um Farma-
leiðir skulu hava skyldu at
flyta farm allan vegin frá
veitara til brúkara, ella um
tænastan skal fevna um
flutning millum tvær mið-
støðir, til dømis á bryggjuni
í Klaksvík og í Havn, so-
leiðis at veitarin á Viðareiði
letur vøruna inn í Klaksvík,
og brúkarin á Velbastað
kemur til Havnar eftir henni
ella sjálvur syrgir fyri, at
hon verður flutt til Velba-
staðar, sigur Henrik Old.
– Vit mugu vera vís í,
hvat vit gera, og syrgja fyri,
at vit ikki bara koma við
onkrari tilvildarligari loysn,
sum kanska um eini tvey ár
endar aftur í tí sama, sum
vit hava nú, sigur Henrik
Old, løgtingsmaður. Her
skal farast grundiga fram,
og tað er heilt víst, at her
verður so eingin kollvelting
á nýggjárinum. Tað einasta,
samgongan er samd um
enn, er at virksemið skal
kannast, og verður tað so
neyðugt við broytingum,
verða tær gjørdar. Men
hvørjar tær verða, vita vit
einki um enn, sigur hann.
Umskipan av Farmaleiðum
Samgongan hevur sett sær fyri at kanna virksemið hjá Farmaleiðum og møguliga at gera broytingar, har sum tað verður hildið neyðugt. Men talan verður avgjørt
ikki um at leggja tænastuna niður soleiðis yvir ein kamb, sigur Henrik Old, løgtingsmðaður
Amin kemur aftur til Føroya
Kendi danski undirhaldarin, Amin Jensen, kemur aftur til Føroyar komandi vár. Tá fer hann at
undirhalda í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
savnsmynd