mánadagur 16. desember 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. desember 2019 · Nr. 145
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Liverpool, Ongland
“City have scored!”. Orðini eig
ur ein smílandi og fryntligur
eldri maður uttanfyri The Kop,
men boðini úr fartelefonini
dáma Phil einki. Hann er íðin
Liverpool fjeppari og hevur
pláss á The Kop, sum er kendi
parturin av Anfield. Man
chester City hevur lagt seg á
odda 2-1 á útivølli móti New
castle hendan leygardagin í
dagsins fyrsta dysti.
Á Anfield er lagið gott.
Liverpool, sum skal spæla móti
Brighton, er undan umfari
num níggju stig frammanfyri
Manchester City, men ongin
torir at avskriva Pep Gura
diola og hansara menn. Teir
hava vunnið Premier League
tvey ár upp í slag. Millum ann
að setti teir ikki stig til í enda
spurtinum farna kappingarár,
tá teir fingur 98 stig. Eitt fleiri
enn Liverpool, sum bara tapti
ein dyst alt kappingarárið.
Liverpool, sum ikki hevur
vunnið enska meistaraheitið
síðani 1990, og harvið einki
Premier League steyp eigur, tí
landskappingin broytti heiti til
Premier League í 1992.
Gunnar fyrsta keypið
Murran um at Manchester City
ikki er til at steðga finst ikki, tá
Gunnar Nielsen í 2009 verður
keyptur frá Blackburn. Orsøkin
er, at Mark Hughes er nýggjur
venjari og hann var venjari hjá
Gunnari Nielsen í Blackburn.
Málmansvenjari er Kevin
Hitchcock og honum dámar
føroyska málverjan. Hann er
íðin til venjing, sinnaður at
læra og kennir treytirnar í ein
um Premier League felagi.
Manchester United er eina
ráðandi norðanfyri London,
har bara Chelsea
gevur
teimum
kapping um fyrsta
plássið.
Tá
Sheik
Mansour úr Abu Dhabi
keypir Manchester City
er
útmeldingin
greið.
Manchester
City
ætlar
at taka upp kappingina við
stórabeiggan.
Fyrstu
árini
gongur illa, tí Manchester
United hevur munin allan
vegin.
Teir vinna týdningarmiklu
innanhýsis
uppgerðinar
í
bæði Premeir League og ensku
steypakappingunum.
Fleiri
ferðir er talan um mál í yvir
tíðini. So sum tá Poul Scholes
verður gravaður fram aftur,
ella tá Wayne Rooney sendi
United víðari í Liga Cup í
yvirtíðini í Old Trafford.
Gunnar Nielsen fær eisini
sínar 15 minuttir av fame. Tá
Manchester City í 2010 er í
harðari kapping fyri at koma
í Champions League, kemur
Gunnar Nielsen inn í dystinum
á útivølli móti Arsenal. Shay
Given verður skaddur í økslini
og inn kemur ein bulmikil og
órakaður Gunnar Nielsen.
Hann heldur málið reint
og Føroyar eiga sínar fyrstu
minuttir í Premier League.
Sosialurin hevur hesi árini
tíðinafólk í Onglandi og fylgir
gongdini.
Táverandi venjarin, italski
Roberto Mancini, hevur tó ikki
álit á unga havnarmanninum
og fær loyvi at gera eitt neyðlán
og inn kemur Marton Fulop.
Hann er ikki sannførandi
og Manchester City er enn
eina ferð ov stutt. Hesa ferð í
royndini at koma í Champions
League. Við Gunnari Nielsen á
bonkinum tapur Manchester
City 1-0 á Tottenham í alt av
gerandi
dystinum.
Marton
Fulop
nærmast
missur bóltin í málið.
Gunnar Nielsen spælir ikki
aftur fyri Manchester City,
men er partur av hopinum,
sum leggur lunnar undir eitt
nýtt tíðarskeið.
Agueroooooooo...
Alt broytist, tá 93 miuttir og
tjúgu sekund eru farin av sein
asta dystinum í 2011/12 kapp
ingarárinum. Eftir tvey ára
tíggju, har Manchester United
hevur vunnið alt, vendir alt á
høvdið.
Tað er ikki uttan dramatikk,
tí sjálvur dagurin mundi endað
í sorgarleiki, tí gestirnir út QPR
vóru á odda líka til tíðina, sum
dómarin legði afturat. Man
chester United greiddi sín
setning í Sunderland og var
bara ein minutt frá gera júst
tað, sum Manchester United
hevði gjørt í so nógv ár. Vunnið
á lítlabeiggja.
So nógv, at Sir Alex Ferguson
kallaði Manchester City fyri
larmandi nábúgvarnir, tá teir
fóru avstað við argentinska
áleyparanum, Carlos Tevez,
sum annars spældi við Man
chester United.
Fyrst
javnaði
bosniski
áleyparin, Edin Dzeko, eftir
hornaspark. Eftir tár og og øði
millum áskoðararnar á Etihad
leikvøllinum, kom alt yvir
skuggandi gleðin. Tá klokk
an rakar 93 minuttir og tjúgu
sekund skorar Sergio Aguero
til 3-2 og Manchester City –
við Gunnari Nielsen á lønar
listanum – er Premier League
vinnari á fyrtsa sinni. Og ensk
ur meistari fyri fyrstu ferð
síðani 1968.
Tað sprella í Sir Alex Fergu
son og Manchester United í
2013, men tað er seinastu ferð at
Manchester City er lítlibeiggi í
Manchester - higartil.
Pep skal seta
prikkin yvir i’ið
Í 2014 er meistaraheitið aftur
ljósablátt, men felagið manglar
eitt sindur av stjørnufaktor.
Í 2016 verður Pep Guardiola
settur sum nýggjur venjari.
Millum
persónarnar
í
leiðsluni í Manchester City
eru Tixi Bergstein og Ferran
Soriano, sum báðir vóru við at
menna FC Barcelona undir Pep
Guardiola í tíðarskeiðnum 2008
til 2012. Nú skal samstarvið
gera Manchester City til FC
Barcelona í Onglandi.
Í Premier League gongur
illa fyrsta árið og mangan fær
Pep Guardiola toyggið. Serliga
er tað spælistílurin, sum sær
skyldina. Tað er ov polerað.
Í
stórheitstíðini
hjá
Pep
Guardiola í FC Barcelona bleiv
millum annað sett spurnar
tekin við Lionel Messi. Fyrr
verandi fótbóltsviðmerkjarin
á Sky Sports, Andy Gray, sum
í dag arbeiðir við BeIn í Mið
eystri, setti eina ferð spurn
FÓTBÓLTUR
Gunnar Nielsen var fyrsta keypið
undir nýggja Manchester City, sum
skuldi kollvelta fótbóltsheimin. Pep
Guardiola skuldi føra tað víðari, men
dreymurin um altjóða viðurkenning
og Champions League heiti fánar
Premier League:
FRÁ GUNNARI
FRÁ GUNNARI
TIL GUARDIOLA
TIL GUARDIOLA