mánadagur 16. desember 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
HM í kvinnuhondbólti endaði
við eins stórum skelki sum tað
byrjaði. Áðrenn kappingina
vóru tríggir greiðir favorittar:
Frakland, Norra og Russland.
Frakland tapti á fyrsta degi
ímóti Suðurkorea og rakk ikki
víðari úr innleiðandi umfarinum.
Norra var ikki sannførandi
Hjá Norra gekk tað heldur
ikki upp á stás. Dystirnir vóru
vunnir, gaman í, men tað var
ikki eins sannførandi og vit
hava verið von at síggja frá
Norra áður. Heilt galið gekk
tað ímóti Niðurlondum í inn
leiðandi umfarinum, har Norra
tapti 30-28. Niðurlond vóru
frammanundan neyvan mett
sum nøkur hóttan, eftir at
tey taptu stórt ímóti Slovenia
fyrsta dagin.
Russland vísti seg sum heilt
greiði favoritturin. Við einum
stórsigri fyri og øðrum eftir,
hevði
Russland
beina
kós
ímóti gullinum eftir fyrstu átta
dystirnar, sum góvu átta sigrar.
Eingin við færri enn sjey mál
um á muni.
Russland fall óvæntað
Men
so
kom
hálvfinalan.
Niðurlond vóru farin at sýna
betri spæl, og brádliga vórðu
russisku stórfavorittarnar og
allur hondbóltsheimurin tik
in á bóli. Niðurlond spældu
seg í HM-finaluna, har Norra
mundi vera favorittur – um tað
eydnaðist teimum norsku at
sleppa fram við Spania.
Spania mundi ikki sloppið í
hálvfinaluna. Eftir at hava fing
ið ein avsmurning við tíggju
málum frá Russlandi í seinasta
dystinum, kundi Svøríki stjala
hálvfinaluplássið, men sviar
misnýttu møguleikan og taptu
ímóti Montenegro.
Og Norra fall
Sostatt skuldi Spania, bert
tveir dagar eftir svíðandi av
smurningin ímóti Russlandi,
hótta norsku stjørnunar. Og
tað eydnaðist. Spania gav
Norra sín egna avsmurning, og
so var alt til reiðar til eina púra
óvæntaða HM-finalu ímillum
Niðurlond og Spania.
Dómararnir standa
eftir í minninum
Og tann finalan fer í søgubók
ina fyri eina dómaraavgerð.
Støðan var 29-29. Tess Wester
bjargaði sponskum skotið og
skuldi senda bóltin fram til ein
liðfelaga, men spanska Ainhoa
Hernandez fekk fingrarnar á
bóltin beint við markið á mál
teiginum.
Dómararnir mettu, at hon
hevði
fingrarnar
innanfyri
málteigin. Altso, at bólturin
ikki slapp inn á vøllin. Vanliga
hevði hetta verið fríkast, men
av tí at hendingin fór fram í
seinastu 30 sekundunum av
dystinum, var brotskast. So
kundi Lois Abbingh avgera
finaluna til úrsltiði 30-29, og
Niðurlond kundu fegnast um
fyrsta Heimsmeistaraheitið í
søguni.
Eftir at hava sæð sjónbanda
upptøkur av støðuni fær ongin
sagt við vissu um hetta var
rætt ella skeivt dømt. Tað var
tepurt, og dómararnir tóku
eina avgarð. Men spaniufólk
fara óivað altíð at minnast hesa
HM-finaluna fyri dømingina í
seinastu løtuni.
Støðan er 29-29 í HM-finaluni ímillum Niðurlond og Spania. Hálvur minuttur restar í. Spania spælir
betri enn Niðurlond hesa løtuna, men í hesum avgerandi álopinum verður skotið illa, og niðurlendski
málverjin bjargar lættliga. Har eru nøkur sekund at senda bóltin fram í eitt skjótálop, men ein spanskur
leikari verjur fyri við armunum. Hon heldur at hon hevur bjargað liðið sínum javnleikin, men dómararnir
siga at hetta hevði hon ikki loyvi til. Niðurlond fáa brotskast, skora og eru Heimsmeistarar
NIÐURLOND HEIMSMEISTARAR
NIÐURLOND HEIMSMEISTARAR
EFTIR UMSTRÍTT BROTSKAST
EFTIR UMSTRÍTT BROTSKAST
Niðurlendska Estevana Pol
man var eftir kappingina
kosin týdningarmesti leik
arin í HM-endaspælinum.
Niðurlendski
vinstri
bakkurin hevur verið ein av
stjørnunum á niðurlendska
landsliðnum hesi seinastu
árini. Tey árini hevur ein
annar leikari fingið flestu
heiðringarnar á niðurlend
ska liðnum. Heimsstjørnan,
Nycke Groot, hevur gjørt
um seg seinasta árið. 30 ára
gomul avgjørdi hon eftir
seinasta endaspæl, at kropp
urin ikki orkaði nóg mikið
longur, og takkaði fyri seg á
landsliðnum.
Men Estevana Polman
lyfti týdningin á niður
lendska liðnum, og har var
neyvan nakar ivi um, at hon
skuldi hava heiðurin.
Polman, sum eisini er
kend sum kona kenda fót
bóltsleikaran, Rafael Van
Der Vaart, fekk eisini plássi á
All-Star-liðnum, sum altjóða
hondbóltssambandið hevur
kosið eftir kappingina. Tað
sær soleiðis út:
Málverji: Tess Wester
– Niðurlond
Vinstri vongur: Camilla
Herrem – Norra
Vinstri bakkur: Alexandrina
Cabral – Spania
Miðja: Estevana
Polman – Niðurlond
Høgri bakkur: Anna
Vyakhireva – Russland
Høgri vongur: Jovanka
Radicevic – Montenegro
Strika: Linn Blohm – Svøríki
Toppskjútti: Lois Abbingh,
71 mál – Niðurlond
Polman
týdningar
mesti leikari
HM í hondbólti: